Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Ein notarur kann vátta, at ein givin undirskrift er verulig, ella at eitt avrit svarar til frumskjalið.

Tað er umráðandi, at ivi ikki kann sáast um, at eitt skjal, t.d. eitt testamenti, er ektað. Notarurin kann vátta, at ein undirskrift er ektað, ella at eitt avrit er samsvarandi frumskjalinum. 

Bílegging av tíð til notartænastur

Allar notartænastur skulu  avtalast frammanundan (minst 1 dag). Tíð hjá notarinum kann avtalast á telefon 31 10 03 millum kl. 9 – 15.

Hvat skalt tú hava við?

Um tín samleiki skal váttast á notarskrivstovuni krevst, at tú hevur almenna løgváttan við, við mynd á. Til dømis pass ella koyrikort.   

Um
tú skalt skriva undir eitt arvaskjal/testamenti, skalt tú umframt upprunaliga arvaskjalið hava eitt avrit við, sum er prentað á eitt serstakt avritspappír. Hetta serstaka avritspappírið, ið nevnist "Justitsministeriets genpartspapir til testamenter" fæst til keyps í bókahandlum.

 

Skal eg gjalda rættargjald?

Tá ið ein undirskrift verður váttað, skalt tú gjalda eitt rættargjald á 50 kr fyri hvørt skjal, ið verður skrivað undir.

Váttan fyri hvørt avrit kostar 20 kr í rættargjaldi.

Einki rættargjald skal gjaldast, tá ið arvaskjal/testamenti verður gjørt ella tikið aftur.

Hvat geri eg, um eg ikki kann møta?

Um tað vegna sjúku berst tær frá at møta á notarskrivstovuni, kanst tú ringja á telefon 31 10 03 og avtala eina útkoyrandi notaravgreiðslu, har notarurin kemur til tín.

Í slíkum føri rindar tú sjálv/-ur møguligar útreiðslur av hesum.

Seinast dagførd: 12. mai 2022