Føroya Rættur

Føroya Rættur

Tú ert nú á heimasíðuni hjá Føroya Rætti. Her finnur tú viðkomandi kunning um arbeiðsøkini hjá rættinum, vegleiðing um mannagongdir, rættarlistar og í ávísan mun eisini tíðindi frá rættinum.

Vælkomin á heimasíðuna hjá Føroya Rætti.

Á síðuni finnast viðkomandi upplýsingar og kunning um, hvørjar mannagongdirnar eru, um tú hevur ørindi í rættinum.

Oyðubløð eru eisini tøk á síðuni, umframt at viðkomandi tíðindastubbar av og á kunnu lesast á heimasíðuni.

Borgarlig mál

Vegleiðing til stevnda

Ein stevning í einum borgarligum máli er kunngjørd fyri tær. Málskravið í stevningini svarar til dómsúrslitið, ið stevnandi ynskir, at rætturin skal fella í málinum.

Um kunngerðingar

Smb. § 155 í rættargangslógini eru 3 mátar at fremja kunngerðingar. Hesir eru:

-         kunngerð við stevningsmanni

-         kunngerð við posti

-         kunngerð við brævi

Við stevningsmanni og postkunngerð verður kunngerðingin framd antin við, at stevningin verður flýggjað persónliga til tín ella til ávísar persónar í einum afturlatnum brævbjálva. Í hesum førum skal tað standa á brævbjálvanum, nær kunngerðingin er framd.

Við brævkunngerðing verður kunngerðingin mett at vera framd á tí degi, ið tú hevur kvittað fyri móttøku (móttøkukvittan), ella, um eingin dagfesting sæst, á tí degi, kvittaninin er send aftur.


Um svarskriv

Tekur tú ikki undir við málskravinum hjá stevnandi, skalt tú lata inn svarrit til rættin. Svarritið skal vera móttikið í rættinum seinast 14 dagar eftir, at stevningin er kunngjørd.
Rætturin hevur møguleika fyri at leingja freistina. Er svarritið ikki móttikið, áðrenn freistin er lokin, kann rætturin fella fráverudóm, sí táttin um fráverudómar niðanfyri.

Svarritið skal innihalda títt málskrav (t.v.s. tað úrslitið, sum tú ynskir at røkka í málinum). Ert tú av tí fatan, at tú hevur eitt mótkrav, eigur tú at tilskila hetta í svarritinum.
Tú skalt grundgeva fyri, hví tú ert av tí fatan, at málskravið hjá stevnandi ikki skal takast til eftirtektar, og upplýsa hvørji skjøl styðja tínum málskravi. Í mest møguligan mun skalt tú hjáleggja skjølini, møguliga í avritum. Tú eigur at tilskila máltalið hjá rættinum, og tú skalt skriva svarritið undir.

Tú skalt senda eitt avrit av svarritinum og teimum skjølum, ið eru hjáløgd svarritinum, til advokatin hjá stevnandi.

Tá ið rætturin hevur móttikið svarritið, fært tú boð um framhaldandi viðgerðina av málinum.

Um fráverudómar

Mótmælir tú ikki málskravinum hjá stevnandi, er ikki neyðugt at gera nakað. Tú mást rokna við, at dómur verður feldur (fráverudómur) samsvarandi  málskravinum, og at tað verður álagt tær at gjalda sakarmálskostnað til stevnandi. Sakarmálskostnaðurin fevnir um útreiðslur hjá stevnandi til m.a. advokat og rættargjald í sambandi við stevningina.

Um rættarhjálp og fría málførslu

Flestu tryggingar fevna eisini um eina rættarhjálpstrygging. Tú kanst søkja tryggingarfelag títt um at fáa útreiðslur til sakarmálskostnaðin, t.d. advokat, goldnar.

Hevur tú ikki eina trygging, ið fevnir um rættarmálskostnað, hevur tú møguleika at søkja Ríkisumboðið um fría málførslu. Hesum viðvíkjandi skalt tú venda tær til:

Ríkisumboðið í Føroyum
Amtsmannabrekka 4
FO–100 Tórshavn
Tlf.: +298 35 12 00

Her kanst tú eisini fáa nærri upplýsingar um treytirnar fyri at fáa fría málførslu játtaða.

Tað er eisini møguligt at fáa ráð og vegleiðing frá:

Rættarhjálp Føroya
Gongin 20
FO–100 Tórshavn
Tlf.: +298 31 98 23

Um kæru og uppafturtøku

Ein fráverudómur kann vanliga ikki kærast, men rætturin kann taka málið uppaftur, um rætturin móttekur eina umsókn hesum viðvíkjandi innan 4 vikur eru gingnar frá dómssøgn. Rætturin kann í undantaksførum eisini taka málið uppaftur, um umsókn hesum viðvíkjandi verður móttikin seinni, men tó áðrenn 1 ár er gingið. Rætturin kann treyta uppafturtøku av, at tú rindar ella veitur trygd fyri dømdan sakarmálskostnað.

Samband

Tú ert vælkomin at venda tær persónliga til rættin ella ringja um viðgerðina av málinum.

Rætturin hevur opið mánadag - fríggjadag frá 09.00 - 15.00 og hevur telefonavgreiðslu, meðan opið er.

Sorinskrivarin í Føroyum
C. Pløyensgøta 1
Postrúm 28
FO–110 Tórshavn
Telefon: +298 31 10 03
Fax: +298 31 83 13
Teldupostur: post@sorinskrivarin.fo

 

Vegleiðing um skrivliga fyrireiking av borgarligum sakarmálum

Móttøka av stevning

Stevningin skal lúka krøvini í rættargangslógingi § 348. Lagt eigur at vera til merkis:

Bústaðurin hjá stevnda skal vera tilskilaður við gøtu-/vegnavni.

Ivi má ikki vera um, hvør stevndi er. Fysiskir persónar skulu bert nevnast við persónnavni / nøvnum.  Handilsnavn skal nevnast í sakarframløguni. “Handilsnavn XX v/eigara....” eigur ikki at verða brúkt. Løgfrøðiligir persónar nevnast við teirra navni og møguliga við vinnufelagsheiti (P/F, Sp/f, o.s.f.).

Tá ein juridiskur persónur verður stevndur, skal navn og yrkisheiti nevnast á einum fysiskum persóni, ið stevningin kann kunngerast fyri, til dømis stjóra ella nevndarformanni. Tað skal nevnast á ein tílíkan hátt, at ivi ikki er um, hvør stevndi er, t.d. við “P/F XX c/o stjóri...” ella soleiðis, at tann fysiska persónurin sjálvstøðugt er nevndur í sakarframløguni.

Stevningsupphæddin skal ikki umfata rentur, sakarmálskostnað og kostnaðargjald, uttan at stevningin hevur eina grundgeving fyri hesum.

Verður kravt ein hægri renta enn rættargangsrentan, eigur sakarframløgan at grundgeva fyri rentukravinum. Tað sama er galdandi, um renta verður kravd fyri eitt tíðarskeið, áðrenn stevnt var. 
Tilvísing til gjaldstreytirnar í faktura/um er ikki nøktandi.
Krav um rentu frá gjaldkomutíð ella frá 1 mánaða eftir gjaldsáheitan er treytað av, at grundgivið er við upprunaliga avtalaða gjaldskomutíð ella valt framsettari gjaldsáheitan.

Sakarframløga av stevning

skal vera nágreinilig og gjøll og skal veita rættinum grundarlag fyri at kunna taka støðu til rentukrav og evt. fyrning. Evt. skjalfesting fyri kravið, t.d. faktura, rokning og kontuútskrift, eigur at vera hjálagt stevningini.

Er stevnandi vitandi um, at stevndi fer at mótmæla stevningskravinum, skal stevnandi nevna málsgrundgevingarnar í stevningini. Ynskir stevnandi, at sýn og meting skal fremjast, eigur stevnandi samstundis við, at hann letur stevning inn, eisini at seta fram uppskot til sýnsevni og sýnsmann.

Tað eigur í stevningini at vera tilskilað, hvørt stevnandi er mvg-skrásettur.

Um stevnandi er vitandi um, hvør advokatur umboðar stevnda, eigur hetta at upplýsast.

Serligar umbønir, ið rætturin skal taka støðu til áðrenn dómsviðgerðina, skulu dragast fram og møguliga í einum sjálvstøðugum brævi.

Kunngerð av stevning

Rætturin syrgir fyri, at stevningin verður kunngjørd ella send advokatinum hjá stevnda. Rætturin áleggur stevnda at lata inn svarrit.

Freistin at lata inn svarrit verður ásett til 4 vikur, um rætturin er vitandi um, at stevndi er umboðaður av advokati.

Eru eingir upplýsingar um, at stevndi er umboðaður av advokati, verður freist at lata inn svarrit ásett á tann hátt, at stevndi fær minst 14 dagar eftir kunngerðina at lata inn svarrit.
Er stevndi umboðaður av advokati, sum rætturin ikki var vitandi um við innkallingina, ella verður stevndi umboðaður av advokati, kann advokaturin, áðrenn freistin, sum stevndi hevur fingið, er liðin, biðja um eina freist á 4 vikur til at lata inn svarrit.


Svarrit verður latið inn

Letur stevndi inn fyribils svarrit, fær stevndi enn eina freist, vanliga á 14 dagar, fyri at lata inn endaligt svarrit.

Ikki uttan at stevnandi fráfellur afturrit (replik), verður freist ásett til at lata inn afturrit og  uppafturrit (duplik).
Freist til at lata inn afturrit, verður vanliga ásett til 4 vikur eftir, at svarrit er móttikið. Freist til at lata inn uppafturrit verður sum útgangsstøði ásett til 4 vikur eftir, at afturrit er móttikið.


Um partur ikki letur inn rættargangsrit

Letur ein partur ikki inn afturrit, uppafturrit ella rættargangsrit áðrenn freistina, ið rætturin hevur ásett er liðin, endar rætturin vanliga fyrireikingina av sakarmálinum, smb. rættargangslógini § 353, og ásetur málið til dómsviðgerð. Eftir umstøðunum kann rætturin heldur kalla partarnar inn til ein § 355 fund við persónligari møtuskyldu hjá pørtunum.


Leinging av freistum

Við atliti til, at freistirnar fyri at lata inn rættargangsskriv eru langar, kunnu freistirnar bara væntast at verða longdar í undantaksførum og sum útgangsstøði, bert tá ið umstøðurnar eru umberandi. Hetta er eisini galdandi, hóast mótparturin samtykkir, at freistin verður longd.

Ein áheitan um freistarleingjan skal latast rættinum skrivliga og skal innihalda eina frágreiðing um umstøðurnar, sum umbønin styðjar seg á. Umbønin eigur at vera móttikin í rættinum seinast 8 dagar, áðrenn freistin er liðin. Verður ein umbøn um freistarleingjan hendingaferð gingin á møti, kann bert væntast ein styttri leinging av freistini, vanliga 14 dagar.

Fyrireikingin endar

Um tað ber til, endar rætturin fyrireikingina eftir, at uppafturrit er móttikið.

Tá ið uppafturrit er móttikið, sendir rætturin eitt skriv til partarnar við boðum um, at fyrireikingin verður endað og sakarmálið ásett til dómsviðgerð, um partarnir ikki innan eina freist á 1 viku geva boð um, at sakarmálið ikki er klárt til dómsviðgerð.

Ynskja partarnir framhaldandi skrivliga fyrireiking, setur rætturin freist fyri at lata inn rættargangsrit stevnandi og stevnda, og samstundis verður tað so vítt gjørligt ásett ein tíð til dómsviðgerð.
Eftir umstøðunum hendir hetta á einum serligum fyrireikandi rættarfundi, sum partarnir verða kallaðir inn til.

Uppafturtøka av fyrireikingini

Tá ið talan er um eina víðkan av málskrøvum og málsgrundgevingum o.s.fr., aftaná at fyrireikingin er endað, verður víst til rættargangslógina § 357 og § 363.
Uppafturtøka av málsfyrireikingini og útseting av dómsviðgerðini krevur váttan frá rættinum, uttan mun til um mótparturin samtykkir.


Áseting av sakarmálinum til dómsviðgerð

Aftaná at fyrireikingin er endað, verður sakarmálið útsett til áseting av dómsviðgerð. Rætturin ásetir tíð og stað og fráboðar pørtunum hetta. Dómsviðgerðartíðin verður ásett soleiðis, at partarnir hava góða tíð til at laga seg eftir hesum.


At avlýsa og útseta dómsviðgerð

Er ein partur forðaður at møta til ta ásettu tíðina, skal rætturin kunnast um tað beinanvegin eftir, at tíðin er fráboðað pørtunum og undir øllum umstøðum í góðari tíð innan dómsviðgerðina. Ein umbøn um at útseta dómsviðgerðina, ið verður løgd fram stutt áðrenn dómsviðgerðina, kann ikki væntast at verða gingin á møti, uttan so, at talan er um heilt serligar umstøður, sum rætturin má fáa boð um skrivliga.

Um viðurskiftini hjá einum parti elva til, at ein dómsviðgerð má avlýsast við stuttari freist, kann rætturin í øllum førum lata hetta fáa sakarmálskostnaðarligan týdning, tá málið seinni verður avgjørt.

Skal dómsviðgerðartíðin í undantaksføri broytast, kann rætturin velja at geva tí partinum, ið hevur biðið um hetta, nøkur uppskot til tíðir við atliti til, at viðkomandi partur sjálvur ger avtalu við mótpartin um  dómsviðgerð til ein av hesum tíðum og aftaná boðar rættinum frá tí avtalaðu tíðini.


Serliga fyrireikandi rættarfundur sambært rættargangslógini § 355

Meðan sakarmálið verður fyrireikað, kann rætturin eftir egnum vilja (ex officio) ella eftir umbøn, kalla inn til ein serligan fyrireikandi rættarfund. Ein umbøn frá einum parti um ein serligan fyrireikandi rættarfund skal vanliga vera skrivlig og greiða frá endamálinum við fundinum. Rættarfundurin verður ásettur skjótast gjørligt.

Um málskrøvini og málsgrundgevingarnar hjá pørtunum í sambandi við teir spurningar, sum skulu viðgerast, ikki framganga av teimum í sakarmálinum framløgdu rættargangsskrivunum, skulu partarnir seinast 8 dagar áðrenn tann serliga fyrireikandi fundin lata inn málskravsskjal til rættin og mótpartin.

Á serliga fyrireikandi fundinum eiga partarnir at vera til staðar persónliga ella vera umboðaðir av advokati, sum hevur heimild til at taka avgerð í málinum, so sum at gera eina avtalu ella semju vegna partin í sambandi við teir spurningar, ið verða viðgjørdir á rættarfundinum.

Um ikki møtt verður til ein § 355 fund, hevur tað fráverðuvirkna við sær sambært rættargangslógini § 360. Hettar merkir, at fráverudómur kan verða sagdur, smb. § 360, stk. 3.


Formleikatrætumál

Formleikatrætumál verða vanliga avgjørd eftir munnligari samráðing. Eftir umstøðunum kann avgerð tó verða tikin á skrivligum grundarlagi. Í sambandi við eitt formleikatrætumál skulu partarnir seinast 8 dagar áðrenn samráðingarnar lata inn málskravskjal, uttan so, at málskrav og málsgrundgevingar framganga av sakarmálsskrivunum, sum longu eru løgd fram.


Sýn og meting

Tað eigur so tíðliga sum gjørligt undir fyrireikingini av sakarmálinum at takast støða til, um tað skal vera sýn og meting ella onnur próvførsla, ið leingir munandi um málsviðgerðina.

Er stevnandi vitandi um, at stevndi hevur mótmælir, og at sýn og meting er neyðugt, eigur uppskot at vera um sýnsmann og sýnsevni í stevningini. Ynskir stevndi sýn og meting, eigur hann somuleiðis at skjóta upp sýnsmann og sýnsevni í svarskrivinum.

Ein umbøn um sýn og meting ella aðra próvførslu, sum leingir munandi um málsviðgerðina, eigur vanliga ikki at verða sett fram seinni enn 4 vikur aftaná, at svarskriv er lagt fram.

Umbønin skal vera skrivlig og skal innihalda uppskot til sýnsevni og sýnsmann.

Tá ið sýn og meting verður tilnevnt, verður sýnsmaðurin álagdur eina freist á 3 mánaðir at fremja sýningina og lata inn sýnsváttan. Rætturin minnir sýnsmannin á, at freistin skal haldast við atliti til, at sakarmálið verður framt.

Miðað verður eftir, at tað einans í undantaksførum verður innheintað ískoytissýn og -meting.
Partarnir mugu hava hetta fyri eyga,  longu tá ið sýnsevnið verður orðað, møguliga soleiðis at tað tekur hædd fyri fleiri svarum. Undir dómsviðgerðini er møguligt at seta sýnsmanninum gjøllari, men ikki nýggjar spurningar. 

Mál í fútarættinum

Úttøka

Ein kravánari (kreditor), ið eigur pening til góðar, kann fáa fútarættin til at hjálpa við at krevja pengingin inn hjá skuldaranum.

Innan hetta skal kravánarin hava eitt grundarlag fyri skuldini. Grundarlagið kann t.d. vera ein dómur fyri upphæddina, eitt skuldarbræv, ein sjálvboðin semja ella eitt veðbræv, sum skuldarin hevur skrivað undir, sí § 478 í rættargangslógini.

Fútarætturin kallar vanliga fyrst skuldaran inn til fund á skrivstovuni í Føroya rætti. Á fundinum, sum vanliga verður hildin av einum skrivstovufólki við serligari heimild, skal skuldarin svara spurningum um sínar búskaparligu umstøður og tær hjá húski sínum. Kravánarin ella sakførarin hjá kravánaranum skal eisini møta, tó ikki um kravið er minni enn 2.500 kr.

Endamálið við fundinum er at veita kravánaranum trygd (úttøku) í virðislutum hjá skuldaranum, eitt nú innbúgvi, akfari ella fastari ogn. Samstundis verður avtala ofta gjørd um at gjalda skuldina í avdráttum. Heldur skuldarin ikki hesa avtalu, kunnu lutirnir ella fasta ognin seljast á uppboðssølu.

Møtir skuldarin ikki til fundin á skrivstovuni, kann fútarætturin biðja løgregluna um at heinta viðkomandi. Fútarætturin kann eisini velja, at fútamálið skal halda fram á bústaðnum hjá skuldaranum




Tvingsilssøla

Tvingsilssøla av fastari ogn – har skuldarin ella hansara familja býr

Um ein kravánari letur inn áheitan um tvingsilssølu av fastari ogn, har skuldarin ella familja hansara býr, kallar fútarætturin sum tað fyrsta skuldarin inn til ein fund á skrivstovuni í fútarættinum.

Endamálið er at vegleiða skuldaran um, hvat er um at henda við ognini, og hvørjar skyldur viðkomandi hevur í hesum samanhangi. Skuldarin kann fáa freist til at forða fyri tvingsilssøluni. Møguleiki er eisini undir ávísum treytum at fáa útnevndan ein advokat ella at fáa ein ognarseljara til at royna at selja ognina innan tvingsilssøluna.

Vanligar mannagongdir í sambandi við tvingsilssølu

Skuldarin og øll við veði ella við øðrum rættindum í ognini verða skrivliga kallað inn til tvingsilssøluna. Kunngerðir verða settar í Sosialin, harumframt møguliga á hóskandi heimasíður í Føroyum og Danmark, eitt nú www.ogn.fo og www.statstidende.dk. Tvingsilssølan stendur eisini á listanum yvir rættarmál í Føroya Rætti.

Øll áhugað kunnu koma til tvingilssøluna og bjóða. Tann hægstbjóðandi skal veita trygd, fyri at uppboðssølutreytirnar verða loknar. Trygdin umfatar:

  • Eftirstøður, sum hava fingið fulnað á tvingsilssøluni
  • ¼ av tí skuld, sum kann krevjast innfríað í sambandi við tvingsilssøluna
  • Kostnaðin, ið skal gjaldast útyvir boðið. Kostnaðurin umfatar ómaksløn og útreiðslur hjá fútamálskrevjaranum (rekvirentinum) fyri at viðgera sakarmálið, ómaksløn hjá advokatum, ið eru møttir vegna veðhavarar og trygging av ognini.

Fútarætturin upplýsir støddina á kostnaðinum, ið skal gjaldast útyvir boðið, áðrenn boðgevingin byrjar.

Nærri upplýsingar um at seta trygdina síggjast í “Keyparavegleiðing í sambandi við keyp á tvingsilssuppboðsølu”:

Hóast ognin verður seld á tvingsilssøluni, er ikki vist, at málið er endað. Skuldarin ella veðhavarin kunnu biðja um nýggja uppboðssølu, innan hamarslagið verður givið til tann hægstbjóðandi. Tann, ið ynskir nýggja uppboðssølu, skal beinanvegin veita trygd fyri kostnaðinum, ið ein nýggj uppboðssøla hevur við sær – t.e. útreiðslur til kunngerðir og fundarpening.

Tvingsilssøla av leysum lutum

Tvingsilssøla av leysum lutum, eitt nú bilum, smærri bátum og búnýti, fara fram hjá løggilda auktiónshaldaranum, advokati Bjørn á Heygum. Áðrenn tvingsilssøla av leysum lutum kann fara fram, skal kravánarin søkja fútarættin um loyvi til tess. Slíkt loyvi verður givið, um skuldarin ikki hevur hildið møguliga avdráttaravtalu, og úttøkan ikki er fyrnað. Kravánarin kann eisini heita á fútarættin um hjálp til at fáa fatur á leysu lutunum.

Tá ið luturin er seldur, sendir løggildi auktiónshaldarin ta innkomnu upphæddina til fútarættin, sum síðani býtir inntøkuna til tey, sum hava rætt til hana.

 

Afturtøka av ognum við ognarfyrivarni, leigaðum lutum o.ø

Fútarætturin kann hjálpa eigarum av føstum ognum at seta út leigarar, um teir ikki longur hava rætt til leigumálið.

Sambært løgtingslóg nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum, skal Leigunevndin hava eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar og taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara, eitt nú um uppsøgn av leigumáli.

Ein eigari, sum ynskir fútarættin at seta leigara út, skal tí fyrst venda sær til Leigunevndina. Avgerðin hjá Leigunevndini skal síðani leggjast við áheitanini til fútarættin.

Afturtøka av ognum við ognarfyrivarni, leigaðum lutum o.ø

Fútarætturin kann eisini hjálpa eigarum at heinta leigaðar ella læntar lutir, eins og lutir, sum eru keyptir við avdráttarskipan og ognarfyrivarni. Treytin er, at leiga og avdráttir ikki eru rindað.

Mál um samveru við børn og bústað hjá børnum

Foreldur, ið ikki búgva saman við børnum sínum, kunnu hjá Familjufyrisitingini fáa ásett reglur fyri atgongd til samveru. Fútarætturin kann vera til hjálpar við at fremja samveruna, um so er at hitt foreldrið ikki rættar seg eftir avgerðini hjá Familjufyrisitingini. Fútarætturin kann um neyðugt fremja samveruna við tvingsli, sum verður ásettur av fútarættinum í hvørjum einstøkum føri.

Tað foreldrið, sum hevur foreldramyndugleikan, kann eisini fáa hjálp til at fáa barnið heim aftur eftir samveru.

Nýtast skal helst umsóknarblaðið “Anmodning til fogedretten om udlevering af barn”. Avrit av seinastu avtalu frá Familjufyrisitingini skal leggjast við.

Oyðubalð - útlevering av barni

 

Rættargjøld

Lógarkunngerð nr. 217 av 13. mai 1981 um rættargjøld, sum sett í gildi í Føroyum við lóg nr. 794 av 26. novembur 1986. Kapitul 3 í lógini snýr seg um fútarrættarmál.

Fútamál:  80 kr. + ½ % av upphæddum yvir 3.000 kr.

Eykagjald fyri, at skuldarin verður heintaður av løgregluni og fyri rættarfund á bústaðnum hjá skuldaranum: 150 kr.

Harumframt koma møguligar útreiðslur til koyring og lásasmið.

Úrskrift úr fútabókini: 20 kr. fyri fyrstu síðu og 5 kr. fyri fylgjandi síður.

Tvingilssølur: 150 kr. tá ið umbønin verður latin inn. Harumframt skal keyparin gjalda ½ % av boðnum og kostnaðinum uttanum boðið.

Mál í Føroya Skiftirætti

Hvussu byrjar eitt mál um deyðsbúgv?

Tá ið ein av okkara næstringum doyr, skal støða takast til, hvussu búgvið skal viðgerast.

Tá skiftirætturin fær fráboðan um eitt andlát, verður eitt skiftimál stovnað.

Skiftirætturin kannar m.a., um tann deyði hevur gjørt notartestamenti og sendir síðani fráboðan um andlátið til ymiskar stovnar og myndugleikar.

Skiftirætturin sendir eisini bræv til fyribils samskiftispersónin. Samskiftispersónurin er tann, sum stendur nevndur á deyðsfráboðanini. Í brævinum verður samskiftispersónurin biðin um at ringja til skiftirættin at fáa vegleiðing um skiftihættir. Skiftirætturin hevur tlf. +298 35 84 00.

Brævið til samskiftispersónin kann nýtast sum heimild at biðja um útskriftir frá peningastovnum v.m.

Samskiftispersónurin hevur ábyrgd av at seta seg í samband við møguligar arvingar og at kunna seg við fíggjarligu viðurskiftini hjá tí deyða. Um so er, at samskiftispersónurin ikki sjálvur er arvingur, áliggur tað viðkomandi at boða skiftirættinum frá beinanvegin.

Hvør ræður yvir virðum og ognum

Við andlát verða allar bankakontur, sum tann deyði stóð fyri, stongdar. Virði og ognarlutir mugu hvørki seljast ella flytast uttan váttan frá skiftirættinum.

Hvussu skal búgvið avgreiðast

Arvingarnir skulu taka støðu til, hvussu teir ynskja búgvið avgreitt.

Um so er, at arvingarnir ætla at lata ein advokat taka sær av skiftinum teirra vegna, skal tað fráboðast skiftirættinum skjótast gjørligt.

Skiftihættir

Jarðarferðarútlegg

Um ognirnar hjá tí deyða hava eitt samanlagt virði á minni enn 45.000 kr., kann búgvið enda sum jarðarferðarútlegg. Hetta merkir, at ognirnar hjá tí deyða verða latnar tí, sum hevur goldið ella skal gjalda jarðarferðina. Onki verður sostatt at arva og onki arvaavgjald goldið.

Tann, sum fær búgvið útflýggjað sum jarðarferðarútlegg, heftir einans fyri útreiðslurnar í sambandi við jarðarferðina. Viðkomandi heftir ikki fyri skuld hjá tí deyða.

Vanligt er, at tann, sum fær búgvið útflýggjað sum jarðarferðarútlegg, tekur sær av at rigga bústaðin hjá tí deyða av.

Umsókn um jarðarferðarútlegg skal latast í originali til skiftirættin sum skjótast og í seinasta lagi innan 3½ mánaðir eftir andlátið. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan á 20 kr. flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta umsóknarblað - jarðarferðarútlegg

Hjúnafelagaútlegg

Eftirsitandi hjúnafelagi hevur rætt til at fáa so nógv av felagsbúnum, at virðið av hesum og møguligari serogn hjá eftirsitandi hjúnafelaga í mesta lagið er 12.000 kr.

Um felagsbúgv og møgulig serogn hjá eftirsitandi hjúnafelaga hava eitt samanlagt virði á í mesta lagi 12.000 kr., kann búgvið endast sum hjúnafelagaútlegg. Hjúnafelagin yvirtekur tá alt búgvið. Onki verður sostatt at arva og onki arvaavgjald goldið.

Hjúnafelagin heftir fyri skuld hjá tí deyða.

Umsókn um hjúnafelagaútlegg skal latast í originali til skiftirættin sum skjótast og í seinasta lagi innan 3½ mánaðir eftir andlátið. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan á 20 kr. flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta umsóknarblað - hjúnafelagaðaútlegg
 

Óskift búgv

Um deyði var giftur og átti børn, kann eftirsitandi hjúnafelagi søkja um at sita við óskiftum búgvi. Óskift búgv merkir, at skiftið av felagsbúnum verður útsett, til eftirsitandi hjúnafelagi doyr ella sjálv/ur ynskir at skifta búgvið.

Í einum óskiftum búgvi átekur eftirsitandi hjúnafelagi sær alla skuld og kautiónir hjá tí deyða. Ein eftirsitandi hjúnafelagi kann ikki søkja um óskift búgv, um hon/hann ikki sjálv/ur hevur nóg mikið av ognum til at svara hvørjum sítt, ella er undir trotabúarviðgerð.

Serbørn/felagsbørn - samtykki

Um tann deyði átti serbørn, krevst samtykki til óskift búgv frá teimum. Serbørn kunnu ikki taka eitt givið samtykki aftur. Serbørn eru børn hjá tí deyða, men ikki børn hjá eftirsitandi hjúnafelaga. Frá felagsbørnum krevst ikki samtykki.

Til ber at skifta við serbørn og sita í óskiftum búgvi við felagsbørnum.

Heinta oyðublað - samtykki til óskift búgv

Serogn – skal skiftast

Um tann deyði átti serogn, skal hon skiftast beinanvegin og kann ikki verða partur av einum óskiftum búgvi. Støða má takast til, hvussu serognin skal skiftast. Sí frágreiðing um privat skifti, alment skifti og møguliga jarðarferðarútlegg.

Nær skal umsókn um óskift búgv latast inn?

Umsókn um óskift búgv skal latast skiftirættinum í originali skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánaðir eftir andlátið. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftiviðgerð við tí kostnaði, sum hetta hevur við sær.

Umsóknin skal skrivast undir av eftirsitandi hjúnafelaga. Møgulig samtykki skulu undirskrivast av serbørnum og leggjast við umsóknini í originali. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan á 20 kr. flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta umsóknarblað - óskift búgv

Uppgerðir, sum skulu latast inn

Ein uppgerð yvir felagsbúgvið hjá deyða og eftirsitandi hjúnafelaga skal latast skiftirættinum í originali innan 6 mánaðir eftir andlát.

Ein uppgerð yvir møguliga serogn hjá eftirsitandi hjúnafelaga skal eisini latast skiftirættinum í originali innan 6 mánaðir eftir andlát.

Uppgerðirnar skulu skrivast undir av eftirsitandi hjúnafelaga. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta oyðublað - uppgerð yvir felagsbúgv

Heinta oyðublað - uppgerð yvir serogn hjá eftirsitandi hjúnafelaga

Privat skifti

Eitt búgv kann latast til privat skifti, um:

  • allir arvingar eru samdir um tað, og
  • allir arvingar eru 18 ár ella eldri og ikki undir verjumáli, og kunnu svara hvørjum sítt, og
  • allir arvingar eru solventir.

Í privatum skiftum átaka arvingarnir sær í felag alla skuld, kenda sum ókenda, og møguligar kautiónir hjá tí deyða.

Allar avgerðir verða tiknar av arvingunum í felag. Arvingarnir skulu sjálvir taka sær av praktisku avgreiðsluni av búnum.

Arvingarnir eiga til dømis at:

  • gera kontur og møgulig lán hjá tí deyða upp
  • umskráseta fastar ognir í tingbókini og eisini kunna SEV, oljuveitara og tryggingarfelag um broytingarnar
  • umskráseta akfør, akfarstryggingar og vektgjald
  • avlýsa hald, t.d. telefon, kringvarp o.s.fr.

Um eitt búgv fyrst er latið arvingunum til privat skifti og seinni verður tikið undir alment skifti, ábyrgdast arvingarnir tó framhaldandi fyri møguliga skuld og kautiónir hjá tí deyða.

Nær skal áheitan um privat skifti latast inn?

Áheitan um privat skifti skal latast skiftirættinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánaðir eftir andlátið. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftiviðgerð við tí kostnaði, sum hetta hevur við sær.

Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan á 20 kr. flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur.

Hvør skal skriva áheitanina undir?

Áheitanin skal skrivast undir av øllum arvingum persónliga ella við skiftifulltrú. Møguligar skiftifulltrúir skulu latast skiftirættinum í originali saman við originalu umsóknini. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Tvey vitni skulu skriva undir møguligar skiftifulltrúir, um tær skulu kunnu nýtast í sambandi við m.a. peningastovnar. Vitnini mugu ikki vera nær í slekt ella í svágraskapi við tann, ið gevur fulltrú.

Heinta oyðublað - áheitan um privat skifti

Uppgerðir, sum skulu latast inn

  1. Uppgerð yvir ogn og skuld við andlát - § 14 Uppgerð A

Innan 6 mánaðir eftir andlát ella 2 mánaðir eftir, at privat skifti er góðkent, skal ein uppgerð yvir ogn og skuld við andlát (§ 14 Uppgerð A) latast skiftirættinum í originali. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftiviðgerð við tí kostnaði, sum hetta hevur við sær.

Allar ognir skulu ásetast eftir virðinum á deyðadegnum. Virðið á føstum ognum er søluvirðið deyðadagin.

Uppgerðin skal skrivast undir av tí, sum arvingarnir hava valt at umboða búgvið, sí punkt 12 á oyðublaðnum “Áheitan um privat skifti”. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta oyðublað - uppgerð yvir ogn og skuld við andlát

  1. Búsuppgerð við støði í § 14 uppgerð

Innan 1 ár eftir andlát skal ein búsuppgerð við støði í § 14-uppgerðini latast skiftirættinum í originali. Um freistin ikki verður yvirhildin, kann skiftirætturin áleggja dagbøtur og hækka arvaavgjaldið við 1/3.

Búsuppgerðin er tann endaliga uppgerðin av búnum. Hon byggir á uppgerðina yvir ogn og skuld við andlát, men vísir eisini á møguligar broytingar, sum eru hendar, síðani uppgerðin yvir ogn og skuld við andlát varð latin inn. Til dømis verða møguligar inntøkur og/ella útreiðslur eftir andlát og jarðarferðarútreiðslur tiknar við í endaligu búsuppgerðini.

Skildagurin fyri búsuppgerðina kann í fyrsta lagi vera deyðadagurin og í seinasta lagi 1 ár eftir deyðadagin.

Originala búsuppgerðin skal skrivast undir av øllum arvingum persónliga ella við skiftifulltrú. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta oyðublað - búsuppgerð við støði í §14 uppgerð 

Skattagóðkenning

Tá skiftirætturin hevur móttikið og góðkent uppgerðirnar, verða tær sendar TAKS til góðkenningar. Skiftirætturin og búsins samskiftispersónur fáa boð um góðkenningarnar frá TAKS.

Arvaavgjald

Arvaavgjaldsrokning verður send búsins samskiftispersóni. Arvingarnir hefta í felag fyri arvaavgjaldið. Mælt verður tí til, at arvaavgjaldið verður goldið, áðrenn arvingarnir býta arvin millum sín. Tá arvaavgjaldið er goldið, endar skiftirætturin búviðgerðina/málið.

Alment skifti

Búgvið verður tikið undir alment skifti, um so er:

  • at tann deyði hevur ynskt tað, ella
  • at minst ein arvingur ynskir tað, ella
  • at búgvið er insolvent, og arvingarnir ikki ynskja at taka við skuld, ella
  • at onkur av arvingunum er undir 18 ár, ella
  • at onkur av arvingunum er ella skal undir verjumál, ella
  • at onkur av arvingunum er burturstaddur og ikki er at finna, ella
  • at freistir og treytir fyri einum privatum skifti ikki verða hildnar.

Um ein arvingur ynskir alment skifti, skal áheitan um hetta latast skiftirættinum sum skjótast. Umsóknin um alment skifti liggur á okkara heimasíðu www.sorinskrivarin.fo og kann sendast inn við telduposti ella vanligum posti.

Í almennum skifti er ikki neyðugt, at arvingarnir átaka sær skuld hjá tí deyða.

Um eitt búgv fyrst hevur verið latið arvingunum til privat skifti, og seinni verður tikið undir alment skifti, ábyrgdast arvingarnir tó framhaldandi fyri møguliga skuld og kautiónir hjá tí deyða.

Heinta oyðublað - áheitan um alment skifti

Búviðgerðin í almennum skifti

Proklama

Skiftirætturin setur lýsing í Sosialin og møguliga Statstidende við freist til kravánarar at seta síni krøv fram ímóti búnum. Við hesum verður tryggjað, at møgulig skuld verður goldin, áðrenn arvingarnir fáa útgoldið arv.

Hjálparin hjá skiftirættinum

Í almennum skifti setur skiftirætturin ein advokat at taka sær av búviðgerðini. Hesin advokatur verður nevndur hjálparin hjá skiftirættinum. Skiftirætturin hevur fastar hjálparar. Arvingarnir kunnu sostatt ikki velja sín egna advokat.

Kostnaður

Áðrenn arvalutur verður latin arvingum, skulu arvaavgjald, skiftigjald og búkostnaður, t.d. kostnaður fyri virðismetingar og lýsingar og samsýning til hjálparan hjá skiftirættinum, rindast.

§ 75-skifti

Um ein arvingur er undir 18 ár ella er undir verjumáli, kann búgvið ikki viðgerast sum vanligt privat skifti. § 75 í skiftilógini loyvir undir ávísum treytum einum serligum skifti, sum líkist tí privata skiftinum.

Afturat treytunum í vanligum privatum skifti eru m.a. hesar serligu treytir:

  1. Arvingarnir velja ein av føstu hjálparunum hjá skiftirættinum at avgreiða búgvið og taka sær av búviðgerðini.
  2. Teir myndugu arvingarnir fríhalda arvingar undir 18 ár ella arvingar undir verjumáli fyri møguliga skuld, ið er størri enn arvalutur teirra.
  3. Arvingar undir 18 ár og/ella undir verjumáli verða umboðaðir av teirra verjum undir búnum. Um ein av hesum verjum eisini er arvingur í búnum, tilnevnir skiftirætturin ein serligan verja.

Nær skal umbøn um § 75-skifti latast inn?

Umbøn um § 75-skifti skal latast skiftirættinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánaðir eftir andlátið. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftiviðgerð við tí kostnaði, sum hetta hevur við sær.

Heinta oyðublað - áheitan um § 75 skifti

Proklama

Advokaturin setur lýsing í Sosialin og møguliga Statstidende við freist til kravánarar at seta síni krøv fram ímóti búnum.

Kostnaður 

Áðrenn arvalutur verður latin arvingum, skal rættargjald, skiftigjald, arvaavgjald og búkostnaður, eitt nú kostnaður fyri virðismetingar og lýsingar og samsýning til advokatin, rindast.

Freistir

Freistirnar fyri § 14-uppgerð og búsuppgerð eru tær somu sum við privatum skifti. Um freistirnar ikki verða hildnar, eru avleiðingarnar tær somu sum við privatum skifti.

Hvat er eitt originalt skjal? 

Við eitt originalt skjal meinast skjalið, ið er skrivað undir við penni.

Skattaviðurskifti, tryggingar, pensjónir v.m.

Ymisku skiftihættirnir kunnu hava skattligar fyrimunir og vansar.

Val av skildegi fyri búsuppgerðina kann eisini hava skattligar fyrimunir og vansar.

Skiftirætturin vegleiðir ikki um skattlig viðurskifti. Arvingarnir mugu sjálvir søkja sær ráðgeving hjá TAKS, advokati, grannskoðara ella øðrum.

Tryggingar og pensjónir

Tryggingar og pensjónir, sum falla til gjaldingar í sambandi við deyða, skulu í summum førum takast við í búgvið. Arvingar hava skyldu at kunna skiftirættin um hesar.

Tryggingar og pensjónir, sum hava til endamáls at rinda til lívsins uppihald hjá eftirsitandi, fara beinleiðis uttan um búgvið til næsta avvarðandi ella tann, sum er settur inn at fáa tær.

Uttan mun til, um tryggingin ella pensjónin verður tikin við í búgvið ella ikki, skal arvagjald í flestu førum gjaldast.

Niðanfyri sæst, hvussu nakrar av mest vanligu tryggingunum og pensjónunum verða viðgjørdar í sambandi við skifti.

Kapitalpensjón

Verður útgoldin til næsta avvarðandi uttan um búgvið. Um ongir lívsarvingar eru, verður pensjónin goldin til búgvið.

Ratupensjón

Verður útgoldin til næsta avvarðandi uttan um búgvið. Um tann, ið fær útgoldið hesa, doyr í útgjaldingartíðarskeiðinum, halda útgjøldini fram til næsta avvarðandi ístaðin.

Lívstrygging

Verður útgoldin til næsta avvarðandi uttan um búgvið, um ikki onnur avtala er millum tryggingartakaran og tryggingarveitaran.

Restskuldartrygging

Tryggingin verður nýtt at niðurgjalda tey lán, sum hon er knýtt at. Skuldin í búnum verður sostatt minni, og meira verður at skifta.

Arvaavgjald og skiftigjald

Tá ein lívstrygging fellur til útgjaldingar, skal arvaavgjald í flestu førum roknast, sjálvt um tryggingin verður goldin uttan um búgvið.

Arvaavgjald skal vanliga gjaldast, um so er, at tann deyði sjálvur hevur goldið inn til tryggingina/pensjónina.

Skiftirætturin skal altíð hava avrit av tryggingarsáttmálanum.

Er talan um eitt óskift búgv, fellur arvagjald ikki av tryggingarupphæddini.

Arvaavgjald - bústaðarrættur

Um tann deyði hevur givið øðrum føstu ogn sína ella selt hana til undirprís, men samstundis treytað sær sjálvum lívlangan bústaðarrætt,- sum hann seinni ikki hevur sagt frá sær - , skal arvaavgjald gjaldast av ognini. Arvaavgjald verður roknað av metta søluvirðinum, ið ognin hevði deyðadagin.

Um ein ogn fellur í arv soleiðis, at ein persónur fær ognarrættin, meðan ein annar fær brúksrættin, skal arvaavgjald í fyrstu syftu roknast av brúksrættinum. Tá brúksrætturin heldur uppat, skal tann, ið fekk ognarrættin, gjalda arvaavgjald av ognini.

Skiftigjald

Í almennum skiftum er skiftigjaldið 2 % av samlaða virðinum (brutto), áðrenn skuld og annað eru drigið frá, tó er tað 1 % av ognum, ið eru skuldarbundnar við veð.

Í § 75-skiftum er skiftigjaldið 250 kr.

Skiftirættarváttan

Skiftirættarváttan fæst móti gjaldi á 20 kr., sum kann flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur. 

Skiftirættarváttanin gevur ræðisrætt yvir ognunum hjá tí deyða og verður millum annað nýtt til at gera kontur í peningastovnum upp. Skiftirættarváttanin verður eisini nýtt til at tinglýsa fastar ognir, so at arvingarnir kunnu skrásetast sum eigarar av føstum ognum og harvið ráða yvir teimum. Tað er av stórum týdningini, at ognirnar verða tinglýstar til tann/tey, sum nú eiga ognirnar.

Hvat er ein gjaldsteðgur?

Gjaldsteðgur er ein fyribils steðgur við at gjalda skuld. Tilsjón verður tilnevnd, vanliga ein advokatur.

Endamálið við gjaldsteðgi er, at skuldarin fær andarúm at skapa sær yvirlit yvir fyritøku sína og tryggja sær framhald av henni, t.d. við umlegging ella tilførslu av kapitali. Gjaldsteðgur gevur skuldaranum freist til at koma við uppskoti um eina heildarloysn við ognarunum, t.d. eina sjálvbodna skuldarsemju ella neyðskuldarsemju. Eisini kann endamálið við gjaldsteðgi vera at selja eina fyritøku í rakstri ella ein part burturúr, fyri at fáa betri prís fyri fyritøkuna, enn um fyritøkan bleiv seld aftaná húsagang.

Gjaldsteðgur hevur millum annað við sær, at  ognararnir ikki hava møguleika at fremja úttøku ella lóghald hjá skuldaranum. Skuldarin kann enn taka avgerðir - t.d. selja vørur, gjalda neyðugar nýggjar rokningar og gera avtalur - men kann ikki taka størri avgerðir, hesar kunnu bert fremjast, um tann valda tilsjónin gevur sítt samtykki. Tilsjónin kunnar leypandi ognararnar um umstøðurnar hjá skuldaranum.

Reglurnar um gjaldsteðg eru at finna í konkurslógini.

Gjaldsteðgur – hvussu?

Fráboðan um gjaldsteðg verður latin skiftirættinum. Bæði fysiskir og juridiskir persónar, tvs. vinnufeløg, grunnar, felagsskapir ella líknandi kunnu fráboða gjaldsteðgi.

Fráboðan um gjaldsteðg skal altíð vera skrivlig, og navn og bústaður hjá skuldaranum skal síggjast. Harumframt skal hon umfata uppskot til, hvør skal fremja tilsjón, og skrivliga váttan frá viðkomandi, ið er skotin upp sum tilsjón, um at viðkomandi ynskir at vera tilsjón og lýkur gegnistreytirnar (habilitetskrav) í konkurslovens § 238. Ein fráboðan, ið ikki lýkur síðstnevndu krøv, hevur ikki virknað. 

Tá ið boðað verður frá gjaldsteðgi skal eitt rættargjald á 500 kr. gjaldast, og harumframt skulu vinnufeløg viðleggja tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya ella øðrum, ið vísir, at undirritararnir hava heimild til at virka vegna felagið. Ein tekningarúrskrift skal ikki vera meira enn 3 mánaðir gomul.

Gongdin í einum gjaldsteðgi

So skjótt sum skiftirætturin hevur móttikið eina fráboðan um gjaldsteðg, tilnevnir skiftirætturin eina tilsjón fyri skuldaran og ásetur tíð til fund við ognararnar. 

Tað er skiftirætturin, ið tekur avgerð um, hvør skal tilnevnast sum tilsjón. Oftast verður tann persónurin tilnevndur, ið skuldarin hevur skotið upp. Tilsjónin er vanliga ein advokatur. Uppgávurnar hjá tilsjónini er bæði at hjálpa skuldaranum og at kunna ognararnar. Vanligi advokaturin hjá skuldaranum kann vanliga ikki verða tilnevndur sum tilsjón (sí konkurslovens § 238 hesum viðvíkjandi). Tilsjónin skal seinast eina viku eftir tilnevningina boða ognarunum frá fundi í skiftirættinum.

Fyrsti fundurin við ognararnar (kreditorerne) skal fremjast í skiftirættinum seinast 3 vikur eftir, at skiftirætturin hevur móttikið fráboðan um gjaldsteðg. Á fundinum fyri ognararnar greiðir skuldarin og tilsjónin frá tí, sum farið er fram í teimum fyrstu vikunum undir gjaldsteðginum. Ognarararnir hava møguleika at seta spurningar. Aftaná tekur skiftirætturin avgerð um gjaldsteðgurin kann halda áfram.

Í hesum sambandi metir skiftirætturin um gjaldsteðgurin hevur eitt rímiligt endamál, um skuldarin samstarvar heiðurligt, og um arbeitt verður fram ímóti einari heildarloysn við ognararnar.

Heldur gjaldsteðgurin áfram, varir hann í 3 mánaðir frá tí degi, skiftirætturin móttók fráboðanina um gjaldsteðg.

Seinni kann gjaldsteðgurin leingjast upp til 3 mánaðir hvørja ferð. Tó kann gjaldsteðgurin í hægsta lagi leingjast í eitt ár samanlagt. Vanliga verður fundur ikki hildin í skiftirættinum, tá ið skiftirætturin skal taka avgerð um eina umbøn um leinging. Tilsjónin skal seinast innan eina viku boða ognarunum frá einari leinging.

Uppathald av gjaldsteðginum

Ein gjaldsteðgur heldur uppat av sær sjálvum, um:

  • skuldarin tekur fráboðanina aftur.
  • samráðingar um neyðskuldarsemju verða tiknar upp.
  • um stig verður tikið til skuldarumskipan.
  • avgerð verður tikin um trotaviðgerð.
  • Meira enn tríggir mánaðir eru farnir síðani, at skiftirætturin móttók fráboðan um gjaldsteðg, og umbøn um leinging ikki er sett fram.
  • Gjaldsteðgurin ikki verður biðin um at verða longdur, áðrenn seinni freistir eru farnar.

Harumframt kann skiftirætturin taka avgerð um, at gjaldsteðgurin heldur uppat, um gjaldsteðgurin ikki hevur eitt rímiligt endamál, skuldarin ikki samstarvar heiðurligt, ella at arbeitt verður ikki ímóti at semjast um eina heildarloysn við ognararnar á ein nøktandi hátt.

Ofta er tað tilsjónin ella ognararnir sum gera skiftirættin varnan við, at gjaldsteðgurin ikki gongur eftir ætlan. Gjaldsteðgur verður ikki kunngjørdur í Statstidende ella Sosialinum.

Hvat er húsagangur

Ein fysisk ella juridisk eind, t.d. ein fyritøka, ein felagsskapur ella onnur fyriskipan kann lýsast á húsagang (gjaldtrot), um skuldarin er ógjaldførur. Hetta hevur við sær, at krav móti skuldaranum ikki kunnu rindast, tá ið krøvini so líðandi eru gjaldkomin, og orsøkin til at ikki verður goldið ikki eru tíðaravmarkaðir trupulleikar. 

Endamálið við gjaldtroti (húsagangi)

Heildarmálið við gjaldtroti er at leggja hald á alla ognina (formue) hjá skuldaranum og býta hana javnt ímillum allar ognararnar. Hevur skuldarin selt ognir (aktiver) ella rindað skuld á ein óvanligan hátt, kann gjaldtrot eisini hava sum endamál at fáa ognirnar til vega, soleiðis at tær kunnu býtast millum allar ognararnar.

Virknaður av gjaldtroti

Við gjaldtrotinum missur skuldarin rættin til at ráða yvir sínum ognum (aktiver). Ognirnar (aktiverne) eru hereftir trotabúgvið, og í byrjanini verður tað umsitið av einum fyribils bústjóra, sum er settur í starv av skiftirættinum. Heldur rætturin, at tað er óneyðugt at seta ein fyribils bústjóra, kann skiftirætturin sjálvur umsita fyribils umsitingina.

Reglurnar um konkurs eru í konkurslógini, kapittul 3 - 18.

Áheitan um trotabúsviðgerð

Áheitan um gjaldstrotaviðgerð skal latast skiftirættinum. Ein áheitan um gjaldstrotaviðgerð skal altíð vera skrivlig, og navn og bústaður hja skuldaranum og sendaranum skal nevnast í áheitanini. 500 kr. í rættargjaldi skal hjáleggjast.

Tá ið ein áheitan um gjaldstrotaviðgerð frá skuldaranum (egináheitan) verður latin skiftirættinum, skal listi yvir ognir (aktiver) og passivir verða hjálagdur, tað vil siga bæði skuld og ogn (formue), harumframt ein listi yvir ognararnar.

Er skuldarin eitt felag, ein felagsskapur ella tílíkt, skal ein tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya leggjast hjá, ella annað, ið vísir, at undirritararnir hava heimild til at virka vegna felagið.

Ein tekningarúrskrift skal ikki vera eldri enn 3 mánaðir.

Ein áheitan um trotabúsviðgerð frá einum kravánara (kravánaraáheitan) skal greiða frá kravinum móti skuldaranum. Í hesum sambandi kann skjalfestingin gjarna sendast við. Ein og hvør ognari, ið hevur pening til góða hjá einum skuldara, kann lata inn áheitan um trotabúsviðgerð, men bert um orsøkin til at ikki verður goldið er grundað á troti á pengum, og ikki at talan bert er um eitt fyribils trot. Eru partarnar ikki samdir um kravið, eigur sakarmálið vanliga at verða avgjørt við einum vanligum borgarligum rættarmáli.

Kostnaðurin av trotabúsviðgerðini verður svaraður av ognunum (aktiver) hjá trotabúnum. Eru ongar ognir í búnum, skal kostnaðurin rindast av viðkomandi, ið hevur latið inn áheitan um trotabúsviðgerð. Avgerð um húsagang verður tí bert tikin í hesum førum, um ognarin ella skuldarin veitur trygd fyri kostnaðin av trotabúsviðgerðini. Trygdin er vanliga 30.000 kr., ið skulu takast við til fundin í skiftirættinum. Tá ið ognarin er lønarmóttakari, kann skiftirætturin lata vera við at krevja trygd fyri kostnaðin. Er ognarin lønarmóttakari, stendur Ríkiskassin inni fyri kostnaðin við trotabúsviðgerð upp til 30.000 kr.

Fyrsti fundur í skiftirættinum

Fundurin í skiftirættinum verður skjótt ásettur. Skiftirætturin vil vanliga, tá ið talan er um egináheitan, bjóða seg til at áseta fundartíð innan freistina á tríggjar dagar. Ofta hava praktiskar umstøður við sær, tá ið talan er um kravánaraáheitan, at fundurin verður ásettur 1 - 2 vikur aftaná, at skiftirætturin hevur móttikið áheitanina um trotaviðgerð.

Á fundinum tekur skiftirætturin avgerð um skuldarin skal lýsast á húsagang.

Tað hendir, at sakarmálið verður útsett til ein seinni fund

  • Um ognaranum ella skuldaranum berst lógliga frá, (sjúkdómur ella líknandi) ella skuldarin vil royna at fáa eina loysn við ognararnar, og skiftirætturin heldur, at útlitini eru rímilig.

Bæði ognarin og skuldarin skulu møta til fundin. Um ognarin, ið hevur heitt um trotaviðgerðina, ikki møtir, fellur áheitanin burtur. Ofta møtir ein advokatur upp vegna ognaran. Møtir skuldarin ikki upp - og áheitaninin um trotaviðgerð er kunngjørd - kann skiftirætturin fella avgerð um húsagang uttan, at skuldarin er til staðar, ella taka avgerð um, at skuldarin skal førast fram í skiftirættin av løgregluni.

Gongdin á trotabúnum

Tá ið avgerð um húsagang verður feld/tikin, kann skuldarin ikki ráða yvir sínum ognum(aktiver) longur.

Skiftirætturin setir beinanvegin ein fyribils bústjóra, tá ið avgerð um húsagang er tikin. Ognarar, ið eru til staðar, kunnu koma við uppskotum. Skiftirætturin hevur nakrar advokatar, ið hava drúgvar royndir við trotabúsviðgerð. Vanliga verður ein av hesum advokatum settur til at vera fyribils bústjóri. Tó hevur skiftirætturin møguleika fyri sjálvur at taka sær av fyribils umsitingini av búnum. Fyribils bústjórin skal taka sær av trotabúnum til bústjóri er valdur.

Skiftirætturin kunngerð avgerðina um húsagang í Statstidende og Sosialinum. Ognarar, ið vitan er um, fáa eisini boð um húsagangin frá fyribils bústjóranum. Harumframt verður boðað frá skiftifundi, har ið bústjóri verður valdur. Fráboðanin verður kunngjørd í Statstidende og Sosialinum. Hesin skiftifundurin skal haldast innan tríggjar vikur eftir, at kunngerðingin er framd.

Um val av bústjóra, sí konkurslógini kapittul 12 og 13.

Kravroynsla

Aftaná at bústjóri er valdur, kunngerð skiftirætturin í Statstidende og Sosialinum, at ein og hvør, ið hevur krav hjá skuldaranum, verður biðin um at boða frá sínum kravi. Ein skal boða frá kravi innan eina freist sum vanliga verður ásett til 4 vikur eftir, at kunngerðingin er framd í Statstidende og Sosialinum. Í somu kunngerð verður harumframt boðað frá skiftifundi viðvíkjandi kravroynslu.

Tá ið henda freist er farin, ger bústjórin ein lista yvir tey fráboðaðu krøvini saman við einum tilmæli um krøvini skulu góðkennast ella ikki. Listin og tilmælið hjá bústjóranum liggja hereftir hjá skiftirættinum í tvær vikur til eftirskoðan, har ið fundur verður hildin og krøvini roynd.

Um roynslu av krøvum, sí konkurslógini kapittul 16.

Rokniskapur/sundurlutan

Tá ið ognirnar (aktiverne) hjá búnum eru seldar, áognirnar hjá búnum eru heintaðar inn og endalig avgerð er tikin í møguligum trætumálum, ger bústjórin eitt uppkast til rokniskap.

Hevur tað undir viðgerðini av trotabúnum víst seg, at tað bert er peningur til kostnaðin av trotabúsviðgerðini, t.e. til ómaksløn hjá bústjóranum, kostnað fyri kunngerðing í Dimmalætting og Statstidende o.a., verður trotabúsviðgerðin endað við einum § 143 rokniskapi. Í hesum sakarmálum er eingin býtisupphædd til ognararnar.

Í trotabúgvum við fleiri ognum (aktiver) skal yvirskotið, aftaná at kostnaðurin fyri trotabúsviðgerðina er rindaður, býtast millum ognararnar. Í hesum trotabúgvum ger bústjórin ein rokniskap og sundurlutarokniskap. Sundurlutarokniskapurin er uppgerðin yvir, hvussu nettoognirnar verða býttar millum ognararnar. Hetta verður framt í einari ásettari raðfylgju (kravaflokkingin). Tað er tí, at ávísir ognararar hava rætt til at verða rindaðir framum aðrar.

Trotabúsviðgerðin verður endað á einari skiftisstevnu í skiftirættinum. Skiftirætturin boðar ognarunum frá skiftisstevnuni í eini kunngerð í Statstidende og Sosialinum. Bústjórin sendir eisini eina fráboðan til ognararnar um skiftisstevnuna. Rokniskapur við fylgisskjølum og sundurlutan liggja hjá skiftirættinum í tvær vikur áðrenn fundin til eftirskoðan.

Støðan hjá skuldaranum

Ein skuldari hevur ávísar skyldur og ávís rættindi undir trotabúsviðgerðini. Skuldarin skal geva skiftirættinum og bústjóranum atgongd til allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri trotabúsviðgerðina. Henda upplýsingarskylda er eisini galdandi fyri juridiskar persónar, stjórar, nevndarlimir, grannskoðarar og avtøkustjórar sum eru farin á húsagang, harumframt persónar, ið hava haft ymisk størv. Skuldarin kann ikki fara úr Føroyum, uttan so at skiftirætturin gevur loyvi. Skuldarin skal eisini boða skiftirættinum frá, áðrenn hann fær sær nýggjan bústað ella fast uppihaldsstað. Skuldarin hevur rætt til at vera við í øllum skiftisstevnum

Hvat er ein neyðskuldarssemja?

Ein neyðskuldarsemja er ein heildarloysn við ognararnar. Tað kann antin vera talan um neyðskuldarsemju, sum eitt lið í avtøku av einum virki ella viðvíkjandi framhaldi av virkinum. Bæði fysiskir og juridiskir persónar, t.d. vinnufeløg, felagsskapir, grunnar og líknandi kunnu søkja um at fáa eina neyðskuldarsemju.

Ein neyðskuldarsemja kann umfata:

  • at skuldin verður minkað til ein ávísan prosentpart. Prosentparturin skal vanliga vera minst 10 %. (Vanlig neyðskuldarsemja).
  • eina sundurlutan av allari ella einum parti av ognini ímillum ognararnar, afturfyri at skuldarin sleppur úr skuldini, sum eftir er. (Avtøkusemja).
  • at skuldarin fær loyvi at útseta at gjalda til ognararnar. (Gjaldsfreist).

Er neyðskuldarsemja gingin á møti, kunnu krøv, sum eru ávirkað av semjuni, ikki verða grundarlag fyri lóghaldi ella úttøku í ognunum hjá skuldaranum. Hesar avmarkingar eru galdandi til neyðskuldarsemjan endar. Áheitaninin um trotabúsviðgerð verður fyribils steðgað og fellur burtur, um neyðskuldarsemja verður staðfest.

Hvussu?

Umbøn um samráðingar um neyðskuldarsemju skal latast skiftirættinum. Áðrenn umbønin verður latin inn, skulu tvey álitismenn, ein serkønur og ein roknskaparserkønur, saman gera eitt yvirlit yvir støðuna viðvíkjandi ognum og passivum hjá skuldaranum. Harumframt skulu teir gera eina frágreiðing um tær týdningarmiklastu orsøkirnar fyri, hví skuldarin søkir um neyðskuldarsemju. Tá ið lítil virki ella løntakarar søkja um neyðskuldarsemju, er tað vanliga nokk, at ein álitismaður er við.

Tá ið ein umbøn um neyðskuldarsemju verður latin inn, skal fylgjandi hjáleggjast:

  • Uppskotið um semju
  • Játtan frá minst 40 % av ognararunum (bæði eftir mongd og eftir støddini á kravinum (fordringen))
  • Støðisyvirlitið hjá álitismonnunum, harumframt frágreiðing og váttan
  • Trú- og heiðurváttan frá skuldaranum
  • Váttan um, at kostnaðurin verður fráfallin.

Rættargjaldið er 1.000 kr., sum verður rindað, tá ið neyðskuldarsemja verður gingin á møti. Tað er ikki eitt krav, at tilsjón verður tilnevnd undir neyðskuldarsemjuni, men tað er møguleiki fyri tí. Ein tilsjón er vanliga ein advokatur. Somu reglur eru galdandi fyri tilsjón undir neyðskuldarsemju, sum fyri tilsjón í gjaldsteðgi.

Fundir í skiftirættinum

Tað er skiftirætturin, ið avgerð, um neyðskuldarsemja kann fremjast. Umframt, at umbønin skal lúka krøvini í lógini, metir skiftirætturin, um tað eru rímilig útlit fyri, at semjan verður góðkend av ognararunum, og um skuldarin kann fylgja semjuni. Tá ið skiftirætturin tekur støðu til, um neyðskuldarsemjan skal fremjast, kann skiftirætturin velja at halda fund hesum viðvíkjandi, men tað er ikki eitt krav.

Aftaná at neyðskuldarsemja er framd, verður boðað ognararunum frá fundi í skiftirættinum, har tosað verður um semjuuppskotið, og ognararnir atkvøða um uppskotið. Skuldarin, álitismenninir og tilsjónin skulu vera til staðar á fundinum til tess at kunna svara spurningum.

Skiftirætturin skal eisini staðfesta semjuna, og í tí sambandi metir skiftirætturin, um ognararnir eru viðgjørdir eins, og um rímilig útlit eru fyri, at skuldarin kann fylgja semjuni. Hereftir verður neyðskuldarsemjan kunngjørd í Statstidende og Sosialinum.

Tvingsilsupploysn

Skráseting Føroya kann biðja skiftirættin um at tvingsilsupploysa parta- og smápartafeløg og ÍVF. Hetta hendir, um felagið ikki hevur eina lógliga leiðslu, felagið manglar grannskoðara ella felagið ikki hevur latið inn góðkenda ársfrágreiðing.

Aftaná at sakarmálið er viðgjørt í skiftirættinum, kann úrslitið verða, at virkið fær loyvi frá Skráseting Føroya til at endureisa felagið, at felagið verður tvingsilsupployst, at felagið verður avtikið ella, at felagið verður lýst á húsagang.

Hvussu?

Skráseting Føroya letur inn umbøn til skiftirættin um tvingsilsupploysn av einum parta- ella smápartafelagi og ÍVF. Í flestum førum boðar skiftirætturin stjóranum í felagnum til fund í skiftirættinum. Á hesum fundi skal stjórin greiða frá:

  • Stovnseting av felagnum
  • Eigaraviðurskiftunum hjá felagnum
  • Um felagið er virkið
  • Hvar felagið hevur ella hevði sítt virksemi
  • Ognum og passivum hjá felagnum
  • Um ynski er um at halda áfram við felagnum

Um tað ikki er gjørligt at boða stjóranum frá, verður ein nevndarlimur ella evt. grannskoðarin boðaður til fund. Tað er eisini møguligt, at upploysnin verður framd uttan áseting av rættarfundi, har ið ein ella fleiri av omanfyristandandi persónum hava verið fráboðaðir.

Á fundinum tekur skiftirætturin avgerð um, hvat skal henda við felagnum. Har eru 4 møguleikar: Útsetan við atliti til endurreisn, avtøka, húsagangur ella upploysn uttan eina búviðgerð.

Endurreisn

Sjálvt um sakarmálið verður sent til skiftirættin, er tað Skráseting Føroya, ið tekur avgerð um eitt felag lýkur treytirnar fyri endurreising. Um felagið skal endurreisast, skal fráboðanin vera Skráseting Føroya í hendi innan tríggir mánaðir eru farnir, síðani Skráseting Føroya tók avgerð um upploysn.

Á fundinum í skiftirættinum má felagið tí kunna vísa á, at krøvini hjá Skráseting Føroya til at felagið kann verða endurreist, eru lokin ella kunnu lúkast skjótast gjørligt. Avgerð Skráseting Føroya, aftaná viðgerðina av einari umsókn um endurreisn, at felagið kann endurreisast, tekur Skráseting Føroya umbønina um tvingsilsupploysn aftur úr skiftirættinum.

Avtøka

Ynskist felagið ikki endurreist, ella eru treytirnar fyri útsetan við atliti til endurreisn ikki loknar, tilnevnir skiftirætturin vanliga ein avtøkustjóra. Avtøkustjórin yvirtekur leiðsluna hjá felagnum og virkar í øllum viðurskiftum vegna felagið. Uppgávan hjá avtøkustjóranum er at selja ognirnar (aktiver) og gjalda ognararunum. Yvirskotið fer til parta- og smápartaeigarnar. Felagið rindar útreiðslurnar til búviðgerðina.

Húsagangur

Er felagið ikki gjaldført, verður avgerð um húsagang tikin. Vísir tað seg undir einari avtøku, at ognararnir ikki fáa sítt, skal avtøkustjórin lata inn áheitan um trotabúsviðgerð móti felagnum.

Upploysn

Hevur eitt felag als einki virði, kann skiftirætturin longu á tí fyrsta fundinum upploysa felagið uttan búviðgerð. Skiftirætturin metir, um hetta ber til, út frá frágreiðingunum hjá teimum møttu í skiftirættinum, og teimum upplýsingum, sum annars eru í sakarmálinum. 

Hjúnafelagsskifti

Um ikki annað er avtalað, er ogn tykkara felagsogn.

Eftir sundurlesing ella hjúnaskilnað skal felagsbúgvið býtast.

Er semja um hvussu ognin skal býtast, kunnu tit gera hetta sjálvi. Um tit ikki eru samd, kunnu tit fáa hjálp frá skiftirættinum. 

 

Soleiðis gera tit, um tit eru samd.

Um tit eru samd, kunnu tit sjálvi býta ognina uttan góðkenning frá myndugleika.

Tað er altíð gott at skriva eina avtalu um býtið, sum tit bæði skriva undir. Um tit hava størri ogn og trupult er at fáa yvirlit yvir býtið, er tað gott at leita sær hjálp hjá advokati.

 

Soleiðis gera tit, um tit ikki eru samd um býtið

Um tit ikki eru samd um býtið, kann hvør av tykkum biðja skiftirættin um hjálp.

Fyll út áheitan til skiftirættin um hjálp til at skifta her

Fyll út yvirlit yvir ogn og skuld her

 

Hvat skal eg gjalda fyri at fáa hjálp til at skifta?

Ongin kostnaður er við innlating av áheitan um skifti av felagsbúgvi.

Endar málið við semju á fyrsta fundi í skiftirættinum, er kostnaðurin 250 kr.

Um felagsbúgvið verður tikið undir alment skifti, skulu tit gjalda skiftigjald á 2 % av bruttoognini (tó 1 % av ogn, sum er veðsett ella hevur ognarfyrivarni). Um ognin er minni enn 15.000 kr., skulu tit tó ikki gjalda skiftigjald.

Skiftirætturin útnevnir ein advokat til at taka sær av búviðgerðini saman við skiftirættinum. Tit skulu umframt skiftigjaldið eisini gjalda kostnaðin fyri metingar og samsýningina til hjálparan, sum skiftirætturin útnevnir.

Kostnaðurin verður sum útgangsstøði goldin, tá málið endar. Skiftirætturin býtir kostnaðin millum tykkum. Um tit fáa tykkum advokat, skulu tit sjálvi gjalda fyri egnan advokat.

Møguleiki er at søkja um fría rættarførslu. Um tú ynskir at søkja um fría rættarførslu, skatl tú venda tær til Ríkisumboðið

Skuldarumskipan

Skuldarumskipan er ein skipan, har skuld verður strikað ella skerd. Verður skuldin skerd, verður avdráttarskipan sett í verk fyri restina av skuldini.   

Hvat er skuldarumskipan? 

Skuldarumskipan er ein skipan, har tú fært stóra og vónleysa skuld skerda til eina upphædd, sum tú megnar at rinda. Skiftirætturin skerjir skuldina til ein prosentpart av upprunaligu skuldini, og vanliga fevnir ein skuldarumskipan um allar tínar kreditorar. Goldið verður sambært eini avdráttarskipan, har tú skalt rinda upphæddina við mánaðarligum avdráttum í eitt áramál, ið vanliga eru 5 ár. Tú setir mánaðarliga avdráttin inn á ávísa kontu, og eina ferð um árið verður upphæddin býtt til allar tínar kreditorar í mun til tað, teir eiga á.

Í heilt serligum førum kann skiftirætturin taka avgerð um, at øll skuldin skal strikast.

Upphæddin, tú skalt rinda, verður ásett, so tú hevur ávísa upphædd eftir at ráða yvir (tiltøkuupphædd) og eina upphædd at rinda fastar útreiðslur til t.d. húsaleigu, el, hita, barnaansing og heilivág.    

Tú kanst lesa um reglurnar um skuldarumskipan í kapitli 25 – 29 í konkurslógini.

Hvør kann søkja?

Einstaklingar kunnu søkja um skuldarumskipan. Feløg, felagsskapir og slík kunnu ikki søkja um skuldarumskipan.

Hvørjar eru treytirnar fyri skuldarumskipan?   

Tvær grundtreytir eru í sambandi við skuldarumskipan:

  • at tú ikki megnar at rinda tína skuld – hvørki nú ella tey næstu árini,
  • at ein skuldarumskipan fer at hava við sær, at tíni fíggjarviðurskifti batna munandi.

Tað merkir, at tú skalt standa í vónleyst stórari skuld. Skiftirætturin metir í tí sambandi um skuldarupphæddina og metir um tínar møguleikar at rinda hana aftur.

Vanliga fæst eingin skuldarumskipan, um tú hevur:

  • ógreið fíggjarviðurskifti, t.d. ert tú arbeiðsleysur, hevur ikki fastan bústað, ert lesandi,
  • borið teg ábyrgdarleyst at í fíggjarviðurskiftum. Tað kann vera, um ein ikki so týdningarlítil partur av skuldini
    • er stovnaður, tá ið tú ikki kundi gjalda ta skuld, tú longu hevði tá
    • er ein fylgja av tí, at tú hevur tikið ov stóran fíggjarligan váða
    • er stovnaður til brúk, ella
    • er miðvíst savnaður til tað almenna,
  • stovnað eina ikki týdningarlítla skuld við revsiverdum ella endurgjaldsheftum viðurskiftum,
  • latið vera við at gjalda avdráttir av skuldini, hóast tú hevur havt rímiligar møguleikar til tað, 
  • skipað teg við tí í hyggju at fáa skuldarumskipan ella
  • sett teg í nýggja skuld, eftir at skuldarumskipanarmál er tikið upp.

Skiftirætturin kann eisini nokta skuldarumskipan av øðrum orsøkum. Skiftirætturin ger eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum máli. 

Hvussu søkir tú? 

Umsóknarblað finnur tú her. Tú kanst eisini heinta umsóknarblað í skiftirættinum.

Umsóknarblaðið skal latast skiftirættinum.

Søkja eini hjún/eitt par um skuldarumskipan, skulu tit søkja hvør sær á hvør sínum umsóknarblaði. 

Hvat hendir undir málinum?

Tá ið tú hevur latið inn umsóknarblað til skiftirættin, kallar skiftirætturin inn til fundar. Fundurin er í skiftirættinum og er ikki almennur. Í sambandi við fundin ger skiftirætturin av, um mál verður tikið upp ella ei.

Skiftirætturin fer undir skuldarumskipanarmál, um tað eru líkinda útlit fyri, at tú kanst fáa skuldarumskipan. At farið verður undir málið merkir ikki, at tú kanst vera vís/ur í at fáa skuldarumskipan.

Tá ið farið verður undir málið, útnevnir skiftirætturin ein hjálpara, og lýsing – proklama –  verður sett í Sosialin og Statstidende.

Hjálparin er ikki tín advokatur, men tann hjá skiftirættinum. Tú skalt geva hjálparanum tær upplýsingar, hann biður um. Í summum førum kemur hjálparin heim til tín at gera sær eina mynd av heiminum.  

Hjálparin skrivar í samstarvi við teg eina frágreiðing og fíggjarætlan. Hjálparin ger síðani uppskot við neyvum treytum ella korum fyri skuldarumskipanina.

Hvat fevnir skuldarumskipan um?

Skuldarumskipan fevnir um alla ta skuld, sum tú hevur til tínar kreditorar tann dag, tá ið skiftirætturin ger av at fara undir skuldarumskipan fyri teg.  

Skuld, sum m.a. hevur trygd í panti, til dømis í bili ella fastari ogn, ella er tryggjað við ognarfyrivarni, kann ikki skuldarumskipast. 

Hvat kostar tað?

Tað er ókeypis at lata inn umsókn um skuldarumskipan. 

Hevur tú vent tær til advokat, grannskoðara ella annan privatan ráðgeva fyri at fáa hjálp í málinum, skalt tú sjálv/ur rinda útreiðslur í tí sambandi.   

Kreditorfundur

Tá ið hjálparin er liðugur við tilfarið, kallar skiftirætturin inn til nýggjan fund. Kreditorarnir verða eisini kallaðir til fundar. Á hesum fundi tekur skiftirætturin avgerð um skuldarumskipan.

Ber til at kæra avgerð hjá skiftirættinum?

Bæði skuldarin og tann einstaki kreditorurin kunnu kæra avgerðir hjá skiftirættinum.

Revsimál

Mál við ella uttan nevningar

Um ákærdi noktar seg sekan, og um ákærumyndugleikin krevur eina fongsulsrevsing á fýra ár ella meira, skulu nevningar luttaka.

Dómar, sum eru feldir í býarrættinum, kunnu vanliga kærast til landsrættin, tó skulu føroysk nevningamál kærast beinleiðis til Hægsta Rætt. Er ákærdi dømdur sum fráverandi, ella er revsingin ikki hægri enn 10 dagbøtur ella ein bót á 1.000 kr., skal “Procesbevillingsnævnet” geva loyvi til kæru.

Eitt revsimál, sum er kært til landsrættin, kann bert kærast til Hægsta Rætt, um “procebevillingsnævnet” gevur loyvi.

Málseyðkenni

Nógvar ymiskar gerðir kunnu elva til revsing, m.a. harðskapur, stuldur, skattasvik og ferðslulógarbrot.
Revsing kann bert áleggjast, um gerðin svarar til lýsing og umtalu í eini lóg (t.d. revsilógini, “skattekontrolloven”, ella ferðslulógini) ella í einari kunngerð, sum ein ráðharri hevur haft heimild til at kunngera.

Eisini er tað vanliga ein treyt, at brotsmaðurin hevur virkað tilvitað (hevur haft ætlan um at fremja gerðina, ella í øllum førum haft ein varhuga av, hvat úrslit verður av hansara atburði). Í nøkrum førum, serliga tá ið talan er um brot á aðrar lógir enn revsilógina, kann brotsmaðurin eisini verða revsaður fyri gerðir, ið eru framdar við óansni (um viðkomandi ikki hevur borið seg at sum ein vanligur, skynsamur og umhugsin persónur vildi gjørt).

Tann, ið hevur framt eitthvørt revsivert, kann verða dømdur til bót, hefti ella fongsul.

Fongsulsrevsingin kan evt. gerast treytað, soleiðis, at hon bara skal sitast, um viðkomandi fremur nýggjar revsiverdar gerðir innan eina royndartíð uppá t.d. 1 ella 2 ár. Um tørvur er á tí, kunnu aðrar fylgistreytir eisini ásetast í einum treytaðum dómi. T.d. kann viðkomandi áleggjast at fremja samfelagstænastu (ólønt arbeiði á millum 40 og 240 tímar), ið Kriminalforsorgin tekur nærri støðu til. Verður arbeiðið ikki gjørt innan ta ásettu freistina, má viðkomandi inn at sita revsingina.

Aðrar fylgistreytir kunnu eisini ásetast fyri ein treytaðan dóm, t.d. at tann dømdi játtar seg til viðgerð fyri rúsdrekka-/rúsevnismisnýtslu.

Sektarmál

Mál um sektarrevsing byrja ofta við, at ákærdi verður boðsendur til rættarfund.

Møtir ákærdi og viðurkennir allar lutir, og heldur dómarin, eftir at hava hoyrt frágreiðingina hjá viðkomandi, at ákærdi er sekur, kann málið enda við, um ákærumyndugleikin tekur undir við tí, at ákærdi góðtekur eina bót. Noktar ákærdi seg sekan, má próvførsla fremjast, t.d. hoyring av vitnum, og málið verður tá avgjørt við at dómur verður feldur.

Møtir ákærdi ikki, kann rætturin fremja løgregluframføring av ákærda, áleggja ákærda eina bót, ella fella fráverudóm. Setur ákærdi seg skjótt í samband við rættin aftaná ein fráverudóm, kann málið ofta takast uppaftur.

Mál í sambandi við kanningararbeiði hjá løgregluni

Í álvarsomum málum kann rætturin longu koma upp í málið, tá ið løgreglan kannar málið. Hevur løgreglan handtikið ein undir illgruna, skal viðkomandi innan 24 tímar førast fyri ein dómara og hava advokat tilnevndan sum verja, uttan so er, at løgreglan leyslatir viðkomandi. Eru upplýsingarnar í málinum ikki nøktandi, kann rætturin leingja handtøkuna upp til 3 x 24 tímar. Gevur tilfarið grundaðan illgruna um, at viðkomandi hevur framt lógarbrot/brotsgerð, sum væntandi kann føra til fongsulsrevsing, kann rætturin, eftir umbøn frá ákæruvaldinum, varðhaldsfongsla viðkomandi.

Tó er tað eisini ein fortreyt, at orsøk er til at halda, at viðkomandi ætlar sær at flýggja, fremja nýggj brotsverk ella mótarbeiða rannsakanini.

Er illgrunin serliga styrktur, kann varðhaldsfongsling eisini fremjast, um málið antin snýr seg um eina gerð, sum væntandi førir til eina langa fongsulsrevsing, ella atlitið til ta vanligu rættaruppfatanina talar fyri, at viðkomandi ikki skal verða leyslatin. Varðhaldsfongsling kann ikki vara í meira enn 4 vikur hvørja ferð. Er varðhaldsfongslingin framd av ótta fyri, at viðkomandi ætlar sær at mótarbeiða kanningararbeiðinum, kann rætturin eisini í ávísum førum avgera, at viðkomandi skal avbyrgjast, t.v.s. útihýsast frá felagsskapi við onnur.

Rætturin skal eisini kunnast um og loyva ávísum kanningararbeiði hjá løgregluni, t.d. rannsakan, inndrátti, loynilurting (telefon) og upplating av posti.


Ájáttanarmál

Í einum stórum parti av revsimálunum, ið rætturin viðgerð, hevur ákærdi játtað seg sekan. Uppávan er tá at taka stødu til ta revsing, sum ákærdi skal hava.


Ájáttanarmál verða viðgjørd uttan vitni, men tó hevur ákærdi vanliga fingið ein verja tilnevndan.

Endurgjaldskrav

Órættaði í brotsgerðum hevur vanliga møguleika fyri at fáa rættin, tvs. dómaran, til at taka støðu til teirra endurgjaldskrav í sambandi við viðgerðina av revsimálinum. Í summum førum kann advokatur verða tilnevndur fyri at hjálpa við at gera endurgjaldskravið upp.

Leinkja til Endurgjaldsnevndina

Seinast dagførd: 23. mai 2020