Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

11 sep 2020

Føroya Rættur

Domstolsstyrelsen søkir sakkøn til smámálsgongdina í Føroya Rætti

Domstolsstyrelsen søkir sakkøn til Føroya rætt, sum kunnu koma við íkasti til dygdina av avgerðum í smáum borgarligum málum, har fakligur serkunnleiki hevur týdning fyri máls-gongdina. Umsóknarfreistin er 8. oktober 2020.

Domstolsstyrelsen søkir sakkøn til Føroya rætt, sum kunnu koma við íkasti til dygdina av avgerðum í smáum borgarligum málum, har fakligur serkunnleiki hevur týdning fyri málsgongdina. Umsóknarfreistin er 8. oktober 2020.

Tann 1. januar 2021 kemur nýggj føroysk rættargangslóg í gildi. Við nýggju føroysku rættargangslógini koma  reglur um viðgerð av borgarligum málum viðvíkjandi krøvum við fíggjarligum virði á í mesta lagið 50.000 kr. ella krøvum uttan fíggjarligt virði, eisini kallað  smámálsgongdin (småsagsprocessen), sí kapittul 49 í lógaruppskotinum.

Domstolsstyrelsen fær í hesum sambandi heimild til at útnevna fólk ella feløg til at gera sakkønar metingar ella frágreiðingar til málini í smámálsgongdini í Føroya rætti.

Sí lýsing her