Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

20 jul 2020

Føroya Rættur

Dómur um neyðtøkuroynd

Føroya Rættur hevur í dómi 9. juli 2020 dømt ein mann sekan í neyðtøkuroynd sambært § 216, stk. nr. 1, jb. § 21 í revsilógini.

Føroya Rættur hevur í dómi 9. juli 2020 dømt ein mann sekan í neyðtøkuroynd sambært § 216, stk. nr. 1, jb. § 21 í revsilógini, við tað at hann við harðskapi ella hóttan um harðskap royndi at noyða órættaðu til samlegu úti á einum vegi og í einum garði í Tórshavn, eftir at hava fylgt aftaná henni. Hetta eydnaðist tó ikki, við tað at órættaða gjørdi mótstøðu og slapp sær undan.

Maðurin hevur noktað seg sekan.

Eftir frágreiðingini hjá órættaðu og objektivu prógvunum í málinum, metti rætturin tað prógvað, at ákærdi var sekur í ákæruni.

Ákærdi er sambært Rættarlæknaráðnum umfataður av § 69 í revsilógini, men ráðið kann ikki vísa á annað og betri enn vanliga revsing, til tess at fyribyrgja framtíðar lógarbrotum. 

Revsingin bleiv tí ásett til fongsul í 2 ár og 3 mánaðar.

Dómfeldi er eisini dømdur at rinda endurgjald til órættaðu á 66.822,42 kr.