Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Her kanst tú lesa um mál í fútarættinum

Tú kanst koma í samband við fútarættin, um onkur vil tvinga eitt  krav ígjøgnum ímóti tær. Fútarætturin er ikki ein sjálvstøðugur rættur, men ein partur av býarrættinum.

Úttøka (Eigur tú pening til góða?)

Ein kravánari, sum eigur pening til góða, kann fáa fútarættin at hjálpa til at krevja peningin inn frá skuldaranum.

Frammanundan skal kravánari hava fingið ein dóm fyri upphæddina. Eitt skuldabræv, ein sjálvboðin sátt ella eitt  veðbræv, sum skuldarin hevur undirritað, kann tó eisini vera grundarlag fyri fútamálinum, sbr. § 478 í rættargangslógini.

Vanliga boðar fútarætturin fyrst skuldaranum á ein fund á skrivstovuni. Á fundinum, sum eitt  skrivstovufólk við serligari heimild vanliga stýrir, skal skuldarin greiða frá fíggjarligu viðurskiftunum hjá sær sjálvum og hjá húskinum. Kravánari ella advokatur kravánarans (fútamálskrevjari) skal eisini koma við á fund, uttan so at kravið er undir 2.500 kr.

Endamálið við fundinum er at geva kravánara trygd (úttøku) í virðislutum skuldarans sum t.d. innbúgvi, bili ella húsum. Samstundis verður ofta gjørd ein avtala um stigvísa avdráttarskipan um at gjalda skuldina. Heldur skuldarin ikki hesa avtalu, kunnu lutirnir ella húsini verða seld á uppboðssølu.

Kemur skuldarin ikki á fundin á skrivstovuni, kann tann, sum viðger málið, biðja løgregluna um at fara eftir viðkomandi. Starvsfólkið í fútarættinum kann eisini sjálvt saman við kravánara fara út og útvega sær atgongd til bústaðin hjá skuldaranum.

 

Les meira um úttøku á felagssíðuni fyri Danmarks Domstole

 

Kommer skyldneren ikke til mødet på kontoret, kan den, der behandler sagen, bede politiet om at hente den pågældende. Medarbejderen i fogedretten kan også selv sammen med kreditor tage ud og skaffe sig adgang til skyldnerens bopæl.

 




Læs mere om udlæg på den fælles side for Danmarsk Domstole

Tvingsilsuppboðssølur

Tvingsilsuppboðssøla av fastogn – har skuldarin ella familja hansara býr:

Um ein kravánari letur inn áheitan um tvingsilsuppboðssølu av einari fastogn, har skuldari ella familja hansara býr, byrjar málið við, at skuldarin verður boðaður at koma á fund á skrivstovuni hjá fútarættinum.

Endamálið er at vegleiða skuldaran um, hvat ið er um at henda við ognini, og hvørjar skyldur avvarðandi hevur í tí sambandi. Skuldarin kann fáa eina freist til at verja seg fyri uppboðssøluni. Har er eisini møguleiki fyri undir ávísum treytum at fáa tilnevndan ein advokat ella at fáa ein fastognameklara til at royna at selja ognina undan uppboðssøluni.

Vanlig dómsviðgerð í sambandi við tvingsilsuppboðssølur

Skuldarin og øll við veð ella øðrum heimildum í ognini verða skrivliga boðað at koma á tvingsilsuppboðssøluna. Ein lýsing verður sett í Sosialin, umframt møguligar aðrar viðkomandi heimasíður í Føroyum og í Danmark, t.d. www.ogn.fo og www.statstidende.dk. Tvingsilsuppboðssølan stendur eisini á listanum yvir rættarmál í Føroya rætti. 

Tvingsilsuppboðssøla av leysafæ

Mál um tvingsilsuppboðssølu av leysafæ (oftast møblar og annað innbúgv umframt bilar) verða ikki viðgjørd í fútarættinum. Fútarætturin beinir málini til løggilda uppboðshaldaran, Bjørn á Heygum advokat. Framman undan tvingsilsuppboðssølu av leysafæ skal kravánari biðja um loyvi frá fútarættinum. Loyvi verður latið, um skuldari ikki hevur hildið møguligar avdráttaravtalur og úttøkan ikki er fyrnað. Kravánari kann eisini biðja um hjálp frá fútarættinum til at heinta lutirnar.

 

Tá ið luturin er seldur, sendir uppboðssøluhaldarin upphæddina, ið inn er komin, til fútarættin, sum býtir vinningin út.



Les meira um tvingsilsuppboðssølu á felagssíðuni fyri Danmarks Domstole

At seta leigara út og at heinta lutir

Fútarætturin kann hjálpa fastognaánarum við at seta leigarar út, um teir ikki longur hava rætt til leigumálið.

Sambært løgtingslóg nr. 60. frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum skal Leigunevndin hava eftirlit við, at lógin verður hildin, og taka avgerð í trætumálum millum útleigara og leigara, herundir góðkenna uppsøgn av leigumáli.  

Ein eigari, sum vil hava hjálp frá fútarættinum til at seta leigara út, skal tí fyrst snúgva sær til Leigunevndina. Áheitanin til fútarættin verður síðan løgd saman við avgerðini hjá Leigunevndini.

Afturtøka av ognarlutum við ognarfyrivarni, leigaðum ognarlutum m.v.

Fútarætturin kann hjálpa eigarum at heinta útleigaðar ella útlæntar ognarlutir umframt lutir, sum eru seldir at gjalda aftur í pørtum við ognarfyrivarni. Treytin er, at leiga og avdráttur ikki eru goldin.

At útflýggja eitt barn

Foreldur, ið ikki búgva saman við børnum sínum, kunnu fáa Familjufyrisitingina til at áseta stevnumið fyri atgongd teirra til samveru við børnini. Um tað av foreldrunum, sum børnini búgva hjá, ikki lagar seg eftir avgerðini frá Familjufyrisitingini, kann hitt av foreldrunum fáa hjálp frá fútarættinum.

Onkuntíð er neyðugt beinleiðis at fara eftir børnunum, eins og tann, sum hevur foreldramyndugleikan, kann fáa hjálp til at fáa barnið aftur eftir samveru.

Ætlar tú at biðja fútarættin um hjálp, skalt tú útfylla oyðublaðið her niðanfyri og senda tað til fútarættin.

Far til oyðublaðið Andmodning til fogedretten om udlevering af barn.

Rættargjøld

Lógarkunngerð nr. 217 av 13. mai 1981 um rættargjøld, sum varð sett í gildi fyri Føroyar við lóg nr. 794 frá 26. novembur 1986.
Fútarættarviðgerðir eru nærri umrøddar í 3. kap.

Fútamál: 80 kr. + ½% av upphædd yvir 3.000 kr.
Eykagjald fyri løgregluframføring av skuldaranum og rættarfundi í bústaði skuldarans: 150 kr.
Afturat koma møguligar útreiðslur til koyring og lásasmið.

Úrskrift av fútabókini: 20 kr. fyri fyrstu síðu og 5 kr. fyri fylgjandi síður.

Tvingsilsuppboðssølur: 150 kr. tá ið áheitan verður latin inn. Harumframt skal uppboðssølukeypari rinda ½% av boðsupphæddini og útreiðslur uttan fyri boðsupphæddina.

Seinast dagførd: 31. august 2024