Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

23 jan 2024

Føroya Rættur

Tórhalla Tórhallsdóttir 40 ára starvsdag

1. november 2023 hevði Tórhalla Tóhallsdóttir starvast í 40 ár hjá danska statinum.

Løtan bleiv hátíðarhildin við hugnaløtu í kaffistovuni á dómaraskrivstovuni. Henrik Møller, sorinskrivari handaði Tórhallu skreytblað og takkaði henni fyri góða og trúgva tænastu í arbeiðinum.

Tórrhalla hevur øll 40 árini verið í starvið hjá Sorinskrivaranum í Føroyum. Hon byrjaði í læru 1. mai 1981, Jógvan H. Andreassen, sáli var tá sorinskrivari.

Tórhalla hevur verið í øðrum starvið nøkur ár, men kom aftur í fast starv á dómaraskrivstovuni 1.juli 1986, og burtur frá nøkrum farloyvistíðarskeiðum hevur hon starvast hjá sorinskrivaranum.