Føroya Rættur

Kunning í samband við fyrilit og tiltøk sum vera gjørd í samband við smittuvanda.

Fyrilit at taka

Fundir í rættinum

Heilsumyndugleikarnir meta, at fundir kunnu haldast uttan trupulleikar og smittuvanda, tá ið reinførið er vælgjørt, og tá ið 1 metur frástøða er millum luttakararnar á fundunum. Ásettir rættarfundir og dómsviðgerðir kunnu tí fremjast eftir ætlan.

Tó verður bert heilt avmarkað atgongd fyri áskoðarar til rættarfundirnar. Talið av bíðiplássum í dómhúsinum fer eisini at vera avmarkað og ætlað pørtum og vitnum á rættarfundunum.

Reingerð og sóttreinsan av rættarhølum, bíðirúmi, vesi v.m. verður víðkað.

Tá ið tú skal møta í rættinum

  • Inngongd: Statt ikki í bíðirøð við inngongdina til dómhúsið og til rættarhølið. Halt frástøðu og fylg ávísingunum á uppsløgum og kunningarskíggja og frá starvsfólkunum í rættinum.

  • Frástøðukrav: Rættarhølið er innrættað soleiðis, at til ber at hava eina frástøðu uppá 1 metur millum tey, ið eru hjástødd, og at minst 2 fermetrar eru til hvønn.

  • Reinføri við inngongd til rættin og rættarhølið: Við inngongdina til rættin og rættarhølið ber til at nýta hondspritt. Hondspritt eigur at vera nýtt, bæði tá tú kemur og fer.

  • Drekkivatn: Minnist til sjálvi at hava vatn o.l. við.

  • Avmarkað fysiskt samband: Um tað ber til, so nem ikki við nertingarpunkt (handtøk,
    handlistar, kontaktir, mikrofonir, stólarmar, borðplátur o.l.). Rætt heldur ikki hond. 

  • Vesiviðurskifti í rættinum: Til ber at fara á vesið í rættinum. Vesið verður vaskað fleiri ferðir dagliga, og yvirflatur og nertingarpunkt verða vaskað og sóttreinsað. 

  • Sjúka ella sjúkueyðkenni, sum benda á COVID-19: Tey, ið eru smittað, ella hava COVID-19 sjúkueyðkenni, hava onga atgongd til dómhúsið og skulu ikki møta í rættinum. Minst til at seta teg í samband við rættin og geva avboð. Rætturin kann krevja, at tú sendir eina læknaváttan.

  • Um COVID-19 verður staðfest stutt eftir, at tú hevur verið í rættinum: Um tú, stutt eftir at tú hevur verið í rættinum, verður staðfest/-ur smittað/-ur við COVID-19, skatl tú seta teg í samband við rættin sum skjótast, fyri at rætturin kann boða teimum frá, sum tú vart í sambandi við.  

Serliga viðvíkjandi notartænastum

Fyri at tryggja, at tilmælini hjá myndugleikunum verða hildin, skulu notartænastur í løtuni avtalast við dómaraskrivstovuna frammanundan (minst 1 dag). Tíð hjá notarinum kann avtalast á telefon 31 10 03 millum kl. 9 – 15.

Seinast dagførd: 27. august 2020