Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Fríur rættargangur er ein skipan, har ríkiskassin rindar tínar útreiðslur í sambandi við eitt sakarmál. Tað krevur, at tú lýkur fleiri treytir. Tú skalt sjálv(ur) søkja um at fáa frían rættargang.

Fært tú frían rættargang, rindar ríkið millum annað samsýningina til tín advokat og neyðugar útreiðslur í sambandi við málsviðgerðina ella upplýsingar. Tapir tú rættarmálið, rindar ríkiskassin eisini sakarmálskostnaðin til mótpartin.

 

Tú skalt sum byrjanarstøði senda tína umsókn um frían rættargang til ríkisumboðsmannin.

Kanna, um tú hevur rættarhjálpartrygging

Áðrenn tú søkir um frían rættargang, skalt tú kanna, um tín trygging fevnir um útreiðslur í sambandi við rættarhjálp. Hevur tín trygging eina rættarhjálpartrygging, sum fevnir um rættarmálið, kanst tú ikki fáa frían rættargang. Í tí førinum skalt tú nýta tryggingina til at taka á seg sakarmálskostnað og útreiðslur.

Tí eigur tú at seta teg í samband við títt tryggingarfelag fyri at kanna, um tað tekur við, áðrenn tú søkir um frían rættargang.

Fríur rættargangur

Hvørjar eru tær fíggjarligu treytirnar fyri fríum rættargangi?

Tú kanst fáa frían rættargang, er tín persónliga inntøka niðan fyri eitt ávíst upphæddarmark. Tú roknar tína inntøku við at leggja saman tína persónligu inntøku við tína positivu kapitalinntøku og tína inntøku av partabrøvum.

Uttan so, at har eru týðandi broytingar í tínari inntøku, er tað inntøkuni í undanfarna ári, tú skalt hyggja eftir. Til tess at søkja um frían rættargang  í t.d.  2020 skalt tú sostatt nýta tíni inntøkuviðurskifti fyri 2018.

Er tú gift(ur) ella livir saman við onkrum, so  skulu tínar og makans inntøkur tilsamans liggja undir eini ávísari upphædd.

Far til tey aktuellu upphæddarmørkini á heimasíðuni hjá Civilstyrelsen

Tær fíggjarligu treytirnar verða stillaðar 1. januar á hvørjum ári.

Ríkisumboðsmaðurin kann veita frían rættargang í serligum førum, hóast tær fíggjarligu treytirnar ikki eru loknar. Sama er galdandi, um málið hevur meginregluligt eyðkenni (principiel karakter) ella vanligan almennan áhuga ella umvarðandi týdning fyri umsøkjarans sosialu ella vinnuligu støðu.

Hvussu søki eg um frían rættargang?

Tær flestu umsóknirnar um frían rættargang skulu verða latnar ríkisumboðsmanninum.

Civilstyrelsen kann geva frían rættargang, verður mett, at tú hevur hóskandi orsøk  at taka upp sakarmál.

Í hvørjum føri skal eg søkja býrættin um frían rættargang?

Í fleiri førum skal umsóknin tó verða latin Føroya rætti. Í teimum førunum skalt tú handa Føroya rætti umsóknina á einum serligum oyðublaði. Tú finnur oyðublaðið undir blanketter og vejledninger.

Føroya rættur kann ikki geva frían rættargang, er tað eyðsæð, at tú fært ikki viðhald í málinum.

Føroya rættur skal taka ímóti umsóknini um frían rættargang í hesum førum:

  • Í málum, har brúkaraumboðsmaðurin ella rætturin hevur givið boð eftir marknaðarførslulógini, og har tú sum brúkari hevur rætt til afturgjalding

  • Í málum um hjúnalag og foreldramyndugleika

  • Í málum um hjúnafelagaskifti, sum verða viðgjørd í skiftirættinum. Her skalt tú geva tær far um, at í hesum málum galda serligar reglur fyri, hvat fríur rættargangur fevnir um

  • Í málum, har tú hevur fingið fult ella lutvíst viðhald í Advokatnevndini ella í einum týðandi ríkiskæruráði

  • Í málum á hægri stigi, har tú hevur fingið fult ella lutvíst viðhald í rættinum, og mótparturin hevur skotið málið  inn fyri hægri rætt.

Hvat skal umsóknin um frían rættargang innihalda?

Umsóknin skal innihalda:

  • tína ársuppgerð frá undanfarna ári (t.d. ársuppgerðina fyri 2018, søkir tú í 2020)

  • er inntøka tín í dag munandi øðrvísi enn hon, sum sæst vera í ársuppgerðini, so skalt tú leggja við tríggjar teir seinastu lønarseðlarnar, tú hevur fingið.

  • upplýsing um, hvussu nógvum heimabúgvandi børnum/ børnum undir 18 ár, tú uppiheldur.

  • ert tú gift(ur) ella livir saman við einum, skalt tú eisini lata inn ársuppgerðina hjá tínum hjúnafelaga ella tí, tú livir saman við, tí at fríur rættargangur vanliga verður mettur við støði í tykkara samlaðu inntøku.

  • hevur tryggingarfelagið noktað at rinda fyri málið, skalt tú lata avgerðina hjá felagnum inn.

Kann eg kæra, fái eg noktandi svar?

Tú hevur møguleika at kæra til rættarloyvisnevndina (Procesbevilningsnævnet), hevur umsókn tín um frían rættargang ikki fingið viðhald.

Les meir um tínar kærumøguleikar í Rættarloyvisnevndini

Seinast dagførd: 05. mai 2021