14 mai 2020

Føroya Rættur

Koronaneyðtilbúgvingin endar

Móttøkan hjá Føroya Rætti letur upp aftur millum 9 - 15, og Føroya Rættur fer aftur at hava rættarfundir og dómsviðgerðir

Tann 16. mars 2020 lat Føroya Rættur aftur og setti eins og aðrir almennir myndugleikar og stovnar neyðtilbúgving í verk fyri at forða fyri spjaðing av koronavirus. Síðani tá hevur rætturin viðgjørt sakarmál á skrivligum grundarlagi og svarað telefonáheitanum, men einans havt fundir við fysiskari hjávera í serligum átrokandi sakarmálum.

Í sambandi við at myndugleikarnir í Danmark og í Føroyum hava mett tað at vera heilsuliga trygt spakuliga at lata samfelagið upp aftur, er avgerð tikin um, at koronaneyðtilbúgvingin hjá dómstólunum, við hesum eisini Føroya Rættur, endar, og at dómstólarnir kunnu taka upp virksemi sítt aftur tann 27. apríl 2020.

Upplating av Føroya Rætti og fremjan av rættarfundum og dómsviðgerðum skulu sjálvandi gerast á tryggan hátt og í samsvari við tilmælini hjá myndugleikunum um forðing av spjaðing av koronavirus (frástøða og reinføri).

Rættarfundir og dómsviðgerðir
Heilsumyndugleikarnir meta, at fundir kunnu haldast uttan trupulleikar og smittuvanda, tá ið reinførið er vælgjørt, og tá ið 1 metur frástøða er millum luttakararnar á fundunum. Ásettir rættarfundir og dómsviðgerðir kunnu tí fremjast eftir ætlan.

Tó verður bert heilt avmarkað atgongd fyri áskoðarar til rættarfundirnar. Talið av bíðiplássum í dómhúsinum fer eisini at vera avmarkað og ætlað pørtum og vitnum á rættarfundunum.

Reingerð og sóttreinsan av rættarhølum, bíðirúmi, vesi v.m. verður víðkað.

Tá ið tú skalt møta í rættinum

  • Inngongd: Statt ikki í bíðirøð við inngongdina til dómhúsið og til rættarhølið. Halt frástøðu og fylg ávísingunum á uppsløgum og kunningarskíggja og frá starvsfólkunum í rættinum.

    • Frástøðukrav: Rættarhølið er innrættað soleiðis, at til ber at hava eina frástøðu uppá 1 metur millum tey, ið eru hjástødd, og at minst 2 fermetrar eru til hvønn.

    • Reinføri við inngongd til rættin og rættarhølið: Við inngongdina til rættin og rættarhølið ber til at nýta hondspritt. Hondspritt eigur at vera nýtt, bæði tá tú kemur og fer.

    • Drekkivatn: Minnist til sjálvi at hava vatn o.l. við.

    • Avmarkað fysiskt samband: Um tað ber til, so nem ikki við nertingarpunkt (handtøk, handlistar, kontaktir, mikrofonir, stólarmar, borðplátur o.l.). Rætt heldur ikki hond.

    • Vesiviðurskifti í rættinum: Til ber at fara á vesið í rættinum. Vesið verður vaskað fleiri ferðir dagliga, og yvirflatur og nertingarpunkt verða vaskað og sóttreinsað.

    • Sjúka ella sjúkueyðkenni, sum benda á COVID-19: Tey, ið eru smittað, ella hava COVID-19 sjúkueyðkenni, hava onga atgongd til dómhúsið og skulu ikki møta í rættinum. Minst til at seta teg í samband við rættin og geva avboð. Rætturin kann krevja, at tú sendir eina læknaváttan.

    • Um COVID-19 verður staðfest stutt eftir, at tú hevur verið í rættinum: Um tú, stutt eftir at tú hevur verið í rættinum, verður staðfest/-ur smittað/-ur við COVID-19, skatl tú seta teg í samband við rættin sum skjótast, fyri at rætturin kann boða teimum frá, sum tú vart í sambandi við.  

Serliga viðvíkjandi notartænastum
Fyri at tryggja, at tilmælini hjá myndugleikunum verða hildin, skulu notartænastur í løtuni avtalast við dómaraskrivstovuna frammanundan (minst 1 dag). Tíð hjá notarinum kann avtalast á telefon 31 10 03 millum kl. 9 – 15.

Dagført 14. mai 2020