07 jun. 2023
Føroya Rættur
Nógv vitjaðu rættin mentanarnáttina
Tá mentanarnáttin var 2.juni nýttu nógv høvi at vtija rættin sum hevði opið hús
Mentanarnáttina í Tórshavn 2. juni 2023 hevði Føroya Rættur opið hús.
Í tí sambandi var pallsettur rættarfundur í einum revsimáli á skránni, har starvfólk úr rættinum, ákæruvaldinum og verju advokatur luttóku. Áskoðarar høvdu møguleika at royna seg sum dómsfólk og geva eitt boð hvat úrslitið av rættarmálinum bleiv og hvør revsingin skuldi vera.
Áhugin var stórur fyri rættarfundinum og eisini at síggja almennu hølini.
Takk fyri áhugan at vitja rættin í dýrdarveðrinum, og en serlig tøkk til "leikarararnar" í pallsetta rættarfundinum.