Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

17 mai 2020

Føroya Rættur

Koronareingerð til Landssjúkrahúsið

Avmarkaða virksemið í rættinum hevur ført við sær, at tørvurin á reingerð á skrivstovuni ikki hevur verið eins stórur.

Í sambandi við koronatilbúgvingina hevur Landssjúkrahúsið av álvara merkt umhugsni frá einstaklingum, felagsskapum, stovnum og fyritøkum, sum hava havt eitt ynski um at rætta sjúkrahúsinum eina hjálpandi hond. Sjálvboðin hava bjóðað seg fram, fyritøkur hava latið ein søtan bita við køkum, kurvum og stórfingnum peningagávum.

Hjálp kann veitast á ymiskan hátt. Ein av stovnunum, ið valdi at lata Landssjúkrahúsinum eina hjálpandi hond, var Føroya Rættur. Tá virksemið í Føroya Rætti varð skert orsakað av korona, vóru nakrir tímar til reingerð eftir, sum ikki vórðu nýttir, tí skerd manning var til verka á skrivstovuni.

- Tískil høvdu vit ov nógva reingerð til okkara tørv, og vit vistu, at trýstið var stórt á Landssjúkrahúsinum. Vit hava eina avtalu við reingerðarfyritøkuna Dveylan, sum beinanvegin var sinnað at nýta tímarnar á Landssjúkrahúsinum í staðin. Hetta var ein uppløgd loysn fyri okkum, og vit eru fegin um at gera mun, sigur Áki Andreassen, skrivstovuleiðari í Føroya Rætti.

Landssjúkrahúsið fegnast um vælvildina frá Føroya Rætti og nærlagnið hjá Dveyluni. Orsakað av smittuvanda var Dveylan ikki inni á deildunum og gjørdi reint. Í staðin fingu felagshølini og stóru vindeyguni í forhøllini, matarhøllin í kafeini, Uttanlandstænastan og Leiðbeiningin eina gjølliga reingerð hesar dagarnar.

Landssjúkrahúsið takkar hjartaliga Føroya Rætti og Dveyluni fyri umhugsni.