Kunngering
Her kanst tú lesa um kunngeringar
Innkallingar og onnur týðandi boð verða kunngjørd teimum, ið skulu hava boðini, so rætturin er vísur í, at boðini eru fingin. Kunngeringar kunnu verða boðaðar á ymsan hátt.
Tað er tann einstaki rætturin, ið ger av, hvussu hann kunnger stevningar, innkallingar og onnur týðandi boð.
Ymsir kunngerðarhættir eru. Allir kunngerðarhættir eru eins góðir, gildir og lógligir.
Brævakunngering
Rætturin sendir síni boð við vanligum brævposti. Móttakarin skal skriva undir eitt serligt prógv um, at hann ella hon hevur fingið boðini. Prógvið verður sent rættinum, og tástani eru boðini kunngjørd.
Telefonkunngering
Rætturin ringir til tann, ið skal hava eini boð kunngjørd. Hann ella hon skal eisini hava boðini skrivliga. Eftir samrøðuna sendir rætturin eina váttan um, at boðini eru fingin í telefonini.
Stevningarmannakunngering
Rætturin gevur stevningarmanninum boðini, ið skulu verða kunngjørd. Stevningarmaðurin finnur móttakaran á máli á hansara ella hennara bústaði, tilhaldsstaði, arbeiðsplássi ella aðrastaðni.
Hittir stevningarmaðurin ikki móttakaran persónliga, kann kunngeringin vera fyri hansara ella hennara familju, útleigara, arbeiðsgevara, starvsfólki o.ø.
Løgreglukunngering
Rætturin biður løgregluna finna móttakaran, um hinir hættirnir hava verið úrslitaleysir.
Statstíðindi
Ein kunngering kann at enda verða sett í Statstíðindi, um løgreglan ikki finnur rætta persónin. Í sambandi við kunngering gjøgnum Statstíðindi verður móttakarin eisini kunnaður við posti.
Í kunngering í Statstíðindum verður viðkomandi biðin um at seta seg í samband við rættin.
Les Statstíðindi online her
Seinast dagførd: 31. august 2024