Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Skiftirætturin viðger mál um deyðsbúgv, skuldarumskipan, fíggjartrot, at býta felags ogn og mangt annað.

Skiftirætturin viðger mál, har peningaupphædd ella virði skulu skifta eigara uttan at verða keypt. Tað kann t.d. vera, um ein persónur er deyður, um eini hjún skulu skiljast, ella um eitt  vinnuvirki fer á húsagang.

Skiftirætturin hevur eisini ábyrgd av at umskipa skuld hjá privatpersónum, fíggjartrot, endurreising og feløgum, sum verða tvingsilsupployst.

Hvussu byrjar eitt mál um deyðsbúgv

Tá ið ein av okkara næstringum doyr, skal støða takast til, hvussu búgvið skal viðgerast.

Tá skiftirætturin fær fráboðan um eitt andlát, verður eitt skiftimál stovnað.

Skiftirætturin kannar m.a., um tann deyði hevur gjørt notartestamenti og sendir síðani fráboðan um andlátið til ymiskar stovnar og myndugleikar.

Skiftirætturin sendir eisini bræv til fyribils samskiftispersónin. Samskiftispersónurin er tann, sum stendur nevndur á deyðsfráboðanini. Í brævinum verður samskiftispersónurin biðin um at ringja til skiftirættin at fáa vegleiðing um skiftihættir. Skiftirætturin hevur tlf. +298 35 84 00.

Brævið til samskiftispersónin kann nýtast sum heimild at biðja um útskriftir frá peningastovnum v.m.

Samskiftispersónurin hevur ábyrgd av at seta seg í samband við møguligar arvingar og at kunna seg við fíggjarligu viðurskiftini hjá tí deyða. Um so er, at samskiftispersónurin ikki sjálvur er arvingur, áliggur tað viðkomandi at boða skiftirættinum frá beinanvegin.

Hvør ræður yvir virðum og ognum

Við andlát verða allar bankakontur, sum tann deyði stóð fyri, stongdar. Virði og ognarlutir mugu hvørki seljast ella flytast uttan váttan frá skiftirættinum.

Hvussu skal búgvið avgreiðast

Arvingarnir skulu taka støðu til, hvussu teir ynskja búgvið avgreitt.

Um so er, at arvingarnir ætla at lata ein advokat taka sær av skiftinum teirra vegna, skal tað fráboðast skiftirættinum skjótast gjørligt.

Skiftihættir

Jarðarferðarútlegg

Um ognirnar hjá tí deyða hava eitt samanlagt virði á minni enn 45.000 kr., kann búgvið enda sum jarðarferðarútlegg. Hetta merkir, at ognirnar hjá tí deyða verða latnar tí, sum hevur goldið ella skal gjalda jarðarferðina. Onki verður sostatt at arva og onki arvaavgjald goldið.

Tann, sum fær búgvið útflýggjað sum jarðarferðarútlegg, heftir einans fyri útreiðslurnar í sambandi við jarðarferðina. Viðkomandi heftir ikki fyri skuld hjá tí deyða.

Vanligt er, at tann, sum fær búgvið útflýggjað sum jarðarferðarútlegg, tekur sær av at rigga bústaðin hjá tí deyða av.

Umsókn um jarðarferðarútlegg skal latast í originali til skiftirættin sum skjótast og í seinasta lagi innan 3½ mánaðir eftir andlátið. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan á 20 kr. flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta umsóknarblað - jarðarferðarútlegg

Hjúnafelagaútlegg

Eftirsitandi hjúnafelagi hevur rætt til at fáa so nógv av felagsbúnum, at virðið av hesum og møguligari serogn hjá eftirsitandi hjúnafelaga í mesta lagið er 12.000 kr.

Um felagsbúgv og møgulig serogn hjá eftirsitandi hjúnafelaga hava eitt samanlagt virði á í mesta lagi 12.000 kr., kann búgvið endast sum hjúnafelagaútlegg. Hjúnafelagin yvirtekur tá alt búgvið. Onki verður sostatt at arva og onki arvaavgjald goldið.

Hjúnafelagin heftir fyri skuld hjá tí deyða.

Umsókn um hjúnafelagaútlegg skal latast í originali til skiftirættin sum skjótast og í seinasta lagi innan 3½ mánaðir eftir andlátið. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan á 20 kr. flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta umsóknarblað - hjúnafelagaðaútlegg
 

Óskift búgv

Um deyði var giftur og átti børn, kann eftirsitandi hjúnafelagi søkja um at sita við óskiftum búgvi. Óskift búgv merkir, at skiftið av felagsbúnum verður útsett, til eftirsitandi hjúnafelagi doyr ella sjálv/ur ynskir at skifta búgvið.

Í einum óskiftum búgvi átekur eftirsitandi hjúnafelagi sær alla skuld og kautiónir hjá tí deyða. Ein eftirsitandi hjúnafelagi kann ikki søkja um óskift búgv, um hon/hann ikki sjálv/ur hevur nóg mikið av ognum til at svara hvørjum sítt, ella er undir trotabúarviðgerð.

Serbørn/felagsbørn - samtykki

Um tann deyði átti serbørn, krevst samtykki til óskift búgv frá teimum. Serbørn kunnu ikki taka eitt givið samtykki aftur. Serbørn eru børn hjá tí deyða, men ikki børn hjá eftirsitandi hjúnafelaga. Frá felagsbørnum krevst ikki samtykki.

Til ber at skifta við serbørn og sita í óskiftum búgvi við felagsbørnum.

Heinta oyðublað - samtykki til óskift búgv

Serogn – skal skiftast

Um tann deyði átti serogn, skal hon skiftast beinanvegin og kann ikki verða partur av einum óskiftum búgvi. Støða má takast til, hvussu serognin skal skiftast. Sí frágreiðing um privat skifti, alment skifti og møguliga jarðarferðarútlegg.

Nær skal umsókn um óskift búgv latast inn?

Umsókn um óskift búgv skal latast skiftirættinum í originali skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánaðir eftir andlátið. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftiviðgerð við tí kostnaði, sum hetta hevur við sær.

Umsóknin skal skrivast undir av eftirsitandi hjúnafelaga. Møgulig samtykki skulu undirskrivast av serbørnum og leggjast við umsóknini í originali. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan á 20 kr. flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta umsóknarblað - óskift búgv

Uppgerðir, sum skulu latast inn

Ein uppgerð yvir felagsbúgvið hjá deyða og eftirsitandi hjúnafelaga skal latast skiftirættinum í originali innan 6 mánaðir eftir andlát.

Ein uppgerð yvir møguliga serogn hjá eftirsitandi hjúnafelaga skal eisini latast skiftirættinum í originali innan 6 mánaðir eftir andlát.

Uppgerðirnar skulu skrivast undir av eftirsitandi hjúnafelaga. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta oyðublað - uppgerð yvir felagsbúgv

Heinta oyðublað - uppgerð yvir serogn hjá eftirsitandi hjúnafelaga

Privat skifti

Eitt búgv kann latast til privat skifti, um:

  • allir arvingar eru samdir um tað, og
  • allir arvingar eru 18 ár ella eldri og ikki undir verjumáli, og kunnu svara hvørjum sítt, og
  • allir arvingar eru solventir.

Í privatum skiftum átaka arvingarnir sær í felag alla skuld, kenda sum ókenda, og møguligar kautiónir hjá tí deyða.

Allar avgerðir verða tiknar av arvingunum í felag. Arvingarnir skulu sjálvir taka sær av praktisku avgreiðsluni av búnum.

Arvingarnir eiga til dømis at:

  • gera kontur og møgulig lán hjá tí deyða upp
  • umskráseta fastar ognir í tingbókini og eisini kunna SEV, oljuveitara og tryggingarfelag um broytingarnar
  • umskráseta akfør, akfarstryggingar og vektgjald
  • avlýsa hald, t.d. telefon, kringvarp o.s.fr.

Um eitt búgv fyrst er latið arvingunum til privat skifti og seinni verður tikið undir alment skifti, ábyrgdast arvingarnir tó framhaldandi fyri møguliga skuld og kautiónir hjá tí deyða.

Nær skal áheitan um privat skifti latast inn?

Áheitan um privat skifti skal latast skiftirættinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánaðir eftir andlátið. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftiviðgerð við tí kostnaði, sum hetta hevur við sær.

Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan á 20 kr. flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur.

Hvør skal skriva áheitanina undir?

Áheitanin skal skrivast undir av øllum arvingum persónliga ella við skiftifulltrú. Møguligar skiftifulltrúir skulu latast skiftirættinum í originali saman við originalu umsóknini. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Tvey vitni skulu skriva undir møguligar skiftifulltrúir, um tær skulu kunnu nýtast í sambandi við m.a. peningastovnar. Vitnini mugu ikki vera nær í slekt ella í svágraskapi við tann, ið gevur fulltrú.

Heinta oyðublað - áheitan um privat skifti

Uppgerðir, sum skulu latast inn

1. Uppgerð yvir ogn og skuld við andlát - § 14 Uppgerð A

Innan 6 mánaðir eftir andlát ella 2 mánaðir eftir, at privat skifti er góðkent, skal ein uppgerð yvir ogn og skuld við andlát (§ 14 Uppgerð A) latast skiftirættinum í originali. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftiviðgerð við tí kostnaði, sum hetta hevur við sær.

Allar ognir skulu ásetast eftir virðinum á deyðadegnum. Virðið á føstum ognum er søluvirðið deyðadagin.

Uppgerðin skal skrivast undir av tí, sum arvingarnir hava valt at umboða búgvið, sí punkt 12 á oyðublaðnum “Áheitan um privat skifti”. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta oyðublað - uppgerð yvir ogn og skuld við deyða

2. Búuppgerð við støði í § 14 uppgerð

Innan 1 ár eftir andlát skal ein búsuppgerð við støði í § 14-uppgerðini latast skiftirættinum í originali. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin áleggja dagbøtur og hækka arvaavgjaldið við 1/3.

Búsuppgerðin er tann endaliga uppgerðin av búnum. Hon byggir á uppgerðina yvir ogn og skuld við andlát, men vísir eisini á møguligar broytingar, sum eru hendar, síðani uppgerðin yvir ogn og skuld við andlát varð latin inn. Til dømis verða møguligar inntøkur og/ella útreiðslur eftir andlát og jarðarferðarútreiðslur tiknar við í endaligu búsuppgerðini.

Skildagurin fyri búsuppgerðina kann í fyrsta lagi vera deyðadagurin og í seinasta lagi 1 ár eftir deyðadagin.

Originala búsuppgerðin skal skrivast undir av øllum arvingum persónliga ella við skiftifulltrú. Sí niðanfyri, hvat meinast við original.

Heinta oyðublað - búuppgerð við støði í §14 uppgerð 

Skattagóðkenning

Tá skiftirætturin hevur móttikið og góðkent uppgerðirnar, verða tær sendar TAKS til góðkenningar. Skiftirætturin og búsins samskiftispersónur fáa boð um góðkenningarnar frá TAKS.

Arvaavgjald

Arvaavgjaldsrokning verður send búsins samskiftispersóni. Arvingarnir hefta í felag fyri arvaavgjaldið. Mælt verður tí til, at arvaavgjaldið verður goldið, áðrenn arvingarnir býta arvin millum sín. Tá arvaavgjaldið er goldið, endar skiftirætturin búviðgerðina/málið.

Alment skifti

Búgvið verður tikið undir alment skifti, um so er:

  • at tann deyði hevur ynskt tað, ella
  • at minst ein arvingur ynskir tað, ella
  • at búgvið er insolvent, og arvingarnir ikki ynskja at taka við skuld, ella
  • at onkur av arvingunum er undir 18 ár, ella
  • at onkur av arvingunum er ella skal undir verjumál, ella
  • at onkur av arvingunum er burturstaddur og ikki er at finna, ella
  • at freistir og treytir fyri einum privatum skifti ikki verða hildnar.

Um ein arvingur ynskir alment skifti, skal áheitan um hetta latast skiftirættinum sum skjótast. Umsóknin um alment skifti liggur á okkara heimasíðu www.sorinskrivarin.fo og kann sendast inn við telduposti ella vanligum posti.

Í almennum skifti er ikki neyðugt, at arvingarnir átaka sær skuld hjá tí deyða.

Um eitt búgv fyrst hevur verið latið arvingunum til privat skifti, og seinni verður tikið undir alment skifti, ábyrgdast arvingarnir tó framhaldandi fyri møguliga skuld og kautiónir hjá tí deyða.

Heinta oyðublað - áheitan um alment skifti

Búviðgerðin í almennum skifti

Proklama

Skiftirætturin setur lýsing í Sosialin og møguliga Statstidende við freist til kravánarar at seta síni krøv fram ímóti búnum. Við hesum verður tryggjað, at møgulig skuld verður goldin, áðrenn arvingarnir fáa útgoldið arv.

Hjálparin hjá skiftirættinum

Í almennum skifti setur skiftirætturin ein advokat at taka sær av búviðgerðini. Hesin advokatur verður nevndur hjálparin hjá skiftirættinum. Skiftirætturin hevur fastar hjálparar. Arvingarnir kunnu sostatt ikki velja sín egna advokat.

Kostnaður

Áðrenn arvalutur verður latin arvingum, skulu arvaavgjald, skiftigjald og búkostnaður, t.d. kostnaður fyri virðismetingar og lýsingar og samsýning til hjálparan hjá skiftirættinum, rindast.

§ 75-skifti

Um ein arvingur er undir 18 ár ella er undir verjumáli, kann búgvið ikki viðgerast sum vanligt privat skifti. § 75 í skiftilógini loyvir undir ávísum treytum einum serligum skifti, sum líkist tí privata skiftinum.

Afturat treytunum í vanligum privatum skifti eru m.a. hesar serligu treytir:

  1. Arvingarnir velja ein av føstu hjálparunum hjá skiftirættinum at avgreiða búgvið og taka sær av búviðgerðini.
  2. Teir myndugu arvingarnir fríhalda arvingar undir 18 ár ella arvingar undir verjumáli fyri møguliga skuld, ið er størri enn arvalutur teirra.
  3. Arvingar undir 18 ár og/ella undir verjumáli verða umboðaðir av teirra verjum undir búnum. Um ein av hesum verjum eisini er arvingur í búnum, tilnevnir skiftirætturin ein serligan verja.

Nær skal umbøn um § 75-skifti latast inn?

Umbøn um § 75-skifti skal latast skiftirættinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánaðir eftir andlátið. Um freistin ikki verður hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftiviðgerð við tí kostnaði, sum hetta hevur við sær.

Heinta oyðublað - áheitan um § 75 skifti

Proklama

Advokaturin setur lýsing í Sosialin og møguliga Statstidende við freist til kravánarar at seta síni krøv fram ímóti búnum.

Kostnaður 

Áðrenn arvalutur verður latin arvingum, skal rættargjald, skiftigjald, arvaavgjald og búkostnaður, eitt nú kostnaður fyri virðismetingar og lýsingar og samsýning til advokatin, rindast.

Freistir

Freistirnar fyri § 14-uppgerð og búsuppgerð eru tær somu sum við privatum skifti. Um freistirnar ikki verða hildnar, eru avleiðingarnar tær somu sum við privatum skifti.

Hvat er eitt originalt skjal? 

Við eitt originalt skjal meinast skjalið, ið er skrivað undir við bláum penni.

Skattaviðurskifti, tryggingar, pensjónir v.m.

Ymisku skiftihættirnir kunnu hava skattligar fyrimunir og vansar.

Val av skildegi fyri búsuppgerðina kann eisini hava skattligar fyrimunir og vansar.

Skiftirætturin vegleiðir ikki um skattlig viðurskifti. Arvingarnir mugu sjálvir søkja sær ráðgeving hjá TAKS, advokati, grannskoðara ella øðrum.

Tryggingar og pensjónir

Tryggingar og pensjónir, sum falla til gjaldingar í sambandi við deyða, skulu í summum førum takast við í búgvið. Arvingar hava skyldu at kunna skiftirættin um hesar.

Tryggingar og pensjónir, sum hava til endamáls at rinda til lívsins uppihald hjá eftirsitandi, fara beinleiðis uttan um búgvið til næsta avvarðandi ella tann, sum er settur inn at fáa tær.

Uttan mun til, um tryggingin ella pensjónin verður tikin við í búgvið ella ikki, skal arvagjald í flestu førum gjaldast.

Niðanfyri sæst, hvussu nakrar av mest vanligu tryggingunum og pensjónunum verða viðgjørdar í sambandi við skifti.

Kapitalpensjón

Verður útgoldin til næsta avvarðandi uttan um búgvið. Um ongir lívsarvingar eru, verður pensjónin goldin til búgvið.

Ratupensjón

Verður útgoldin til næsta avvarðandi uttan um búgvið. Um tann, ið fær útgoldið hesa, doyr í útgjaldingartíðarskeiðinum, halda útgjøldini fram til næsta avvarðandi ístaðin.

Lívstrygging

Verður útgoldin til næsta avvarðandi uttan um búgvið, um ikki onnur avtala er millum tryggingartakaran og tryggingarveitaran.

Restskuldartrygging

Tryggingin verður nýtt at niðurgjalda tey lán, sum hon er knýtt at. Skuldin í búnum verður sostatt minni, og meira verður at skifta.

Arvaavgjald og skiftigjald

Arvaavgjald verður goldið í teimum búgvum, har ein verulig búviðgerð verður gjørd, t.e. í privat skiftum, almennum skiftum og í § 75 skiftum. Tó verður eisini arvaavgjald goldið av pensjónum og tryggingum, har búgvið verður lokið sum jarðarferðarútlegg ella húnafelagaútlegg.

Arvaavgjald verður roknað av tí arvi, sum hin einstaki arvingurin fær. Í privatum skiftum hefta allir arvingar í felag fyri arvaavgjaldið.

Arvaavgjald verður roknað eftir støddini á arvalutinum og skyldskapi við hin deyða, sí §2A–D í arvaavgjaldslógini.

Arvaavgjald av tryggingum, sum fara uttan um búgvið 

Tá ein lívstrygging fellur til útgjaldingar, skal arvaavgjald í flestu førum roknast, sjálvt um tryggingin verður goldin uttan um búgvið.

Arvaavgjald skal vanliga gjaldast, um so er, at tann deyði sjálvur hevur goldið inn til tryggingina/pensjónina.

Skiftirætturin skal altíð hava avrit av tryggingarsáttmálanum.

Er talan um eitt óskift búgv, fellur arvagjald ikki av tryggingarupphæddini.

Arvaavgjald – bústaðarrættur  

Um tann deyði hevur givið øðrum føstu ogn sína ella selt hana undir marknaðarprís, men samstundis treytað sær sjálvum lívlangan bústaðarrætt,- sum hann ikki seinni hevur sagt frá sær - , skal arvaavgjald gjaldast av ognini. Arvaavgjald verður roknað av metta søluvirðinum, ið ognin hevði deyðadagin.

Um ein ogn fellur í arv soleiðis, at ein persónur fær ognarrættin, meðan ein annar fær brúksrættin, skal arvaavgjald í fyrstu syftu roknast av brúksrættinum. Tá brúksrætturin heldur uppat, skal tann, ið fekk ognarrættin, gjalda arvaavgjald av ognini.

Skiftigjald

Í almennum skiftum er skiftigjaldið 2 % av samlaða virðinum (brutto), áðrenn skuld og annað eru drigið frá, tó er tað 1 % av ognum, ið eru skuldarbundnar við veð.

Í § 75-skiftum er skiftigjaldið 250 kr.

Skiftirættarváttan

Skiftirættarváttan fæst móti gjaldi á 20 kr., sum kann flytast á kontu hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontu nr. 9181 - 0001850077, við tilskilan av málstalinum hjá skiftirættinum, so neyvt kann eyðmerkjast, hvat flytingin viðvíkur. 

Skiftirættarváttanin gevur ræðisrætt yvir ognunum hjá tí deyða og verður millum annað nýtt til at gera kontur í peningastovnum upp. Skiftirættarváttanin verður eisini nýtt til at tinglýsa fastar ognir, so at arvingarnir kunnu skrásetast sum eigarar av føstum ognum og harvið ráða yvir teimum. Tað er av stórum týdningini, at ognirnar verða tinglýstar til tann/tey, sum nú eiga ognirnar.

Hvat er ein gjaldsteðgur ?

Gjaldsteðgur er ein fyribils steðgur við at gjalda skuld. Tilsjón verður tilnevnd, vanliga ein advokatur.

Endamálið við gjaldsteðgi er, at skuldarin fær andarúm at skapa sær yvirlit yvir fyritøku sína og tryggja sær framhald av henni, t.d. við umlegging ella tilførslu av kapitali. Gjaldsteðgur gevur skuldaranum freist til at koma við uppskoti um eina heildarloysn við ognarunum, t.d. eina sjálvbodna skuldarsemju ella neyðskuldarsemju. Eisini kann endamálið við gjaldsteðgi vera at selja eina fyritøku í rakstri ella ein part burturúr, fyri at fáa betri prís fyri fyritøkuna, enn um fyritøkan bleiv seld aftaná húsagang.

Gjaldsteðgur hevur millum annað við sær, at  ognararnir ikki hava møguleika at fremja úttøku ella lóghald hjá skuldaranum. Skuldarin kann enn taka avgerðir - t.d. selja vørur, gjalda neyðugar nýggjar rokningar og gera avtalur - men kann ikki taka størri avgerðir, hesar kunnu bert fremjast, um tann valda tilsjónin gevur sítt samtykki. Tilsjónin kunnar leypandi ognararnar um umstøðurnar hjá skuldaranum.

Reglurnar um gjaldsteðg eru at finna í konkurslógini.

Gjaldsteðgur – hvussu?

Fráboðan um gjaldsteðg verður latin skiftirættinum. Bæði fysiskir og juridiskir persónar, tvs. vinnufeløg, grunnar, felagsskapir ella líknandi kunnu fráboða gjaldsteðgi.

Fráboðan um gjaldsteðg skal altíð vera skrivlig, og navn og bústaður hjá skuldaranum skal síggjast. Harumframt skal hon umfata uppskot til, hvør skal fremja tilsjón, og skrivliga váttan frá viðkomandi, ið er skotin upp sum tilsjón, um at viðkomandi ynskir at vera tilsjón og lýkur gegnistreytirnar (habilitetskrav) í konkurslovens § 238. Ein fráboðan, ið ikki lýkur síðstnevndu krøv, hevur ikki virknað. 

Tá ið boðað verður frá gjaldsteðgi skal eitt rættargjald á 500 kr. gjaldast, og harumframt skulu vinnufeløg viðleggja tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya ella øðrum, ið vísir, at undirritararnir hava heimild til at virka vegna felagið. Ein tekningarúrskrift skal ikki vera meira enn 3 mánaðir gomul.

Gongdin í einum gjaldsteðgi

So skjótt sum skiftirætturin hevur móttikið eina fráboðan um gjaldsteðg, tilnevnir skiftirætturin eina tilsjón fyri skuldaran og ásetur tíð til fund við ognararnar. 

Tað er skiftirætturin, ið tekur avgerð um, hvør skal tilnevnast sum tilsjón. Oftast verður tann persónurin tilnevndur, ið skuldarin hevur skotið upp. Tilsjónin er vanliga ein advokatur. Uppgávurnar hjá tilsjónini er bæði at hjálpa skuldaranum og at kunna ognararnar. Vanligi advokaturin hjá skuldaranum kann vanliga ikki verða tilnevndur sum tilsjón (sí konkurslovens § 238 hesum viðvíkjandi). Tilsjónin skal seinast eina viku eftir tilnevningina boða ognarunum frá fundi í skiftirættinum.

Fyrsti fundurin við ognararnar (kreditorerne) skal fremjast í skiftirættinum seinast 3 vikur eftir, at skiftirætturin hevur móttikið fráboðan um gjaldsteðg. Á fundinum fyri ognararnar greiðir skuldarin og tilsjónin frá tí, sum farið er fram í teimum fyrstu vikunum undir gjaldsteðginum. Ognarararnir hava møguleika at seta spurningar. Aftaná tekur skiftirætturin avgerð um gjaldsteðgurin kann halda áfram.

Í hesum sambandi metir skiftirætturin um gjaldsteðgurin hevur eitt rímiligt endamál, um skuldarin samstarvar heiðurligt, og um arbeitt verður fram ímóti einari heildarloysn við ognararnar.

Heldur gjaldsteðgurin áfram, varir hann í 3 mánaðir frá tí degi, skiftirætturin móttók fráboðanina um gjaldsteðg.

Seinni kann gjaldsteðgurin leingjast upp til 3 mánaðir hvørja ferð. Tó kann gjaldsteðgurin í hægsta lagi leingjast í eitt ár samanlagt. Vanliga verður fundur ikki hildin í skiftirættinum, tá ið skiftirætturin skal taka avgerð um eina umbøn um leinging. Tilsjónin skal seinast innan eina viku boða ognarunum frá einari leinging.

Uppathald av gjaldsteðginum

Ein gjaldsteðgur heldur uppat av sær sjálvum, um:

  • skuldarin tekur fráboðanina aftur.
  • samráðingar um neyðskuldarsemju verða tiknar upp.
  • um stig verður tikið til skuldarumskipan.
  • avgerð verður tikin um trotaviðgerð.
  • Meira enn tríggir mánaðir eru farnir síðani, at skiftirætturin móttók fráboðan um gjaldsteðg, og umbøn um leinging ikki er sett fram.
  • Gjaldsteðgurin ikki verður biðin um at verða longdur, áðrenn seinni freistir eru farnar.

Harumframt kann skiftirætturin taka avgerð um, at gjaldsteðgurin heldur uppat, um gjaldsteðgurin ikki hevur eitt rímiligt endamál, skuldarin ikki samstarvar heiðurligt, ella at arbeitt verður ikki ímóti at semjast um eina heildarloysn við ognararnar á ein nøktandi hátt.

Ofta er tað tilsjónin ella ognararnir sum gera skiftirættin varnan við, at gjaldsteðgurin ikki gongur eftir ætlan. Gjaldsteðgur verður ikki kunngjørdur í Statstidende ella Sosialinum.

Hvat er húsagangur

Ein fysisk ella juridisk eind, t.d. ein fyritøka, ein felagsskapur ella onnur fyriskipan kann lýsast á húsagang (gjaldtrot), um skuldarin er ógjaldførur. Hetta hevur við sær, at krav móti skuldaranum ikki kunnu rindast, tá ið krøvini so líðandi eru gjaldkomin, og orsøkin til at ikki verður goldið ikki eru tíðaravmarkaðir trupulleikar. 

Endamálið við gjaldtroti (húsagangi)

Heildarmálið við gjaldtroti er at leggja hald á alla ognina (formue) hjá skuldaranum og býta hana javnt ímillum allar ognararnar. Hevur skuldarin selt ognir (aktiver) ella rindað skuld á ein óvanligan hátt, kann gjaldtrot eisini hava sum endamál at fáa ognirnar til vega, soleiðis at tær kunnu býtast millum allar ognararnar.

Virknaður av gjaldtroti

Við gjaldtrotinum missur skuldarin rættin til at ráða yvir sínum ognum (aktiver). Ognirnar (aktiverne) eru hereftir trotabúgvið, og í byrjanini verður tað umsitið av einum fyribils bústjóra, sum er settur í starv av skiftirættinum. Heldur rætturin, at tað er óneyðugt at seta ein fyribils bústjóra, kann skiftirætturin sjálvur umsita fyribils umsitingina.

Reglurnar um konkurs eru í konkurslógini, kapittul 3 - 18.

Áheitan um trotabúsviðgerð

Áheitan um gjaldstrotaviðgerð skal latast skiftirættinum. Ein áheitan um gjaldstrotaviðgerð skal altíð vera skrivlig, og navn og bústaður hja skuldaranum og sendaranum skal nevnast í áheitanini. 500 kr. í rættargjaldi skal hjáleggjast.

Tá ið ein áheitan um gjaldstrotaviðgerð frá skuldaranum (egináheitan) verður latin skiftirættinum, skal listi yvir ognir (aktiver) og passivir verða hjálagdur, tað vil siga bæði skuld og ogn (formue), harumframt ein listi yvir ognararnar.

Er skuldarin eitt felag, ein felagsskapur ella tílíkt, skal ein tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya leggjast hjá, ella annað, ið vísir, at undirritararnir hava heimild til at virka vegna felagið.

Ein tekningarúrskrift skal ikki vera eldri enn 3 mánaðir.

Ein áheitan um trotabúsviðgerð frá einum kravánara (kravánaraáheitan) skal greiða frá kravinum móti skuldaranum. Í hesum sambandi kann skjalfestingin gjarna sendast við. Ein og hvør ognari, ið hevur pening til góða hjá einum skuldara, kann lata inn áheitan um trotabúsviðgerð, men bert um orsøkin til at ikki verður goldið er grundað á troti á pengum, og ikki at talan bert er um eitt fyribils trot. Eru partarnar ikki samdir um kravið, eigur sakarmálið vanliga at verða avgjørt við einum vanligum borgarligum rættarmáli.

Kostnaðurin av trotabúsviðgerðini verður svaraður av ognunum (aktiver) hjá trotabúnum. Eru ongar ognir í búnum, skal kostnaðurin rindast av viðkomandi, ið hevur latið inn áheitan um trotabúsviðgerð. Avgerð um húsagang verður tí bert tikin í hesum førum, um ognarin ella skuldarin veitur trygd fyri kostnaðin av trotabúsviðgerðini. Trygdin er vanliga 30.000 kr., ið skulu takast við til fundin í skiftirættinum. Tá ið ognarin er lønarmóttakari, kann skiftirætturin lata vera við at krevja trygd fyri kostnaðin. Er ognarin lønarmóttakari, stendur Ríkiskassin inni fyri kostnaðin við trotabúsviðgerð upp til 30.000 kr.

Fyrsti fundur í skiftirættinum

Fundurin í skiftirættinum verður skjótt ásettur. Skiftirætturin vil vanliga, tá ið talan er um egináheitan, bjóða seg til at áseta fundartíð innan freistina á tríggjar dagar. Ofta hava praktiskar umstøður við sær, tá ið talan er um kravánaraáheitan, at fundurin verður ásettur 1 - 2 vikur aftaná, at skiftirætturin hevur móttikið áheitanina um trotaviðgerð.

Á fundinum tekur skiftirætturin avgerð um skuldarin skal lýsast á húsagang.

Tað hendir, at sakarmálið verður útsett til ein seinni fund

  • Um ognaranum ella skuldaranum berst lógliga frá, (sjúkdómur ella líknandi) ella skuldarin vil royna at fáa eina loysn við ognararnar, og skiftirætturin heldur, at útlitini eru rímilig.

Bæði ognarin og skuldarin skulu møta til fundin. Um ognarin, ið hevur heitt um trotaviðgerðina, ikki møtir, fellur áheitanin burtur. Ofta møtir ein advokatur upp vegna ognaran. Møtir skuldarin ikki upp - og áheitaninin um trotaviðgerð er kunngjørd - kann skiftirætturin fella avgerð um húsagang uttan, at skuldarin er til staðar, ella taka avgerð um, at skuldarin skal førast fram í skiftirættin av løgregluni.

Gongdin á trotabúnum

Tá ið avgerð um húsagang verður feld/tikin, kann skuldarin ikki ráða yvir sínum ognum(aktiver) longur.

Skiftirætturin setir beinanvegin ein fyribils bústjóra, tá ið avgerð um húsagang er tikin. Ognarar, ið eru til staðar, kunnu koma við uppskotum. Skiftirætturin hevur nakrar advokatar, ið hava drúgvar royndir við trotabúsviðgerð. Vanliga verður ein av hesum advokatum settur til at vera fyribils bústjóri. Tó hevur skiftirætturin møguleika fyri sjálvur at taka sær av fyribils umsitingini av búnum. Fyribils bústjórin skal taka sær av trotabúnum til bústjóri er valdur.

Skiftirætturin kunngerð avgerðina um húsagang í Statstidende og Sosialinum. Ognarar, ið vitan er um, fáa eisini boð um húsagangin frá fyribils bústjóranum. Harumframt verður boðað frá skiftifundi, har ið bústjóri verður valdur. Fráboðanin verður kunngjørd í Statstidende og Sosialinum. Hesin skiftifundurin skal haldast innan tríggjar vikur eftir, at kunngerðingin er framd.

Um val av bústjóra, sí konkurslógini kapittul 12 og 13.

Kravroynsla

Aftaná at bústjóri er valdur, kunngerð skiftirætturin í Statstidende og Sosialinum, at ein og hvør, ið hevur krav hjá skuldaranum, verður biðin um at boða frá sínum kravi. Ein skal boða frá kravi innan eina freist sum vanliga verður ásett til 4 vikur eftir, at kunngerðingin er framd í Statstidende og Sosialinum. Í somu kunngerð verður harumframt boðað frá skiftifundi viðvíkjandi kravroynslu.

Tá ið henda freist er farin, ger bústjórin ein lista yvir tey fráboðaðu krøvini saman við einum tilmæli um krøvini skulu góðkennast ella ikki. Listin og tilmælið hjá bústjóranum liggja hereftir hjá skiftirættinum í tvær vikur til eftirskoðan, har ið fundur verður hildin og krøvini roynd.

Um roynslu av krøvum, sí konkurslógini kapittul 16.

Rokniskapur/sundurlutan

Tá ið ognirnar (aktiverne) hjá búnum eru seldar, áognirnar hjá búnum eru heintaðar inn og endalig avgerð er tikin í møguligum trætumálum, ger bústjórin eitt uppkast til rokniskap.

Hevur tað undir viðgerðini av trotabúnum víst seg, at tað bert er peningur til kostnaðin av trotabúsviðgerðini, t.e. til ómaksløn hjá bústjóranum, kostnað fyri kunngerð í Sosialurin og Statstidende o.a., verður trotabúsviðgerðin endað við einum § 143 rokniskapi. Í hesum sakarmálum er eingin býtisupphædd til ognararnar.

Í trotabúgvum við fleiri ognum (aktiver) skal yvirskotið, aftaná at kostnaðurin fyri trotabúsviðgerðina er rindaður, býtast millum ognararnar. Í hesum trotabúgvum ger bústjórin ein rokniskap og sundurlutarokniskap. Sundurlutarokniskapurin er uppgerðin yvir, hvussu nettoognirnar verða býttar millum ognararnar. Hetta verður framt í einari ásettari raðfylgju (kravaflokkingin). Tað er tí, at ávísir ognararar hava rætt til at verða rindaðir framum aðrar.

Trotabúsviðgerðin verður endað á einari skiftisstevnu í skiftirættinum. Skiftirætturin boðar ognarunum frá skiftisstevnuni í eini kunngerð í Statstidende og Sosialinum. Bústjórin sendir eisini eina fráboðan til ognararnar um skiftisstevnuna. Rokniskapur við fylgisskjølum og sundurlutan liggja hjá skiftirættinum í tvær vikur áðrenn fundin til eftirskoðan.

Støðan hjá skuldaranum

Ein skuldari hevur ávísar skyldur og ávís rættindi undir trotabúsviðgerðini. Skuldarin skal geva skiftirættinum og bústjóranum atgongd til allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri trotabúsviðgerðina. Henda upplýsingarskylda er eisini galdandi fyri juridiskar persónar, stjórar, nevndarlimir, grannskoðarar og avtøkustjórar sum eru farin á húsagang, harumframt persónar, ið hava haft ymisk størv. Skuldarin kann ikki fara úr Føroyum, uttan so at skiftirætturin gevur loyvi. Skuldarin skal eisini boða skiftirættinum frá, áðrenn hann fær sær nýggjan bústað ella fast uppihaldsstað. Skuldarin hevur rætt til at vera við í øllum skiftisstevnum

Hvat er ein neyðskuldarssemja?

Ein neyðskuldarsemja er ein heildarloysn við ognararnar. Tað kann antin vera talan um neyðskuldarsemju, sum eitt lið í avtøku av einum virki ella viðvíkjandi framhaldi av virkinum. Bæði fysiskir og juridiskir persónar, t.d. vinnufeløg, felagsskapir, grunnar og líknandi kunnu søkja um at fáa eina neyðskuldarsemju.

Ein neyðskuldarsemja kann umfata:

  • at skuldin verður minkað til ein ávísan prosentpart. Prosentparturin skal vanliga vera minst 10 %. (Vanlig neyðskuldarsemja).
  • eina sundurlutan av allari ella einum parti av ognini ímillum ognararnar, afturfyri at skuldarin sleppur úr skuldini, sum eftir er. (Avtøkusemja).
  • at skuldarin fær loyvi at útseta at gjalda til ognararnar. (Gjaldsfreist).

Er neyðskuldarsemja gingin á møti, kunnu krøv, sum eru ávirkað av semjuni, ikki verða grundarlag fyri lóghaldi ella úttøku í ognunum hjá skuldaranum. Hesar avmarkingar eru galdandi til neyðskuldarsemjan endar. Áheitaninin um trotabúsviðgerð verður fyribils steðgað og fellur burtur, um neyðskuldarsemja verður staðfest.

Hvussu?

Umbøn um samráðingar um neyðskuldarsemju skal latast skiftirættinum. Áðrenn umbønin verður latin inn, skulu tvey álitismenn, ein serkønur og ein roknskaparserkønur, saman gera eitt yvirlit yvir støðuna viðvíkjandi ognum og passivum hjá skuldaranum. Harumframt skulu teir gera eina frágreiðing um tær týdningarmiklastu orsøkirnar fyri, hví skuldarin søkir um neyðskuldarsemju. Tá ið lítil virki ella løntakarar søkja um neyðskuldarsemju, er tað vanliga nokk, at ein álitismaður er við.

Tá ið ein umbøn um neyðskuldarsemju verður latin inn, skal fylgjandi hjáleggjast:

  • Uppskotið um semju
  • Játtan frá minst 40 % av ognararunum (bæði eftir mongd og eftir støddini á kravinum (fordringen))
  • Støðisyvirlitið hjá álitismonnunum, harumframt frágreiðing og váttan
  • Trú- og heiðurváttan frá skuldaranum
  • Váttan um, at kostnaðurin verður fráfallin.

Rættargjaldið er 1.000 kr., sum verður rindað, tá ið neyðskuldarsemja verður gingin á møti. Tað er ikki eitt krav, at tilsjón verður tilnevnd undir neyðskuldarsemjuni, men tað er møguleiki fyri tí. Ein tilsjón er vanliga ein advokatur. Somu reglur eru galdandi fyri tilsjón undir neyðskuldarsemju, sum fyri tilsjón í gjaldsteðgi.

Fundir í skiftirættinum

Tað er skiftirætturin, ið avgerð, um neyðskuldarsemja kann fremjast. Umframt, at umbønin skal lúka krøvini í lógini, metir skiftirætturin, um tað eru rímilig útlit fyri, at semjan verður góðkend av ognararunum, og um skuldarin kann fylgja semjuni. Tá ið skiftirætturin tekur støðu til, um neyðskuldarsemjan skal fremjast, kann skiftirætturin velja at halda fund hesum viðvíkjandi, men tað er ikki eitt krav.

Aftaná at neyðskuldarsemja er framd, verður boðað ognararunum frá fundi í skiftirættinum, har tosað verður um semjuuppskotið, og ognararnir atkvøða um uppskotið. Skuldarin, álitismenninir og tilsjónin skulu vera til staðar á fundinum til tess at kunna svara spurningum.

Skiftirætturin skal eisini staðfesta semjuna, og í tí sambandi metir skiftirætturin, um ognararnir eru viðgjørdir eins, og um rímilig útlit eru fyri, at skuldarin kann fylgja semjuni. Hereftir verður neyðskuldarsemjan kunngjørd í Statstidende og Sosialinum.

Tvingsilsupploysn

Skráseting Føroya kann biðja skiftirættin um at tvingsilsupploysa parta- og smápartafeløg. Hetta verður gjørt, um felagið ikki hevur eina lógliga leiðslu, felagnum vantar grannskoðara, ella felagið ikki hevur sent inn góðkenda ársfrágreiðing.

Eftir tað at málið er viðgjørt í skiftirættinum, kann úrslitið vera, at felagið fær loyvi frá Skráseting Føroya til at endurstovna felagið, at felagið verður tvingsilsupployst, at felagið verður tikið undir avtøku, ella at felagið verður tikið til fíggjartrotaviðgerð.

Hvussu?

Skiftirætturin fær áheitan um tvingsilsupploysn frá einum parta- ella smápartafelag frá Skráseting Føroya. Í flestum málum boðar skiftirætturin stjóranum í felagnum til fundar í skiftirættinum.

Á hesum fundi skal stjórin geva frágreiðing:

  • um felagsins stovnan
  • um felagsins eigaraviðurskifti
  • um felagið er virkið
  • hvar felagið hevur (ella hevði) virksemi
  • um felagsins ognir og skuldir
  • um vilji er til, at felagið heldur fram

Ber ikki til at boðsenda stjóranum, verður ein nevndarlimur ella grannskoðari felagsins boðaður til fundar. Tað kann eisini henda, at upploysn fer fram uttan áseting av einum rættarfundi, sum ein ella fleiri av omanfyri nevndu persónum hava verið boðaðir á.

Skiftirætturin ger á fundinum av, hvat ið síðan skal henda við felagnum. Tað eru hesir fýra møguleikarnir: frest við endurstovnan í huga, avtøka, húsagangur ella upploysn uttan veruliga búviðgerð.

Endurstovnan

Hóast málið er sent skiftirættinum, er tað Skráseting Føroya, sum ger av, um eitt felag lýkur treytirnar fyri endurstovnan. Um felagið skal endurstovnast, skal Skráseting Føroya hava fingið fráboðanina innan fyri tríggjar mánaðir frá avgerð Skráseting Føroya um upploysn.

Á fundinum í skiftirættinum má felagið tí kunna ávísa, at krøvini hjá Skráseting Føroya til at endurreisa felagið annaðhvørt eru lokin ella kunnu vera lokin sum skjótast. Um Skráseting Føroya eftir viðgerð sína av einari endurupptøkuáheitan ger av, at felagið kann verða endurreist, tekur Skráseting Føroya tvingsilsupploysnaráheitanina frá skiftirættinum aftur.

Avtøka

Um vilji ikki er til, at felagið verður endurstovnað – ella treytirnar fyri frest við endurstovnan í huga ikki eru loknar – fer skiftirætturin ofta at tilnevna ein avtøkustjóra. Avtøkustjórin kemur inn í staðin fyri leiðslu felagsins og trínur í øllum lutum fram felagsins vegna. Avtøkustjórin hevur sum setning at selja ognir felagsins og rinda kravánarunum. Yvirskotið fellur partaeigarunum/smápartaeigarunum í lut. Avtøkustjórin evnar roknskap til, sum verður góðkendur á einum aðalfundi. Útreiðslurnar til búviðgerðina rindar felagið.

Húsagangur

Er felagið ógjaldført, tekur skiftirætturin avgerð um húsagang. Vísir tað seg undir einari avtøku, at ikki verður full trygd til kravánararnar, skal avtøkustjórin lata inn húsagangsáheitan móti felagnum.

Upploysn

Er eitt felag heilt sørt fyri pening, kann skiftirætturin longu á fyrsta fundi loysa felagið upp uttan eina veruliga búviðgerð. Um hetta kann verða gjørt, metir skiftirætturin um við støði í fundarfólksins frágreiðing í skiftirættinum og teimum upplýsingum, ið annars eru í málinum.

Hjúnafelagsskifti

Um ikki annað er avtalað, er ogn tykkara felagsogn.

Eftir sundurlesing ella hjúnaskilnað skal felagsbúgvið býtast.

Er semja um hvussu ognin skal býtast, kunnu tit gera hetta sjálvi. Um tit ikki eru samd, kunnu tit fáa hjálp frá skiftirættinum. 

 

Soleiðis gera tit, um tit eru samd.

Um tit eru samd, kunnu tit sjálvi býta ognina uttan góðkenning frá myndugleika.

Tað er altíð gott at skriva eina avtalu um býtið, sum tit bæði skriva undir. Um tit hava størri ogn og trupult er at fáa yvirlit yvir býtið, er tað gott at leita sær hjálp hjá advokati.

 

Soleiðis gera tit, um tit ikki eru samd um býtið

Um tit ikki eru samd um býtið, kann hvør av tykkum biðja skiftirættin um hjálp.

Fyll út áheitan til skiftirættin um hjálp til at skifta her

Fyll út yvirlit yvir ogn og skuld her

 

Hvat skal eg gjalda fyri at fáa hjálp til at skifta?

Ongin kostnaður er við innlating av áheitan um skifti av felagsbúgvi.

Endar málið við semju á fyrsta fundi í skiftirættinum, er kostnaðurin 250 kr.

Um felagsbúgvið verður tikið undir alment skifti, skulu tit gjalda skiftigjald á 2 % av bruttoognini (tó 1 % av ogn, sum er veðsett ella hevur ognarfyrivarni). Um ognin er minni enn 15.000 kr., skulu tit tó ikki gjalda skiftigjald.

Skiftirætturin útnevnir ein advokat til at taka sær av búviðgerðini saman við skiftirættinum. Tit skulu umframt skiftigjaldið eisini gjalda kostnaðin fyri metingar og samsýningina til hjálparan, sum skiftirætturin útnevnir.

Kostnaðurin verður sum útgangsstøði goldin, tá málið endar. Skiftirætturin býtir kostnaðin millum tykkum. Um tit fáa tykkum advokat, skulu tit sjálvi gjalda fyri egnan advokat.

 

Skuldarumskipan

Skuldarumskipan er ein skipan, har skuld verður strikað ella skerd. Verður skuldin skerd, verður avdráttarskipan sett í verk fyri restina av skuldini.   

Hvat er skuldarumskipan? 

Skuldarumskipan er ein skipan, har tú fært stóra og vónleysa skuld skerda til eina upphædd, sum tú megnar at rinda. Skiftirætturin skerjir skuldina til ein prosentpart av upprunaligu skuldini, og vanliga fevnir ein skuldarumskipan um allar tínar kreditorar. Goldið verður sambært eini avdráttarskipan, har tú skalt rinda upphæddina við mánaðarligum avdráttum í eitt áramál, ið vanliga eru 5 ár. Tú setir mánaðarliga avdráttin inn á ávísa kontu, og eina ferð um árið verður upphæddin býtt til allar tínar kreditorar í mun til tað, teir eiga á.

Í heilt serligum førum kann skiftirætturin taka avgerð um, at øll skuldin skal strikast.

Upphæddin, tú skalt rinda, verður ásett, so tú hevur ávísa upphædd eftir at ráða yvir (tiltøkuupphædd) og eina upphædd at rinda fastar útreiðslur til t.d. húsaleigu, el, hita, barnaansing og heilivág.    

Tú kanst lesa um reglurnar um skuldarumskipan í kapitli 25 – 29 í konkurslógini.

Hvør kann søkja?

Einstaklingar kunnu søkja um skuldarumskipan. Feløg, felagsskapir og slík kunnu ikki søkja um skuldarumskipan.

Hvørjar eru treytirnar fyri skuldarumskipan?   

Tvær grundtreytir eru í sambandi við skuldarumskipan:

  • at tú ikki megnar at rinda tína skuld – hvørki nú ella tey næstu árini,
  • at ein skuldarumskipan fer at hava við sær, at tíni fíggjarviðurskifti batna munandi.

Tað merkir, at tú skalt standa í vónleyst stórari skuld. Skiftirætturin metir í tí sambandi um skuldarupphæddina og metir um tínar møguleikar at rinda hana aftur.

Vanliga fæst eingin skuldarumskipan, um tú hevur:

  • ógreið fíggjarviðurskifti, t.d. ert tú arbeiðsleysur, hevur ikki fastan bústað, ert lesandi,
  • borið teg ábyrgdarleyst at í fíggjarviðurskiftum. Tað kann vera, um ein ikki so týdningarlítil partur av skuldini
    • er stovnaður, tá ið tú ikki kundi gjalda ta skuld, tú longu hevði tá
    • er ein fylgja av tí, at tú hevur tikið ov stóran fíggjarligan váða
    • er stovnaður til brúk, ella
    • er miðvíst savnaður til tað almenna,
  • stovnað eina ikki týdningarlítla skuld við revsiverdum ella endurgjaldsheftum viðurskiftum,
  • latið vera við at gjalda avdráttir av skuldini, hóast tú hevur havt rímiligar møguleikar til tað, 
  • skipað teg við tí í hyggju at fáa skuldarumskipan ella
  • sett teg í nýggja skuld, eftir at skuldarumskipanarmál er tikið upp.

Skiftirætturin kann eisini nokta skuldarumskipan av øðrum orsøkum. Skiftirætturin ger eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum máli. 

Hvussu søkir tú? 

Umsóknarblað finnur tú her. Tú kanst eisini heinta umsóknarblað í skiftirættinum.

Umsóknarblaðið skal latast skiftirættinum.

Søkja eini hjún/eitt par um skuldarumskipan, skulu tit søkja hvør sær á hvør sínum umsóknarblaði. 

Hvat hendir undir málinum?

Tá ið tú hevur latið inn umsóknarblað til skiftirættin, kallar skiftirætturin inn til fundar. Fundurin er í skiftirættinum og er ikki almennur. Í sambandi við fundin ger skiftirætturin av, um mál verður tikið upp ella ei.

Skiftirætturin fer undir skuldarumskipanarmál, um tað eru líkinda útlit fyri, at tú kanst fáa skuldarumskipan. At farið verður undir málið merkir ikki, at tú kanst vera vís/ur í at fáa skuldarumskipan.

Tá ið farið verður undir málið, útnevnir skiftirætturin ein hjálpara, og lýsing – proklama –  verður sett í Sosialin og Statstidende.

Hjálparin er ikki tín advokatur, men tann hjá skiftirættinum. Tú skalt geva hjálparanum tær upplýsingar, hann biður um. Í summum førum kemur hjálparin heim til tín at gera sær eina mynd av heiminum.  

Hjálparin skrivar í samstarvi við teg eina frágreiðing og fíggjarætlan. Hjálparin ger síðani uppskot við neyvum treytum ella korum fyri skuldarumskipanina.

Hvat fevnir skuldarumskipan um?

Skuldarumskipan fevnir um alla ta skuld, sum tú hevur til tínar kreditorar tann dag, tá ið skiftirætturin ger av at fara undir skuldarumskipan fyri teg.  

Skuld, sum m.a. hevur trygd í panti, til dømis í bili ella fastari ogn, ella er tryggjað við ognarfyrivarni, kann ikki skuldarumskipast. 

Hvat kostar tað?

Tað er ókeypis at lata inn umsókn um skuldarumskipan. 

Hevur tú vent tær til advokat, grannskoðara ella annan privatan ráðgeva fyri at fáa hjálp í málinum, skalt tú sjálv/ur rinda útreiðslur í tí sambandi.   

Kreditorfundur

Tá ið hjálparin er liðugur við tilfarið, kallar skiftirætturin inn til nýggjan fund. Kreditorarnir verða eisini kallaðir til fundar. Á hesum fundi tekur skiftirætturin avgerð um skuldarumskipan.

Ber til at kæra avgerð hjá skiftirættinum?

Bæði skuldarin og tann einstaki kreditorurin kunnu kæra avgerðir hjá skiftirættinum.

Seinast dagførd: 11. juni 2025