Notarius publicus
Ein notarur kann vátta, at ein givin undirskrift er verulig, ella at eitt avrit svarar til frumskjalið.
Tað er umráðandi, at ivi ikki kann sáast um, at eitt skjal, t.d. eitt testamenti, er ektað. Notarurin kann vátta, at ein undirskrift er ektað, ella at eitt avrit er samsvarandi frumskjalinum.
Bílegging av tíð til notartænastur
Allar notartænastur skulu avtalast frammanundan (minst 1 dag). Tíð hjá notarinum kann avtalast á telefon 31 10 03 millum kl. 9 – 15.
Hvat skalt tú hava við?
Um tín samleiki skal váttast á notarskrivstovuni krevst, at tú hevur almenna løgváttan við, við mynd á. Til dømis pass ella koyrikort.
Um tú skalt skriva undir eitt arvaskjal/testamenti, skalt tú hava hetta við:
- Tvey eintøk av testamentinum
- Eina framsíðu til testamenti – framsíðan fæst her
- Notarurin vil eftirkanna tín samleika og tryggja, at tú er tann tú sigur teg vera, og sum undirritar testamenti. Umframt vil notarurin tryggja sær at tú veit hvat tað er tú ger við undirskrivingini, til dømis við at umrøða innihaldið í testamentinum. Notarurin tryggja sær tó ikki um tað sum stendur í testamentinum er galdandi, tann ábyrgdin áliggur tær sum undirritar, tí kann tað vera eitt gott hugskot at fáa tað gjøgnumgingið t.d. hjá advokati. Tá testamenti og eitt avrit er undirskriva hjá notarinum, fær tú eitt eintak og rætturin hevur eitt eintak í varveitslu.
Skal eg gjalda rættargjald?
Tá ið ein undirskrift verður váttað, skalt tú gjalda eitt rættargjald á 50 kr fyri hvørt skjal, ið verður skrivað undir.
Váttan fyri hvørt avrit kostar 20 kr í rættargjaldi.
Einki rættargjald skal gjaldast, tá ið arvaskjal/testamenti verður gjørt ella tikið aftur.
Hvat geri eg, um eg ikki kann møta?
Um tað vegna sjúku berst tær frá at møta á notarskrivstovuni, kanst tú ringja á telefon 31 10 03 og avtala eina útkoyrandi notaravgreiðslu, har notarurin kemur til tín.
Í slíkum føri rindar tú sjálv/-ur møguligar útreiðslur av hesum.
Seinast dagførd: 22. november 2024