Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Sum leikdómari skalt tú ikki hava serliga løgfrøðiliga útbúgving. Tvørturímóti er tankin, at tú við opnum sinni og vandnari støðutakan til tað, tú fært kunnleika um í rættinum, skalt vera við til at taka avgerð í málinum.

Sum leikdómari skalt tú ikki hava serliga løgfrøðiliga útbúgving. Tvørturímóti  er tankin, at tú við opnum sinni og vandnari støðutakan til tað, tú fært kunnleika um í rættinum, skalt vera við til at taka avgerð í málinum.

Hvussu leingi siti eg sum leikdómari?

Tú situr í fýra ár sum leikdómari. Tá ið tú verður vald(ur) sum leikdómari, er tað fyri eitt fýra ára skeið.

Hvat merkir tað, at tað er eitt borgarligt umboð?

Starvið sum leikdómari er eitt sokallað borgarligt umboð, og í fyrstu atløgu kanst tú ikki siga frá tær at vera leikdómari. Tí hevur tú eisini rætt at krevja at fáa frí úr tínum arbeiði, tá ið tú skalt vera leikdómari – og arbeiðsgevari tín má ikki áleggja tær, at tú skalt nýta frítíðina til uppgávuna.

Tú kanst undir serligum umstøðum søkja um at sleppa undan at vera leikdómari. Les meira um undantøkuna niðanfyri.

Man eg vera ógegnig(ur), inhabil(ur)?

Tá ið tú ert leikdómari, mást tú ikki vera persónliga blandað(ur) upp í – ella ávirkaður av – málinum. Snýr málið seg t.d. um stuldur frá tær, ella ert tú ella hjúnafelagin í ætt við ákærda, eitt vitni, ákæran, verjan ella aðrar persónar, sum eru upp í málinum, ert tí ógegnig(ur) í málinum og kanst ikki vera við í málinum. Tú hevur skyldu til beinanvegin at greiða dómaranum frá tílíkum viðurskiftum.

Tann ákærdi og hansara ella hennara advokatur kunnu eisini biðja rættin um at finna ein annan leikdómara, halda tey, at leikdómarin kann ikki døma heilt óvildarliga.

Áðrenn høvuðstingingarnar byrja, verður gegnisspurningurin umrøddur við dómaran. Er nakað ivasamt, skalt tú bera spurningin fram í rættinum.

Tú mást ikki lata teg ávirka av viðurskiftum, sum koma uttanífrá, t.d. umtalu av málinum í miðlunum ella millum næstingar og vinir.

Nær havi eg talufrælsi, og nær havi eg tagnarskyldu?

Tá ið tú ert partur av rættinum, eru nakrar serligar reglur galdandi fyri tagnarskyldu og varni.

Tagnarskylda er fyri tær samráðingar og atkvøðugreiðslur, sum hava verið um rættarins avgerð av sakarmálinum. Tú mást ikki skifta orð við tínar næstingar og vinir um gangandi sakarmál og eigur sum heild heilt yvirskipað at sýna varni um tey viðurskifti, tú fært kunnleika um í rættinum.

Tú hevur talufrælsi eins og onnur og kanst tí vera við í tí almenna orðaskiftinum og koma fram við tínum persónligu meiningum. Tað er eisini galdandi fyri evni við sambandi til dómstólarnar. Tú mást kortini, sum eitt ógviliga greitt grundstøði, hvørki undir ella eftir avgerðina í rættinum bera nakað fram um tað ítøkiliga málið til almennu fjølmiðlarnar ella sosialu miðlarnar.

Tú eigur at at gáa um, at almennar útsagnir, ikki minst sterkar rættarpolitiskar útsagnir, kunnu gera tað, at tú verður ógegnig(ur) í komandi málum. Skrivar tú t.d. á Facebook, at tú fert ikki at revsa nýtsluna av hassji, kann tað merkja, at tú kanst ikki vera við sum dómsmaður í málum um at hava hassj í varðveitslu.  

Fái eg samsýning sum leikdómari?

Sum leikdómari fært tú 1.100 kr. um dagin og 120 kr. fyri hvørja nátt, tú ert heiman (tó við fyrivarni, at samsýningin kann vera broytt).

Býrt tú meira enn tríggjar kilometrar frá staðnum, har ið rætturin situr, fært tú ferðakostnaðin endurgoldnan, vanliga svarandi til kostnaðin fyri ein standardferðaseðil.

Rætturin upplýsir TAKS um samsýningina, og A-skattur verður tikin av upphæddini.

Hvussu verða dómsmenn og nevningar boðsendir?

Dómsmenn fáa boð um at koma til eitt mál í minsta lagi tríggjar dagar undan fundinum, og nevningar í minsta lagi eina viku frammanundan.

Freistin fer vanliga at vera nakað longri, men kann eisini í hastandi førum gerast styttri. Innkallingin fer fram við posti ella um telefonina í hastandi førum. Heldur tú, at tú hevur haldgóða orsøk til ikki at møta, t.d. vegna sjúku, ella tí at tú ert heiman henda dagin, skalt tú geva rættinum boð so skjótt, sum til ber. Møtir tú ikki og hevur ikki lógligt forfall, er vandi fyri, at tú fært bót.

Vanliga verður tú boðsend(ur) til ein heilan rættardag, sum fevnir um 1–3 mál. Verður málið útsett, t.d. tí eitt týðandi vitni ikki er komið, so skalt tú møta aftur einaferð seinni, tá ið málið kann verða avgreitt.

Einstøk mál eru so stór, at tú fært sum uppgávu av virka sum leikdómari í fleiri dagar ella vikur.

Hvat hendir, komi eg ikki til ein rættarfund?

Møtir tú ikki á fundi og hevur ikki givið rættinum boð um tað, verður málið oftast seinkað, tí rætturin skal boðsenda einum nýggjum dómsmanni at møta fyri teg. Av tí at so nógv eru uppi í sakarmálunum – ákærd, verji, ákæri, vitni, hinir dómsmenninir og dómarar – kemur seinkan ógviliga illa við og er orkukrevjandi.

Ein dómsmaður ella nevningur, sum ikki kemur til rættarfundin og hevur ikki lógligt forfall, kann rokna við at fáa bót frá rættinum.

Eru serligar reglur fyri klædnabúna og atferð í rættinum?

Tú eigur t.d. ikki at stíga fram í skygnum klæðum, vera undir kaskett ella í baðisandálum. Tú eigur heldur ikki at koma í klæðum, vísa tatoveringar ella bera smúkkur, sum boða frá politiskum sjónarmiðum og tílíkum.

Tú skalt vísa virðing og hava fatan fyri tí ymisleika, tú kanst uppliva í rættinum. Tú eigur tí at vera uttanveltaður í rættinum. Tú mást hvørki við kropsmáli, hugsanartilskilan ella á annan hátt greiða frá tínari uppfatan av tí, ið fer fram undir høvuðssamráðingunum. Tað kann verða skilt soleiðis, at tú heldur við øðrum partinum.

Tú mást ikki hava fartelefon við inn í rættarsalin. Tú mást heldur ikki hava mat ella drykkjuvørur við inn í rættarsalin. Vatn er sett fram í salinum.

Uttan fyri rættin skalt tú ikki koma tær í samband við nakran, sum hevur við sakarmálið at gera.

Hvussu er trygdin í rættarbygningunum?

Áðrenn rættarfundurin byrjar og í sambandi við steðgir hevur tú sum leikdómari møguleika at vera í einum serligum avskildraðum rúmi, sum hinir brúkararnir í rættinum (advokatar, ákærar, áhoyrarar o.a.) ikki hava atgongd til.

Tað eru millum annað  sett vakmynda- og ávaringartól upp í rættarbygningunum, sum dómarin kann nýta (tendra/trýsta á) undir rættargongdini til tess at senda boð eftir hjálp. Í sambandi við størri revsimál er løgreglan ofta til staðar í rættarsalinum.

Kennir tú teg ótrygga(n) at fara út úr rættarbygninginum, tá ið rættarfundurin er lokin, kanst tú venda tær til rættarins starvsfólk, sum kunnu vísa til aðra útgongd. Har afturat hevur tú eisini møguleika at uppihalda tær eitt bil í rættarbygninginum eftir rættarfundin. Tað kann verða avtalað við rættarins starvsfólk.

Tað er bara hendingaferð, at leikdómarar verða fyri hóttanum ella øðrum ótespiligum hendingum í rættinum. Upplivir tú okkurt ódámligt í sambandi við hjáveru tína í rættinum, skalt tú straks kunna rættarins starvsfólk um tað.

Rættarins starvsfólk eru altíð til reiðar, hevur tú spurningar um trygdina.

Upplýsingar til arbeiðsgevara tín

Fyrst ið tú ert tilnevnd(ur) sum leikdómari, hevur tú skyldu at møta, tá ið tú verður verður boðsend(ur) at døma í sakarmáli. Tað slagið av møtiskyldu verður nevnt borgarligt umboð, og tú skalt hava serligar og týdningarmiklar grundir fyri at geva avboð. Tað merkir eisini, at arbeiðsgevari tín skal geva tær frí, tá ið tú verður boðsend(ur).

 

Kann eg sleppa undan at vera leikdómari?

Tú kanst undir serligum umstøðum søkja um at sleppa undan at vera leikdómari. Tað er t.d. galdandi fyri persónar í størvum, sum hóska illa saman við starvinum sum leikdómari. Sama er galdandi, hevur tú fylt 60 ár, ella tú av heilsuávum ella vinnuviðurskiftum ikki kanst átaka tær uppgávuna sum leikdómari. Flytur tú úr Føroyum, ella hevur tú í tvær setur verið úttikin at standa á nevninga- og dómsmannalistum, so kanst tú eisini søkja um undantøku.

Vilt tú sleppa undan, so skalt tú senda umsókn til tann rættin, ið hevur kjósað teg millum hini á listanum.

Skalt tú vera dómsmaður

Reglur fyri dómsmenn

Tær sakir í Føroya rætti og Eystara landsrætti, sum verða gjørdar av einum løgfrøðiligum dómara og dómsmonnum, verða nevndar dómsmannasakir. Í Føroya rætti eru tveir dómsmenn og ein løgfrøðiligur dómari við. Tann lógkøni dómarin er rættarformaður. Í landsrættinum eru tríggir løgfrøðiligir dómarar og tríggir dómsmenn. Ein av teimum løgfrøðiligu dómarunum er rættarformaður.

Tú skalt altíð upplýsa, kennir tú onkran av pørtunum í málinum, ella eru har onnur viðurskifti, sum gera teg ógegniga(n).

Sum dómsmaður fært tú fyri fyrstu ferð ákæruritið at síggja, tá ið tú møtir í rættinum. Í landsrættinum fært tú flýggjað eitt avrit av áður søgdum dómi í málinum í Føroya rætti. Dómurin inniheldur eisini ákæruna.

Sum dómsmaður skalt tú skriva undir eina váttan, har tú lovar ansin at fylgja við tí, ið fyriferst í rættinum, at tú fert at døma eftir tí, tú sært verða prógvað, og at tú vilt fylgja lógini.

Soleiðis byrjar rættarfundurin

Rættarfundurin byrjar við, at ákæruritið ella dómurin, sum er vorðin kærdur, verður lisin upp. Síðani kann ákærin møguliga geva fleiri upplýsingar um málið, men tað vanliga er, at beinanvegin verður farið at hyggja at prógvunum í málinum.

Prógvini eru aðaltátturin í hvørjum revsimáli. Fyrst verður hin ákærda/ákærdi avhoyrd(ur), og síðani verða vitnini avhoyrd. Skjøl, ið hava týdning fyri málið, verða gjøgnumgingin og víst fyri bæði dómsmonnum og løgfrøðiligum dómarum.

Vilt tú fegin hava fleiri upplýsingar, kanst tú seta spurningar, men tú skalt fyrst biðja rættarformannin um orðið. Rættarformaður er tann skipandi løgfrøðiligi dómarin í málinum.

Eftir próvførsluna

Tá ið rætturin hevur hoyrt og sæð øll prógv, ger fyrst ákærin og síðani verjin greiðu fyri, hvussu teir meta málið. Tað verður nevnt dómsviðgerð (procedura). Áðrenn dómararnir fara burturfrá til tess at gera málið av, fær ákærdi høvi at koma við einari endandi útsøgn.

Tá ið tú ert dómsmaður, so ert tú við í metingini og avgerðini av málinum javnsett(ur) við teir lógkønu dómararnar. Sum dómsmaður ert tú ikki bara við til sjálva avgerðina av málinum, men eisini við til at gera nakrar  úrskurðir – dómsniðurstøður – sum støða møguliga skal verða tikin til á rættarfundinum.

Skuldarspurningurin

Sum dómsmaður skalt tú taka støðu til, um ákærdi er sekur í tí, hann ella hon er ákærd(ur) fyri. Tú kanst eisini koma at taka støðu til, um ein gerð er framd  eftir tilætlan, t.e. við vilja, ella um  tað snýr seg um revsivert gáloysni.

Ákærumyndugleikans uppgáva er at prógva, at ákærdi er sekur. Er rímiliga grundað óvissa um, hvørt ákærdi er sekur, skal hann ella hon verða frídømd(ur). Tá ið tú skalt meta málið, mást tú bara leggja dent á tað, ið verður sagt í rættinum. Har er einki, tú skalt lesa uppá, áðrenn tú møtir í rættinum.

Revsing og revsingaráseting

Tá ið tú ert dómsmaður, ert tú við til at gera av, hvørja revsing ákærdi skal fáa, og um revsingin skal vera treytað ella treytaleys. Har afturímóti eru tað bara teir løgfrøðiligu dómararnir, ið gera av, um hin ákærda/ákærdi skal gjalda endurgjald, og um ákærda/ákærdi skal verða varðhaldsfongslað(ur) eftir dómin.

Skalt tú vera nevningur

Reglur fyri nevningar

Tá ið tú ert nevningur, situr tú í rættarsalinum saman við hinum nevningunum í málinum, men tit eru sundurskildir, burtur frá løgfrøðiligu dómarunum í málinum.

Nevningar sita í somu raðfylgju, sum teir eru úttiknir. Tá ið tit koma inn í rættarsalin, fáa tit handað ákæruritið og onnur skjøl í málinum. Tit mugu ikki taka skjølini við út úr rættarsalinum undan umráðingini (voteringini). Sum nevningur mást tú heldur ikki lata nøkrum øðrum skjølini ella taka tey heim við.

Tú mást heldur ikki tosa við onnur um málið uttan fyri rættarsalin, áðrenn dómurin er feldur. Í rættarsalinum mást tú bara hava samtalu ella samband við dómararnar.

Í rættarsalinum skalt tú sum nevningur lova, at tú fert ansin at fylgja málinum og døma, sum tú heldur vera rætt eftir lógini og grundað á tey prógv, sum verða løgd fram í málinum. Hvør nevningur skal standandi og hvør fyri seg svara: “Tað lovi eg upp á æru og trúgv”.

Soleiðis byrjar rættarfundurin

Í Føroya rætti byrjar eitt nevningamál við tí, at ákæruritið verður lisið upp. Í landsrættinum byrjar málið við tí, at dómurin úr Føroya rætti verður lisin upp.

Síðani greiðir ákærin í stuttum frá ákæruni, og so verður farið undir próvførsluna. Hin ákærda/ákærdi verður fyrst avhoyrd(ur), og síðani verða møgulig vitni avhoyrd. Tey týdningarmestu skjølini verða eisini løgd fram og gjøgnumgingin.

Sum nevningur hevur tú møguleika at seta spurningar til teirra, ið verða avhoyrd. Tó skalt tú fyrst biðja rættarformannin um orðið. Rættarformaður er tann skipandi løgfrøðiligi dómarin í málinum.

Sum nevningur skalt tú ikki taka støðu til spurningar ella viðurskifti, sum hava við sjálva gongdina í rættarmálinum ella sjálva próvførsluna at gera.

Skuldarspurningurin

Tá ið prógvini eru løgd fram, gera fyrst ákærin og síðani verjin fyri ákærdu/ákærda greiðu fyri, hvussu teir meta um skuldarspurningin. Tað verður nevnt dómsviðgerð (procedura). At enda fær ákærda/ákærdi møguleika at fáa orðið.

Tað er tú sum nevningur, ið saman við hinum nevningunum í málinum og lógkønu dómarunum í málinum gert av, um ákærda/ákærdi er sek(ur) ella ósek(ur). Í nevningamálum verður skuldarspurningurin avgjørdur av nevningunum og dómarunum í felag. Umráðingin (voteringin) fer fram í rúmi uttan fyri rættarsalin undir leiðslu av rættarformanninum, sum er skipandi løgfrøðiligi dómarin í málinum.

Hvør dómari og hvør nevningur hevur eina atkvøðu. Nevningarnir greiða atkvøðu fyrst. Rættarformaðurin biður hvønn einstakan nevning um hansara ella hennara atkvøðu í teirri raðfylgju, nevningarnir eru valdir. Síðani atkvøða dómararnir soleiðis, at rættardómarans atkvøða verður hin seinasta.

Avgerðin um skuldarspurningin verður nevnd skuldarúrskurður. Í úrskurðinum skal verða upplýst, hvussu mangir nevningar og løgfrøðiligir dómarar hava atkvøtt fyri ávikavist fríkenning og dómssøgn.

Til tess at fáa ein ákærdan persón dømdan í Føroya rætti skulu í minsta lagi fýra nevningar av seks og tveir løgfrøðiligir dómarar av trimum atkvøða fyri. Í landsrættinum skulu í minsta lagi seks nevningar av níggju og tveir løgfrøðiligir dómarar av trimum atkvøða fyri.

Úrskurðurin skal innihalda grundina fyri, at úrslitið verður soleiðis, og fæst ikki semja, skal eisini minnilutans sjónarmið verða upplýst. Koma tit sum nevningar saman við løgfrøðiligu dómarunum í málinum fram til, at ákærda/ákærdi er ikki sek(ur), verður ákærda/ákærdi alt fyri eitt frídømd(ur) av rættinum.

Revsing og revsingaráseting

Halda tit ákærdu/ákærda vera seka(n), heldur sakarmálið fram inni í rættarsalinum á tann hátt, at ákærin og verjin bera fram, hvørja revsing ella revsitiltak ákærda/ákærdi skal fáa. Teir kunnu eisini taka onnur viðurskifti uppí, ið ikki áður hava havt orsøk til at verða tikin við í rættarmálið. Báðir partar hava í hesum sambandi møguleika at koma við prógvum, men teir mugu ikki gera tað til ivamál, hvørt ákærda/ákærdi er sek(ur) ella ikki. Síðani fær ákærda/ákærdi orðið.

Eftir hetta koma nevningarnir og dómararnir saman aftur í rúmi uttan fyri rættarsalin. Her skulu tit í felag gera av, hvørja revsing og møguliga onnur revsitiltøk tann ákærda/ákærdi skal verða dømd(ur) til. Tað er rættarformaðurin, ið stýrir fundinum. Tá ið tit skulu atkvøða um revsing og revsitiltøk, hava teir løgfrøðiligu dómararnir tilsamans eins nógvar atkvøður og nevningarnir.

Atkvøðugreiðslan í Føroya rætti fer fram á tann hátt, at tveir nevningar og ein dómari skiftast at atkvøða. Nevningarnir atkvøða fyrst.

Í landsrættinum atkvøða tríggir nevningar og ein dómari aðruhvørja ferð. Stendur á jøvnum í atkvøðum um revsingarásetingina, so geldur tað úrslitið, ið er best fyri ákærdu/ákærda.

 

Seinast dagførd: 31. august 2024