Føroya Rættur

Føroya Rættur

Endamálið við Rættarhjálp Føroya er at veita ókeypis løgfrøðiliga hjálp til privatpersónar.

Rættarhjálp Føroya er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum.

Hvussu fái eg rættarhjálp?

Øll kunnu venda sær til rættarhjálpina

  • Persónar í Tórshavnar kommunu skulu venda sær til skrivstovuna persónliga. 
  • Persónar aðrastaðni í landinum kunnu venda sær til rættarhjálpina í telefon ella skriva/faksa. 
  • Persónar, sum ikki eru førir fyri at møta upp persónliga, kunnu venda sær til rættarhjálpina vid at ringja, faksa ella skriva.

Rættarhjálp Føroya
Gongin 20
FO-100 Tórshavn
tlf. +298 31 98 23

 

Hvat kann eg fáa hjálp til?

Tú kann fáa ókeypis ráðgevning og hjálp í hesum spurningum: 

  • Forsorgamál
    Rættindi til pensjónir, dagpengar, ALS og aðra hjálp frá tí almenna.

  • Avgerðir og málsviðgerð
    hjá almennum stovnum- og hjálp til at kæra avgerðir.

  • Heilsuviðgerð
    Spurningar um skeiva viðgerð á sjúkrahúsi, hjá lækna, tannlækna og spurningar um viðurskifti í tilknýti til heilsutrygd.

  • Tryggingarspurningar
    Hvat fatar tryggingin um, og hvørji eru rættindini til endurgjald.

  • Endurgjald
    Í sambandi við harðskap, stuldur ella herverk.

  • Rættindi á arbeiðsmarknaðinum
    Uppsagnir, frítíðarløn, viðbøtur o.t.

  • Seperatión, hjúnaskilnaður, konupengar, barnapengar

  • Foreldramyndugleiki

  • Rættastøðan hjá ógiftum pørum
  • Arvarættur

  • Skuldasanering

  • Umsóknir um fría rættargongd
    Um tú vilt í rættin við einum málið.

 

 

Hvat kann eg ikki fáa hjálp til?

Hjálp verður ikki játtað

  • til vinnulívsfólk, um ráðgevingin snýr seg um virksemi,
  • til skrivliga hjálp fyri at gera ognarbrøv, veðbrøv, hjúnasáttmálar o.a., 
  • til mál viðvíkjandi ærumeiðing o.a.

Kann eg fáa rættarhjálpina við í rættin?

Rættarhjálpin møtir ikki í rættinum.

  • Rættarhjálpin kann ikki umboða teg undir einum rættarmáli
  • Vanliga møtir rættarhjálpin ikki í fúta- og skiftimálum
  • Rættarhjálpin kann hjálpa við at søkja um fría málførslu og bjóða aðra vegleiðing

Hevur rættarhjálpin tagnaðarskyldu?

Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu, og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.

Seinast dagførd: 10. juni 2020