Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Ein advokatur kann geva tær ráð um løgfrøðiligar spurningar. Advokatur kann eisini føra eitt rættarmál fyri teg.

Hvat kann advokatur krevja í ómaksløn?

Tað er tann einstaki advokaturin, ið ásetur ómakslønina fyri arbeiðið. Ein advokatur má tó bara krevja eina rímiliga ómaksløn.

Tá ið mett verður, hvat ið er rímiligt, verður fyrilit tikið fyri, hvat arbeiðið er, og hvussu víðfevnt tað er.

Kann eg fáa hjálp til at rinda advokatinum ómaksløn?

Tú hevur rætt til at fáa heilt grundleggjandi munnliga ráðgeving frá einum advokati hjá Advokatvaktini ókeypis.

Tú kanst eisini fáa framhaldandi almenna rættarhjálp, lýkur tú ávísar fíggjarligar treytir.

Lýkur tú ávís krøv, kanst tú fáa fría rættargongd. Tað merkir, at staturin rindar útreiðslurnar í sambandi við rættarmálið.

Verji verður tilnevndur
Í flestu revsimálum kanst tú fáa verja tilnevndan. Tá ið  verji er tilnevndur, rindar staturin honum ómaksløn í fyrsta umfari. Um rætturin dømir ákærda sekan, er støðan tann, at viðkomandi skal endurrinda statskassanum útreiðslurnar til ómaksløn til verjan.

 

Advokatar eru útbúnir til at geva ráð um løgfrøðiligar spurningar og til at føra mál við domstólarnar. Onkrir advokatar hava serútbúgvið seg innan fyri ávís rættarøki.

Seinast dagførd: 31. august 2024