Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Her kanst tú kunna teg um, hvørjar kærumøguleikar tú hevur. Tú kanst kæra um eina avgerð og/ella ein persón.

Kæra um avgerð

Kæra um avgerð

Ert tú ikki samd/ur í eini avgerð, sum tikin er í Føroya rætti, hevur tú sum høvuðsreglu møguleika at kæra avgerðina til Eystara landsrætt.

Ymisk løgfrøðilig orð verða brúkt um tað at kæra, treytað av, hvør avgerðin er, tú vilt kæra um. Savnað eitur tað at appellera.

Føroya rættur tekur avgerð í dómi, úrskurði ella avgerð.

Vilt tú kæra dóm, eitur tað at leggja málið fyri hægri rætt. Er tað hinvegin úrskurður ella ein avgerð, tú vilt kæra um, so eitur tað at kæra.

Kæra um avgerð í borgaraligum rættarmáli – hvussu geri eg?

Kæra ein dóm 

Tú kanst sum høvuðsreglu kæra dóm í Føroya rætti í borgaraligum rættarmáli. Tað skalt tú gera innan fyri 4 vikur.

Tá ið tú fært dóm í Føroya Rætti, fært tú samstundis vegleiðing um, hvussu tú kanst kæra til landsrættin.

Gev gætur, at mál, ið snúgva seg um fíggjarlig virði 20.000 kr. í mesta lagi, kunnu bara verða kærd til landsrættin við loyvi frá Rættargangsloyvisnevndini

Se hvordan du søger Procesbevillingsnævnet om tilladelse

Tú ella advokaturin skal senda dómsskotið til Føroya rætt, sum sendir málið víðari til landsrættin.



Kæra avgerð ella úrskurð

Tú kanst kæra úrskurð ella avgerð, sum Føroya rættur tekur, til Eystara landsrætt.

Tó ikki, um úrskurðurin ella avgerðin er søgd undir høvuðssamráðing ella undir fyrireiking til høvuðssamráðing. Vilt tú kæra í tí støðuni, skal tú søkja um loyvi hjá Rættargangsloyvisnevndini

Se hvordan du søger Procesbevillingsnævnet om tilladelse

Tú kanst kæra avgerðir um málskostnað. Men gev gætur, at um málskostnaðurin er ásettur til í mesta lagi 20.000 kr., kann málið bara verða kært við loyvi frá Rættargangsloyvisnevndini.

Tú ella advokaturin skal senda kæruritið til Føroya rætt, sum sendir málið víðari til landsrættin.

Freistin at kæra er tvær vikur frá tí degi, at rætturin hevur avgjørt tað, tú kærir um.

Hvussu viðger landsrætturin málið?

Landsrætturin kann vísa frá sær at viðgera málið, um landsrætturin metir, at tað fær ikki annað úrslit enn í Føroya rætti.

Landsrætturin kann ikki vísa mál frá sær, ið er av prinsipiellum slagi, ella har aðrar grundir eru til, at málið eigur at verða viðgjørt. Landsrætturin kann heldur ikki vísa frá sær mál, sum er lagt fyri rættin við loyvi frá Rættargangsloyvisnevndini.

Í smáum málum viðger landsrætturin ofta málið á skrivligum grundarlagi. Partarnir í teimum vanligu borgaraligu málunum verða ofta innkallaðir til høvuðssamráðing.

Kann eg kæra avgerð hjá landsrættinum?

Dómur í Landsrættinum kann bara verða kærdur til Hægstarætt við loyvi frá Rættargangsloyvisnevndini.

Sí hvussu tú søkir Rættargangsloyvisnevndina um loyvi

Mál, ið lagt verður fyri Hægstarætt, krevur í øllum føri, at advokatur førir málið.

Les meira um dómskot og kæru til Hægstarætt (fyri advokatar)

Kæra um avgerð frá fútarættinum – hvussu geri eg ?

Ert tú ikki samd/ur í fútarættaravgerð, kanst tú kæra avgerðina til landsrættin.

Tá ið tú fært fútarættaravgerð, fært tú samstundis vegleiðing um, hvussu tú kærir avgerðina.

Tú skalt kæra avgerðina innan fyri 4 vikur eftir, at fútarætturin hevur tikið avgerð í málinum.


Tú kærir avgerðina við at handa inn kærurit. Í ritinum skrivar tú, hvat úrslit tú heldur, málið skal hava, og eina grundgeving fyri, hví tú heldur, at fútarættaravgerðin er skeiv. Tú skal leggja avrit við av nýggjum skjølum í málinum.

Tú skalt senda kæruritið við fylgiskjølum til fútarættin, sum hevur tikið avgerðina.

Tú skalt eisini gjalda eitt kæruavgjald. Vinnur tú málið, fært tú upphæddina aftur.

Tú skal hava loyvi frá Rættargangsloyvisnevndini at kæra til landsrættin, um:

  • avgerðin snýr seg um útreiðslur av skuld, sum hevur eitt fíggjarligt virði, sum í mesta lagi er 20.000 kr.
  • tú ætlar at kæra, at fútarætturin hevur ásett sakarmálskostnað, og sakarmálskostnaðurin er ásettur til 20.000 kr. ella minni, ella at spurningar eru um jattan til sakarmálskostnað, sum er 20.000 kr. ella minni.


Sí hvussu tú søkir Rættargangsloyvisnevndina um loyvi

Hvussu verður málið viðgjørt í landsrættinum?

Tá ið landsrætturin fær málið frá fútarættinum, kann landsrætturin meta, um tørvur er á einum fundi, og um so er, fært tú boð um tað.  Kann landsrætturin avgera málið eftir tí skrivliga grundarlagnum, fært tú boð um landsrættaravgerðina við postinum.

Kæra um avgerð í revsimáli – hvussu geri eg ?

Kæra dóm í revsimáli

Hevur Føroya rættur dømt teg í revsimáli, kanst tú kæra dómin til landsrættin, um tú ert dømdur til:

  • meira enn 20 dagbøtur
  • bót oman fyri 6.000 kr.
  • inndrátt ella
  • aðrar almennrættarligar fylgjur (sum t.d. frákenning av rættindum)

Kærufreistin í revsimálum er 14 dagar frá tí, at dómurin er sagdur. Tú kanst bara kæra, um tú vart til staðar í Føroya rætti á rættarfundinum.

Um málið er prinsipielt, kanst tú søkja Rættargangsloyvisnevndina um loyvi til, at málið kann verða kært til landsrættin, hóast nevndu treytir ikki eru loknar. Freistin fyri at søkja um loyvið er eisini 14 dagar.

Sí hvussu tú søkir Rættargangsloyvisnevndina um loyvi

Hvussu verður málið viðgjørt í landsrættinum?

Kæran kann annaðhvørt viðvíkja prógvum í málinum ella bara longd á revsingini.

Ákærdi kann kæra allan dómin í Føroya rætti ella partar av honum, t.d. ert tú ósamd/ur í metingini hjá Føroya rætti av skuldarspurninginum í onkrum av málsins viðurskiftum. Ákærdi kann eisini góðkenna, hvussu Føroya rættur metir um próvtilfarið í málinum, men kæra t.d. longdina á revsingini.

Skal landsrætturin taka støðu til prógvini í málinum, kunnu vitnini verða avhoyrd aftur. Tá ið landsrætturin bara skal taka støðu til longdina av revsingini, tekur málið vanliga styttri tíð enn í Føroya rætti.

Kann eg kæra landsrættaravgerð?

Landsrættardómur kann bara verða lagdur fyri Hægstarætt við loyvi frá Rættargangsloyvisnevndini.

Sí hvussu tú søkir Rættargangsloyvisnevndina um loyvi

Mál, sum løgd verða fyri Hægstarætt, krevja í øllum førum, at ein advokatur førir málið.

Les meira um dómskot og kæru til Hægstarætt (fyri advokatar)

Kæra um varðhaldsfongsling

Ert tú varðhaldsfongslaður, kanst tú kæra avgerðina til Eystara landsrætt um varðhaldsfongsling. Tað eitur at kæra.

Freistin fyri at kæra er 14 dagar eftir rættarfundin.

Avgerð hjá Føroya Rætti um varðhaldsfongsling og/ella avbyrging kann verða kærd beinanvegin undir grundlógaravhoyring, ella hon kann verða kærd munnliga til starvsfólkið í fongslinum, sum síðan gevur rættinum boð.     

Um ákærumyndugleikin krevur, at tú verður varðhaldsfongslaður, fært tú advokat tilnevndan – ein verja – ið umboðar teg og kann hjálpa tær við kærumálinum.

Avgerð í Landsrættinum um varðhaldsfongsling kann bara verða løgd fyri Hægstarætt við loyvi frá Rættargangsloyvisnevndini.

Kæra um ein persón

Kæra um atburðin hjá einum persóni

Heldur tú, at ein dómari ella eitt rættarsemingsfólk t.d. hevur borið seg skeivt at undir viðgerð av einum máli ella í sambandi við rættarseming, kanst tú kæra um atburðin hjá persóninum.

Hvønn kann eg kæra um?

Tú kanst kæra um dómara ella løgfrøðing í rættinum, ið dømir í einum rættarmáli. Ein løgfrøðingur í rættinum kann t.d. vera hjálpardómari, dómarafulltrúi ella ein fyribils tilnevndur dómari.

Tú kanst eisini kæra um serkønar rættarlimir og rættarmeklarar.

Í hvørjum førum kann eg kæra um rættarmeklara?

Tú kanst altíð krevja eina rættarseming at enda, ert tú misnøgdur við rættarsemingsfólkið. Tað er tí, at rættarseming krevur, at báðir partar sjálvbodnir eru við.

Tú kanst kæra um rættarmeklara, sum tú heldur hevur virkað ímóti etisku leiðreglunum fyri rættarmeklara ella á annan hátt hevur vanrøkt starvið sum rættarmeklari.  

Sí etisku leiðreglurnar fyri rættarmeklara 

Sí hvussu tú kærir rættarmeklara

Far til oyðublað at brúka, tá ið kært verður um rættarseming 

Í hvørjum førum kann eg kæra dómara?

Tú kanst kæra dómara, um tú heldur, at dómarin hevur borið seg skeivt at undir viðgerðini av einum máli.

Sambært Rættargangslógini skal tala vera um, at dómarin hevur gjørt seg ”sekan í vanrøkt ella gáloysni í embætisførsluni” ella hevur sýnt ”ósámilig ella ósømilig viðurskifti”. Tað eru ongar fastar ásetingar fyri, hvør atburður er fevndur av hugtøkunum vanrøkt, gáloysni og ósámilig ella ósømilig viðurskifti.

Tú kanst ikki kæra dómara, tí tú ert ósamd/ur í eini avgerð, sum dómarin hevur tikið.

Ert tú ósamd/ur í avgerðini, kanst tú kæra avgerðina.

Hvønn kæri eg til?

Tú kanst senda kæru til sorinskrivaran (rættarforsetan) ella til Tann serliga kærurættin.

Sorinskrivarin kann geva viðkomandi dómara, løgfrøðingi ella serkøna rættarlimi við rættin ávaring. Er kæran óskikkað at verða avgjørd av sorinskrivaranum, kann sorinskrivarin beina hana til Tann serligi kærurættin.

Kæra um sorinskrivaran skal verða viðgjørd í Eystara landsrætti ella í Tí serliga kærurættinum.

Hvussu kæri eg til sorinskrivaran?

Tú skalt senda kæruna til sorinskrivaran við vanligum brævi, um málið er viðgjørt í Føroya rætti.

Sorinskrivarin skal hava fingið kæruna innan fyri 4 vikur eftir, at tú ert vorðin kunnigur við tey viðurskifti, tú ætlar at kæra um.

 

Hvussu kæri eg til Tann serliga kærurættin?

Tú kanst kæra skrivliga til Tann serliga kærurættin annaðhvørt í vanligum brævi ella teldubrævi.

Kæran skal innihalda:

  • navnið á tí dómara, løgfrøðingi ella serkønum rætarlimi við rættin, sum tú ætlar at kæra um
  • eina lýsing av, á hvønn hátt viðkomandi dómari, løgfrøðingur ella serkøni rættarlimur eftir tínari meining hevur borið seg ósámiliga ella ósømiliga at
  • ein bústað, so kærurætturin kann skriva til tín

Send kæruna til:

Tann serliga kærurættin
Prins Jørgens Gård 13
1218 København K
Telefon: 3363 2750

Mail: densaerligeklageret@hoejesteret.dk

 

Les meira um Tann serliga kærurættin 

Nær skal eg í seinasta lagi have latið kæruna inn?

Sorinskrivarin ella Tann serligi kærurætturin skal hava fingið kæruna innan fyri 4 vikur eftir, at tú ert vorðin varugur við tað, tú ætlar tær at kæra um.

Tann serligi kærurætturin kann síggja burtur frá, at farið er út um kærufreistina, tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí. Serlig viðurskifti kunnu t.d. vera brádlig og álvarsom sjúka, ið kann vera umbering fyri, at kæran ikki er latin inn til tíðina.

Tú kanst ikki kæra til rættin um atburðin hjá løgregluni

Óhefti politikærumyndugleikin (Den Uafhængige Politiklagemyndighed) viðger og tekur avgerð um kærur um atburð hjá politistarvsfólki. Viðgerðin verður gjørd eftir § 1057 - § 1075 í rættargangslógini fyri Føroyar.

Kæra um politiið kann annaðhvørt latast beinleiðis Óhefta politikærumyndugleikanum á heimasíðuni www.politiklagemyndigheden.dk ella politinum ella ákærumyndugleikanum í Føroyum.

Politiið ella ákærumyndugleikin í Føroyum sendir kærur víðari til Óhefta politikærumyndugleikan, uttan so at kæran er egnað til notitsmálsviðgerð. Notitsmálsviðgerð er ein samrøða millum polititænastumann í høgum starvi og tann, sum hevur latið kæruna inn. Notitsmálsviðgerð hevur sum fortreyt, at tann, ið hevur latið kæruna inn tekur undir við, at kæran verður viðgjørd á tann hátt.”

 

Seinast dagførd: 31. august 2024