Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Skiftirætturin viðger mál um deyðsbúgv, skuldarumskipan, fíggjartrot, at býta felags ogn og mangt annað.

Skiftirætturin viðger mál, har peningaupphædd ella virði skulu skifta eigara uttan at verða keypt. Tað kann t.d. vera, um ein persónur er deyður, um eini hjún skulu skiljast, ella um eitt  vinnuvirki fer á húsagang.

Skiftirætturin hevur eisini ábyrgd av at umskipa skuld hjá privatpersónum, fíggjartrot, endurreising og feløgum, sum verða tvingsilsupployst.

Hvussu byrjar eitt deyðsbúgv

Tá ið ein av okkara næstu doyr, skal støða takast til, hvussu búgvið skal verða viðgjørt.

Tá ið skiftirætturin fær deyðsboð, verður eitt mál stovnað.

Skiftirætturin kannar m.a., um hin deyði hevði stovnað notartestamenti, og sendir síðan fráboðan um andlátið til ymsar stovnar og myndugleikar, herundir føroyskar bankar og tryggingarfeløg.

Skiftirætturin sendir samstundis bræv til fyribils millumgongufólkið. Millumgongufólkið er tann persónur, sum er nevndur í deyðsboðunum. Í brævinum verður heitt á millumgongufólkið at ringja til skiftirættin fyri at fáa vegleiðing um skiftisformarnar. Skiftirætturin hevur tlf. +298 358400.

Brævið til millumgongufólkið kann verða nýtt sum heimild til at fáa úrskriftir frá bankum o.a.

Millumgongufólkið skal seta seg í samband við aðrar møguligar arvingar og kunna seg um fíggjarligu viðurskiftini hjá tí deyða. Er millumgongufólkið ikki sjálvt arvingur í búnum, skal tað straks geva skiftirættinum boð um hetta.

Hvør ræður yvir virðum og fastognum
Tá ið andlát er, verða allar bankakontur hjá tí deyða stongdar. Ognirnar/ognarlutirnir hjá tí deyða mega hvørki verða seldar ella fluttar uttan so, at skiftirætturin hevur góðkent tað.

Hvussu skal búgvið verða viðgjørt
Arvingarnir skulu taka støðu til, hvussu teir vilja hava búgvið viðgjørt.

Vilja arvingarnir, at teir verða umboðaðir av einum advokati, sum hereftir umboðar búgvið mótvegis skiftirættinum, skal skiftirætturin fáa boð um hetta skjótast gjørligt.

Skiftiformar

Jarðarferðarkostnaður

Um søluvirðið av ognunum hjá hinum deyða ikki fer upp um 45.000 kr., kann búgvið verða latið sum jarðarferðarkostnaður. Tað merkir, at ognirnar hjá hinum deyða verða latnar tí, sum hevur goldið ella skal gjalda fyri jarðarferðina. Tá verður hervið einki at arva og eingin arvagjaldsmeting.

Tann, sum fær búgvið latið sum jarðarferðarkostnað, heftir bara fyri útreiðslurnar í sambandi við jarðarferðina. Viðkomandi heftir ikki fyri skuldina hjá hinum deyða.

Tann, sum fær búgvið latið sum jarðarferðarkostnað, átekur sær vanliga at rudda bústaðin hjá hinum deyða.

Áheitan um jarðarferðarkostnað skal latast skiftirættinum sum frumskjal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánað eftir andlátið. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan, 20 kr., verða flutt inn á kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Heinta oyðublað – anmodning om begravelsesudlæg 

Úttøka eftir 12.000 kr. regluni

Hjúnafelagin heftir fyri skuld hjá hinum deyða.

Áheitan um kostnað eftir 12.000 kr. regluni skal latast skiftirættinum sum frumskjal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánað eftir andlátið. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan, 20 kr., verða flutt til kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Heinta oyðublað – anmodning om udlæg efter 12.000 kr. reglen

 

Óskift búgv

Var hin deyði giftur og átti børn, kann hjúnafelagin, ið livir eftir, biðja um at sita í óskiftum búgvi við felagsognini. Óskift búgv merkir, at skiftið av felagsbúnum verður útsett, til hjúnafelagin, ið livir eftir, doyr, ella sjálvur vil, at búgvið verður skift.

Við óskiftum búgvi átekur eftirlivandi hjúnafelagin sær alla skuld og møguligar borganir hjá hinum deyða.

Eftirlivandi hjúnafelagin kann ikki fáa búgvið latið til at sita í óskiftum búgvi, um hann ikki sjálvur hevur nóg mikið av fæ til at gjalda sínar egnu skyldubindingar, so hvørt sum tær falla til gjaldingar. Hjúnafelagin má ikki vera undir húsagangi.  

Heinta oyðublað – anmodning om uskiftet bo

Serbørn/felagsbørn – samtykki

Um hin deyði átti serbørn, er neyðugt við samtykki til óskift búgv frá serbørnunum. Serbørn kunnu ikki taka eitt givið samtykki aftur. Serbørn eru børn hjá hinum deyða, ið ikki eru børn hjá eftirlivandi hjúnafelaga. Samtykki krevst ikki frá felagsbørnum.

Eftirlivandi hjúnafelagin kann velja at skifta við serbørnum og sita í óskiftum búgvi við felagsbørnum.

Hent blanket – samtykke til uskiftet bo

 

 

Serogn – skal skiftast

Um hin deyði átti serogn, skal serognin skiftast alt fyri eitt. Serognin kann ikki gerast ein partur av einum óskiftum búgvi. Støða skal takast til, hvussu serognin skal skiftast. Sjá vegleiðing um heimaskifti, alment skifti og møguliga jarðarferðarkostnað.

Nær skal áheitan um óskift búgv latast inn?

Áheitan um óskift búgv skal latast skiftirættinum sum frumskjal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánað eftir andlátið. Verður freistin ikki hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftisviðgerð við hartil hoyrandi útreiðslum.

Eftirlivandi hjúnafelagin skal undirrita áheitanina. Samtykki frá serbarni fer fram á tann hátt, at serbarnið undirritar oyðublaðið, at tað samtykkir. Samtykkið verður latið skiftirættinum sum frumskjal samstundis, sum áheitan um óskift búgv verður latin inn. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan, 20 kr., verða sett inn á kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Heinta oyðublað – anmodning om uskiftet bo 

 

Uppgerðir, ið skulu latast inn

Ein uppgerð yvir sambúgvið hjá hinum deyða og hjá eftirlivandi hjúnafelaga skal latast skiftirættinum innan fyri 6 mánaðir eftir andlátið.

Um eftirlivandi hjúnafelagi hevur serogn, skal serstøk uppgerð yvir serogn latast skiftirættinum innan 6 mánaðir eftir andlátið.

Uppgerðirnar skulu undirritast av eftirlivandi hjúnafelaga.

Heinta oyðublað – uppgerð yvir sambúgv

Heinta oyðublað – uppgerð yvir serogn hjá eftirlivandi hjúnafelaga 

Heinta oyðublað – opgørelse over fællesbo

Heinta oyðublað – opgørelse over efterlevende ægtefælles særeje

 

Privat skifti

Eitt búgv kann verða latið til privat skifti, um:

  • allir arvingar eru samdir um hetta, og
  • allir arvingar eru 18 ár ella eldri og ikki undir verju, og kunnu gjalda skyldubindingar sínar, og
  • allir arvingar eru gjaldførir.

Í heimaskiftum átaka arvingarnir sær við samábyrgd og í felag ábyrgdina av allari skuld hjá tí deyða, bæði kendari og ókendari skuld, og møguligum borganum.

Allar avgerðir verða tiknar av arvingunum í felag. Arvingarnir skulu sjálvir loysa tað praktiska í sambandi við búviðgerðina og at gera upp búgvið.

Arvingarnir skulu t.d.:

  • gera upp allar kontur og møgulig lán hjá hinum deyða
  • skráseta fastogn av nýggjum í tingbókini og kunna el-felag, hitafelag og tryggingar um broytingar
  • skráseta akfør, akfarstryggingar og vektgjald av nýggjum
  • avlýsa hald, t.d. telefon, kringvarpsgjald o.s.fr.

Um eitt búgv fyrst er latið til privat skifti og seinni verður tikið undir alment skifti, hefta arvingarnir framvegis fyri skuld og møguligar borganir hjá hinum deyða.

Nær skal áheitan um privat skifti latast inn?

Áheitan um privat skifti skal latast skiftirættinum sum frumskjal innan fyri 3½ mánað eftir andlátið. Verður freistin ikki hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftisviðgerð við hartil hoyrandi útreiðslum.

Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan, 20 kr., verða sett inn á kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Hvør skal undirrita áheitanina?

Allir arvingar skulu persónliga ella við skiftisfulltrú undirrita áheitanina. Møguligar skiftisfulltrúir skulu latast skiftirættinum sum frumskjal saman við upprunaligu áheitanini um heimaskifti. Sjá niðanfyri, hvat upprunalig merkir.

Tvey vitni skulu verða sett á skiftisfulltrúirnar. Skiftisfulltrúirnar kunnu eisini verða nýttar mótvegis bankum o.tíl. Bankarnir krevja, at tvey vitni eru á skiftisfulltrúunum. Vitnini mega ikki vera nær skyld ella svágd við tann, sum gevur fulltrúina.

Heinta oyðublað – anmodning om privat skifte

Uppgerðir, sum skulu latast inn

1. Uppgerð yvir ogn og skuld í sambandi við andlát – § 14 Uppgerð A 

Innan fyri 6 mánaðir eftir andlátið ella í seinasta lagi 2 mánaðir eftir tað, at heimaskifti er góðkent, skal ein uppgerð (Uppgerð yvir ogn og skuld við andlát – § 14 Uppgerð A) latast skiftirættinum. Verður freistin ikki hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftisviðgerð við hartil hoyrandi útreiðslum.

Allar ognir og skuldir skulu verða bókaðar fyri virðið deyðadagin. Virðið á fastogn er søluvirðið deyðadagin.

Uppgerðin skal undirritast av tí, sum arvingarnir hava valt sum millumgongufólk í búnum. Sjá punkt 12 á oyðublaðnum ”Áheitan um heimaskifti”.

Heinta oyðublað – Uppgerð yvir ogn og skuld við andlát – § 14 Uppgerð A (upplatingarstøða)



  1. Búuppgerð við støði í § 14 uppgerð 

Búuppgerð (búuppgerð við støði í § 14 uppgerðini) skal latast skiftirættinum í seinasta lagi eitt  ár eftir andlátið. Verður freistin ikki hildin, kann skiftirætturin áleggja tvingsilsbøtur og hækka arvagjaldið 1/3.

Búuppgerðin er endaliga uppgerðin av búnum. Hon byggir á upplatingarstøðuna, men vísir eisini møguligar broytingar eftir innlating av upplatingarstøðuni. T.d. verða møguligar inntøkur og/ella útreiðslur eftir andlátið og jarðarferðarútreiðslur tiknar við í endaligu búuppgerðina.

Uppgerðardagurin fyri búuppgerðina skal vera deyðadagurin ella ein dagur innan fyri 1 ár eftir deyðadagin.

Allir arvingar skulu persónliga ella við skiftisfulltrú undirrita búuppgerðina. Sjá niðanfyri, hvat frumskjal merkir.

Heinta oyðublað – Búuppgerð við støði í § 14 uppgerð (búuppgerð) 

Skattagóðkenningar                                     

Tá ið skiftirætturin hevur fingið og góðkent uppgerðina, verður hon send TAKS (føroysku skattaumsitingini) til góðkenningar. Skiftirætturin og kontakt persóninum í búnum fáa boð um góðkenningarnar frá TAKS.

Arvagjald

Arvagjaldsmeting verður send kontakt persóninum í búnum. Arvingarnir hefta í felag fyri arvagjaldið. Tí verður mælt til, at arvagjaldið verður goldið, áðrenn arvingarnir býta arvin millum sín. Tá ið arvagjaldið er goldið, verður búgvið gjørt upp í skiftirættinum.

Alment skifti

Búgvið verður tikið undir alment skifti, um:

  • hin deyði vildi tað, ella
  • minst ein arvingur vil tað, ella
  • búgvið er ikki gjaldført, og arvingarnir ikki vilja hefta fyri skuld, ella
  • onkur av arvingunum er undir 18 ár, ella
  • onkur av arvingunum er ella skal undir verjumál, ella
  • onkur av arvingunum er burturstaddur og ikki er til at finna, ella
  • freistir og treytir fyri heimaskifti ikki verða hildnar.

Í almennum skiftum er tað ikki neyðugt, at arvingarnir átaka sær skuldina hjá hinum deyða.

Um eitt  búgv fyrst er latið til heimaskifti og seinni verður tikið undir alment skifti, hefta arvingarnir framvegis fyri møguliga skuld og borganir hjá tí deyða.

Nær skal áheitan um alment skifti latast inn?                                                                    

Vil ein arvingur hava alment skifti, skal áheitan um hetta verða latin skiftirættinum skjótast gjørligt.

Heinta oyðublað – áheitan um alment skifti

Búviðgerðin                                                                                  

Almenn innkalling

Skiftirætturin setur almenna innkalling í Sosialin og møguliga Statstidende við freist hjá kravánarunum at boða frá krøvum sínum í búnum. Møguliga skuldin hjá tí deyða verður goldin, áðrenn arvingarnir fáa arv útgoldnan.

Hjálparfólkið hjá skiftirættinum

Í almennum skiftum velur skiftirætturin ein advokat til at standa fyri praktisku búviðgerðini. Hesin advokatur er eitt av føstu hjálparfólkunum hjá skiftirættinum. T.e. at arvingarnir kunnu ikki velja sín egna advokat.

 

Útreiðslur   

Arvagjald, skiftisgjald og búútreiðslur, m.a. lýsingaútreiðslur, útreiðslur til metingar og ómaksløn til hjálparfólkið hjá skiftirættinum, verður goldið, áðrenn arvur verður lutaður arvingunum.

  • 75-skifti

Um ein arvingur er undir 18 ár ella er undir verjumáli, kann búgvið ikki verða viðgjørt sum vanligt heimaskifti. § 75 í skiftilógini loyvir undir ávísum treytum eitt serligt skifti, sum líkist heimaskiftinum.

Umframt treytirnar í vanliga heimaskiftinum skulu hesar treytir vera loknar:

  1. Arvingarnir velja eitt av føstu hjálparfólkunum hjá skiftirættinum til at standa fyri búviðgerðini og gera upp búgvið.
  2. Teir myndigu arvingarnir fríhalda arvingar undir 18 ár ella arvingar undir verjumáli fyri skuldaheftingar umframt støddina á arvaluti teirra.
  3. Arvingar undir 18 ár ella undir verjumáli verða umboðaðir av verja sínum undir búviðgerðini. Um ein av hesum verjum eisini er arvingi í búnum, velur skiftirætturin ein serligan verja.

Nær skal áheitan um § 75 skifti latast inn?   

Áheitan um § 75 skifti skal latast skiftirættinum sum frumskjal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánað eftir andlátið.

Heinta oyðublað – áheitan um § 75-skifti

Almenn innkalling
Advokaturin setur almenna innkalling (proklama?) í Sosialinum og møguliga Statstidende við freist hjá kravánarunum at boða frá krøvum sínum í búnum.

Kostnaðir                                                                                                                        
Rættargjald, arvagjald, skiftisgjald og búútreiðslur, sum t.d. útreiðslur til metingar og ómaksløn til advokatin, verða goldin, áðrenn arvingarnir fáa arv.

Freistir
Freistir fyri at lata inn upplatingarstøðu og búuppgerð eru tær somu sum í heimaskiftum.

Hvat er eitt frumskjal? 
Krav um frumskjal merkir, at tað er tað skjalið, sum er undirritað við kúlupenni, ið skal verða sent skiftirættinum.

Skattaviðurskifti, tryggingar, pensjónir v.m.

Teir ymsu skiftishættirnir kunnu hava ávísar skattligar fyrimunir og bágar.

Val av uppgerðardegi fyri búuppgerðina kann eisini hava skattligar fyrimunir og bágar.

Skiftirætturin vegleiðir ikki um skattlig viðurskifti. Arvingarnir verða sjálvir at leita sær vegleiðing um hetta hjá TAKS, advokati, grannskoðara ella øðrum.

 

Tryggingar og pensjónir

Tryggingar og pensjónir, sum verða goldnar út í sambandi við andlát, eru í summum førum partur av búnum. Arvingarnir hava skyldu at kunna skiftirættin um hetta.

Tryggingar og pensjónir, sum hava til endamáls at gjalda til lívsins uppihald hjá teimum eftirlivandi, ganga beinleiðis uttan um búgvið til næsta avvarðandi ella tann, sum er settur inn sum rættindahavi.

Í flestu førum skal arvagjald verða goldið av tryggingum og pensjónum.

Niðanfyri sæst, hvussu summar av teimum vanligastu tryggingunum og pensjónunum verða viðgjørdar viðvíkjandi deyðsbúgvi.

Kapitaleftirløn                                                                                                                         

Verður goldin næsta avvarðandi uttan um búgvið. Hevur hin deyði ongar lívsarvingar, verður pensjónin goldin búnum.

Ratepensjón (Avdráttarpensjón?)

Verður goldin næsta avvarðandi uttan um búgvið. Um tann, sum fær hesa pensjón útgoldna, doyr í útgjaldingartíðarskeiðinum, heldur útgjaldingin fram til næsta avvarðandi í staðin.

Lívstrygging                                                                                                                              

Verður goldin næsta avvarðandi uttan um búgvið, um onnur avtala ikki er gjørd millum tryggingartakaran og tryggingarveitaran.

Eftirstøðutrygging                                                                                                                  

Tryggingin verður nýtt til at niðurgjalda tey lán, sum hon er knýtt at. Skuldin í búnum verður harvið minni, og meiri verður at skifta.

Arvagjald og skiftisgjald

Arvagjald verður goldið í teimum búgvum, har ein verulig búviðgerð verður gjørd, t.e. í heimaskiftum, almennum skiftum og í § 75 skiftum. Tó verður eisini arvagjald goldið av pensjónum og tryggingum, har búgvið verður lokið sum jarðarferðarkostnaður ella úttøka eftir 12.000 kr. regluni.

Arvagjald verður roknað av tí arvi, sum hin einstaki arvingurin fær. Í heimaskiftum hefta allir arvingar í felag fyri arvagjaldið.

Arvagjald verður roknað eftir støddini á arvalutinum og skyldskapi við hin deyða, sjá §2A–D í arvagjaldslógini.

Arvagjald av tryggingum, sum fara uttan um búgvið 

Tá ið ein lívstrygging verður útgoldin, verður arvagjald í flestum førum roknað, hóast tryggingin gongur uttan um búgvið.

Arvagjald skal sum útgangsstøði verða goldið, um hin deyði sjálvur hevur goldið inn til tryggingina/pensjónina.

Skiftirætturin skal altíð hava avrit av tryggingarskjalinum.

Er talan um eitt óskift búgv, verður arvagjald ikki goldið av tryggingini.

Arvagjald – bústaðarrættur  

Um hin deyði hevur latið øðrum føstu ogn sína ella selt hana undir marknaðarprís, men samstundis treytað sær lívlangan bústaðarætt, sum hann ikki seinni hevur givið upp, skal arvagjald verða goldið av marknaðarvirðinum á ognini við deyða hins deyða.

Um ein ogn fellur í arv soleiðis, at ein persónur fær ognarrættin, men ein annar fær brúksrættin, skal arvagjald í fyrstu syftu verða roknað av brúksrættinum. Tá ið brúksrætturin fellur burtur, skal tann, sum fekk ognarrættin, gjalda arvagjald av ognini.

Skiftisgjald

Í almennum skiftum er skiftisgjaldið 2% av bruttoognunum hjá búnum, t.e. ognir uttan frádrátt av skuld og búútreiðslum. Skiftisgjaldið er tó 1% av heftu ognunum.  

Í § 75 skifti er skiftisgjaldið 250 kr.

Skiftirættarváttan

Gjaldið fyri skiftirættarváttan er 20 kr. Upphæddin kann verða sett inn á kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Skiftirættarváttanin gevur arvingunum ræðisrætt yvir ognunum hjá tí deyða og verður m.a. nýtt til at gera upp bankakontur. Skiftirættarváttanin verður eisini nýtt til tinglýsing av heimild til fastogn. Tað er umráðandi, at arvingarnir fáa tinglýst heimild til fastogn, so at ognin er skrásett rætt í tingbókini.

Gjaldsteðgur

Ein gjaldsteðgur er ein bráðfeingis steðgur í at gjalda skuld. Eitt eftirlit verður tilnevnt, vanliga ein advokatur.

Endamálið við gjaldsteðgi er, at skuldarin fær ein skáa til at fáa yvirlit yvir virki sítt og tryggja framhaldið av tí, t.d. við einari umlegging ella kapitalíløgu. Gjaldsteðgur gevur skuldaranum eina freist til at koma við uppskoti til heildarskipan við kravánararnar, t.d. eina sjálvbodna skuldsemju ella eina neyðskuldsemju. Endamálið við gjaldsteðgi kann eisini vera at selja eitt virki í rakstri ella partar av tí fyri á tann hátt at røkka betri prísum enn undir einum húsagangi.

Ávirkanin av einum gjaldsteðgi er millum annað, at kravánararnir kunnu ikki gera úttøku ella varðhald hjá skuldara. Skuldarin kann framvegis skipa og ráða – t.d. selja vørur, gjalda neyðugar, nýggjar rokningar og gera avtalur – men størri atgerðir kunnu bara verða gjørdar við samtykki frá tí eftirliti, sum er sett. Kravánararnir fáa so hvørt kunning frá eftirlitinum um viðurskiftini hjá skuldaranum.
Reglurnar um gjaldsteðg standa í húsagangslógini, broti I, 2. kapitli.

Gjaldsteðgur – hvussu? 
Fráboðan um gjaldsteðg verður latin skiftirættinum í Havn. Bæði likamligir persónar og løgfrøðiligir persónar, t.e. vinnufeløg, grunnar, onnur feløg ella tílíkt, kunnu boða frá gjaldsteðgi.

Ein fráboðan um gjaldsteðg skal altíð vera skrivlig og innihalda navn og bústaðaráskrift hjá skuldara. Harumframt skal har standa uppskot til, hvør ið skal vera eftirlit, og har skal vera hjáløgd váttan frá tí, ið verður skotin upp sum eftirlit, um at avvarðandi vil vera eftirlit og lýkur gegnistreytirnar í húsagangslógarinnar § 238. Ein fráboðan, ið ikki lýkur síðst nevnda krav, er uttan virknað.

Við fráboðan skal harumframt eitt rættargjald upp á 500 kr. leggjast við, og viðvíkjandi feløgum ein tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya ella annað, sum vísir, at undirritararnir kunnu virka felagsins vegna. Ein tekningarúrskrift má ikki vera meira enn 3 mánaðir gomul.

Gongdin í gjaldsteðginum 
Beinan vegin sum ein fráboðan um gjaldsteðg er komin, tilnevnir skiftirætturin eitt eftirlit fyri skuldaran og ásetur eitt tíðarbil fyri ein fund við kravánararnar.

Skiftirætturin ræður fyri, hvør ið verður tilnevndur sum eftirlit. Vanliga verður tann persónur tilnevndur, sum skuldarin hevur skotið upp. Eftirlitið er í royndum oftast ein advokatur. Luturin hjá eftirlitinum er bæði at hjálpa skuldaranum og at kunna kravánararnar. Skuldarans vanligi advokatur kann vanliga ikki verða valdur sum eftirlit (sjá um hetta í húsagangslógarinnar § 238). Eftirlitið skal í seinasta lagi eina viku eftir tilnevningina kunna kendar kravánarar um gjaldsteðgin og boða kravánarunum til fundar í Skiftirættinum.

Fyrsti fundur við kravánararnar skal haldast í skiftirættinum í seinasta lagi 3 vikur eftir tað, at skiftirætturin hevur fingið fráboðan um gjaldsteðg. Á kravánarafundinum greiða skuldarin og eftirlitið frá, hvat ið er farið fram tær fyrstu vikurnar undir gjaldsteðginum. Kravánararnir hava møguleika fyri at seta spurningar. Eftir tað ger skiftirætturin av, um gjaldsteðgurin kann halda fram.

Í tí sambandi hyggur skiftirætturin at, um gjaldsteðgurin hevur eitt rímiligt endamál, um skuldarin samstarvar dygt, og um ein heildarskipan við kravánararnar verður fyrireikað.

Um gjaldsteðgurin heldur fram, varir hann í 3 mánaðir frá degnum, tá ið skiftirætturin fekk fráboðanina um gjaldsteðg.

Seinni kann gjaldsteðgurin verða longdur við upp í 3 mánaðir í senn. Ein leingjan kann í mesta lagi vara í eitt ár samanlagt. Vanliga verður fundur ikki hildin í skiftirættinum, tá ið støða skal takast til eina áheitan um leingjan. Eftirlitið skal í seinasta lagi eina viku eftir eina leingjan geva kravánarunum boð.

Gjaldsteðgurin endar 
Ein gjaldsteðgur endar av sær sjálvum, um 

  • skuldarin tekur fráboðan sína aftur.
  • samráðingar um neyðskuldsemju byrja.
  • eitt skuldarumskipanarmál byrjar.
  • ein fútarættaravgerð um húsagang verður søgd.
  • lidnir eru tríggir mánaðir frá tí at skiftirætturin fekk fráboðan um gjaldsteðg, uttan at biðið hevur verið um leingjan.
  • ikki verður biðið um, at gjaldsteðgurin verður longdur fyri tað, at seinastu freistir eru farnar.

Skiftirætturin ger harumframt av, at gjaldsteðgur endar, um gjaldsteðgurin ikki hevur eitt rímiligt endamál, skuldarin ikki samstarvar, ella tað ikki á ein álítandi hátt verður arbeitt fram ímóti einari heildarskipan við kravánararnar.

Ofta verður tað eftirlitið ella kravánararnir, sum gera skiftirættinum vart við, at gjaldsteðgurin ikki gongur, sum hann skal. Gjaldsteðgur verður ikki lýstur í Statstidende ella Dimmalætting

Húsagangur

Hvat er húsagangur?

Ein likamligur ella løgfrøðiligur, t.d. eitt virki, eitt felag ella annar felagsskapur, kann verða tikin til fíggjartrotaviðgerð, um skuldarin er ógjaldførur. Tað ber í sær, at krøv móti skuldaranum kunnu ikki verða goldin, so hvørt sum tey falla til gjaldingar og vantandi gjaldið ikki stavar frá hissini trupulleikum.

Endamálið við húsagangi

Yvirskipaða endamálið við einum húsagangi er at taka alla ognina frá skuldaranum og býta hana javnt millum allar kravánarar. Hevur skuldarin selt ognir sínar ella á óvanligan hátt goldið skuld, kann ein húsagangur eisini hava tað endamál at útvega ognir aftur, so at tær kunnu verða býttar út millum allar kravánarar.

Virknaðir av húsagangi

Við húsaganginum missir skuldarin rættin til at ráða yvir ognum sínum. Ognirnar eru hereftir trotabúgvið, og í fyrsta umfari er tað ein bráðfeingis bústjóri, sum skiftirætturin hevur góðkent, ið stýrir tí, og eftir tað ein bústjóri. Um skiftirætturin metir tað vera óneyðugt at seta ein bráðfeingis bústjóra, kann skiftirætturin sjálvur røkja stýringina bráðfeingis.

Reglurnar um húsagang standa í húsagangslógarinnar broti II, kapitlunum 3-18.

Húsagangsáheitanin

Húsagangsáheitanin skal latast skiftirættinum, sum er í Havn. Ein húsagangsáheitan skal altíð vera skrivlig og vísa navn og bústað bæði á skuldaranum og á innsendaranum. 500 krónur verða lagdar við sum rættargjald.

Tá ið ein húsagangsáheitan frá skuldaranum sjálvum (egináheitan) verður latin inn, skal ein listi yvir ognir og skuldir leggjast við, tað er bæði ogn og skuld, umframt ein listi við kravánarunum á.

Er skuldarin eitt virki, eitt felag ella tílíkt, verður ein tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya ella annað lagt við, sum vísir, at undirritararnir kunnu virka felagsins vegna.

Ein tekningarúrskrift má ikki vera meira enn 3 mánaðir gomul.

Ein húsagangsáheitan frá einum kravánara (kravánaraáheitan) skal hava eina frágreiðing um kravið móti skuldara. Í tí sambandi er eisini gaman í at leggja skjøl og prógv við. Ein og hvør kravánari, ið eigur pening til góða hjá einum skuldara, kann senda húsagangsáheitan, men bara um tað vantandi gjaldið stendst av peningatroti, og kravánari hevur grund til at halda, at hetta ikki bara er ein bráðfeingis støða. Um partarnir eru ósamdir um kravið, má málið vanliga fyrst verða avgjørt í einum vanligum rættarmáli.

Útreiðslurnar í sambandi við húsagangsviðgerðina verða goldnar við ognunum í trotabúnum. Eru ongar ognir í búnum, skal tann, sum hevur latið húsagangsáheitanina inn, gjalda útreiðslurnar. Tí verður bara fíggjartrotaavgerð søgd í hesum førum, um kravánari ella skuldari veitir trygd fyri útreiðslunum undir viðgerðini av trotabúnum. Trygdin er vanliga 30.000 kr., ið skulu verða havdar við á fundin í skiftirættinum. Tá ið kravánari er lønmóttakari, kann skiftirætturin lata vera at krevja trygdarveiting fyri útreiðslurnar. Er kravánari lønmóttakari, borgar ríkiskassin fyri útreiðslunum við fíggjartrotaviðgerðini við upp í 30.000 kr.

Fyrsti fundur í skiftirættinum

Fundurin í skiftirættinum verður skundisliga dagsettur. Viðvíkjandi egináheitanum fer skiftirætturin næstan altíð at kunna bjóða eina fundartíð innan fyri tríggja daga freistina. Praktisk viðurskifti viðvíkjandi einari kravánaraáheitan fara oftast at hava við sær, at fundurin verður hildin 1-2 vikur eftir tað, at húsagangsáheitanin er komin.

Á fundinum ger skiftirætturin av, um skuldarin verður tikin til fíggjartrotaviðgerðar.

Tað ber eisini á, at málið verður frestað til ein seinni fund, um kravánari ella skuldarin hevur løgligt forfall (sjúka ella tílíkt),
um har er ein heilt serlig, (????) áki – hyggundir  konkurs, sager i skifteretten???
um skuldarin ætlar at royna at fáa eina skipan við kravánararnar, og skiftirættin heldur, at tað hevur rímiligar vánir.
Bæði kravánari og skuldarin skulu koma á fundin. Um tann kravánari, ið hevur sent áheitanina, ikki kemur á fund, dettur húsagangsáheitanin burtur. Ofta kemur ein advokatur kravánarans vegna. Kemur skuldarin ikki á fund – og húsagangsáheitanin er vorðin kunnuggjørd – kann skiftirætturin gera húsagangsúrskurð, uttan at skuldarin er til staðar, ella gera av, at skuldari skal verða førdur fram (heintast) fyri skiftirættin av løgregluni.

Gongdin í trotabúnum

Frá teirri løtu, húsagangssavgerð verður søgd, kann skuldarin ikki longur ráða yvir ognum sínum.

Skiftirætturin velur alt fyri eitt ein bráðfeingis bústjóra, tá ið húsagangssavgerðin er søgd. Kravánarar, ið eru til staðar, kunnu koma við uppskotum. Skiftirætturin hevur fleiri advokatar, sum hava drúgvar royndir við at viðgera trotabúgv. Ein av hesum advokatum verður oftast valdur til bráðfeingis bústjóra. Skiftirætturin hevur tó tann møguleika sjálvur at átaka sær bráðfeingis bústýringina. Bráðfeingis bústjórin skal taka sær av trotabúnum, til bústjóri er valdur.

Skiftirætturin lýsir húsagangsavgerðina í Statstidende og í Dimmalætting. Kendir kravánarar fáa eisini boð frá bráðfeingis bústjóranum um húsagangin. Í lýsing verður harumframt kallað inn til skiftisfund, har bústjóri skal veljast. Hesin skiftisfundur skal verða hildin í seinasta lagi tríggjar vikur eftir lýsingina.
Um ávísing og val av bústjóra, sjá húsagangslógarinnar kapittul 12 og 13.

Kravroyndir

Eftir at bústjóri er valdur, setur skiftirætturin eina lýsing í Statstidende og í Dimmalætting, har ein og hvør kravánari, ið hevur krøv móti skuldaranum, verður biðin um at boða frá krøvum sínum. Krøv skulu verða fráboðað innan fyri eina freist, sum vanliga verður sett til 4 vikur eftir lýsingina í Statstidende og Dimmalætting. Í somu lýsing verður harumframt kallað inn til skiftisfund viðvíkjandi kravroynd.
Tá ið henda freist er farin, evnar bústjórin eitt yvirlit til yvir fráboðað krøv saman við einum tilmæli um, hvørt tey eiga at verða viðurkend. Yvirlitið og tilmæli bústjórans til krøvini liggja síðan í tvær vikur í skiftirættinum til eftirskoðan, har hildin verður ein fundur, har krøvini verða roynd.

Um at royna fíggjarkrøv og onnur krøv, sjá húsagangslógarinnar kapittul 16.

Roknskapur/sundurluting

Tá ið ognirnar í búnum eru seldar, áognir tess kravdar inn og møguligar trætur endaliga avgjørdar, evnar bústjórin til eitt uppskot til roknskap.

Um tað undir viðgerðini av búnum vísir seg, at har er bara peningur til búútreiðslurnar, tað er til ómaksløn bústjórans, lýsingarútreiðslur m.v., verður búviðgerðin lokin við einum  § 143 roknskapi. Í hesum málum er einki vinningsbýti til kravánararnar.

Í trotabúgvum við fleiri ognum skal yvirskotið – tá ið búútreiðslurnar eru goldnar – býtast millum kravánararnar. Í hesum búgvum evnar bústjórin ein roknskap og útlutingarroknskap til. Útlutingarroknskapurin er uppgerðin yvir, hvussu nettoognirnar í búnum verða býttar millum kravánararnar. Tað fer fram í einari ávísari raðfylgju (kravflokkingini), av tí at ávísir kravánarar hava uppiborið at fáa útgjald fyrr enn aðrir.

Búgvið verður lokið á einari skiftisstevnu í skiftirættinum. Skiftirætturin kallar inn kravánararnar við einari lýsing í Statstidende og í Dimmalætting. Bústjórin sendir somuleiðis eina innkallan til kravánararnar um skiftisstevnuna. Roknskapur við fylgiskjølum og útlutan liggur til eftirskoðan í skiftirættinum í tvær vikur framman undan fundinum.

Skuldarans støða

Ein skuldari hevur ávísar skyldur og rættindi undir viðgerðini av trotabúnum. Skuldarin skal geva skiftirættinum og bústjóranum atgongd til allar tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri viðgerðina av trotabúnum. Henda upplýsingarskylda er eisini galdandi fyri húsagangsraktar løgfrøðiligar persónar, stjórar, nevndarlimir, grannskoðarar og avtøkustjórar umframt persónar, sum áður hava havt ymisk tænastustørv. Skuldarin má ikki fara av landinum, uttan so at skiftirætturin gevur loyvi, og skuldarin skal geva skiftirættinum boð, áðrenn hann skiftir bústað ella fastan tilhaldsstað. Skuldarin hevur rætt at vera við á øllum skiftisfundum.

Neyðskuldsemja

Hvat er ein neyðskuldsemja?

Ein neyðskuldsemja er ein heildarskipan við kravánararnar, ið annaðhvørt kann vera ein liður í at avtaka eitt virki ella kann verða nýtt í sambandi við eitt framhald av virkinum. Bæði likamligir persónar og løgfrøðiligir persónar, t.d. vinnufeløg, grunnar, feløg og tílíkt, kunnu søkja neyðskuldsemju.

Ein neyðskuldsemja kann hava til endamáls:

  • at skuldin verður minkað til ein ávísan prosentpart. Prosentparturin skal vanliga vera í minsta lagi 10% (vanlig neyðskuldsemja)
  • at ein sundurlutan av ogn verður gjørd ella av einum parti millum kravánararnar afturfyri, at skuldarin verður loystur undan eftirverandi skuld (avtøkuskuldsemja).
  • at skuldarin fær frest við at gjalda kravánarunum (skuldargrið)
  • Tá ið neyðskuldsemja er latin upp, og til hon endar, kann fyri krøv, sum verða rakt av skuldsemjuni, ikki veðhald ella úttøka verða gjørd í ognum skuldarans. Húsagangsáheitanin verður løgd niður og fellur burtur, um neyðskuldsemja verður staðfest.

Hvussu?

Áheitan um at lata upp neyðskuldsemjusamráðingar skal verða latin skiftirættinum í Havn. Áðrenn áheitanin verður latin inn, skulu tveir álitismenn – ein yrkiskønur og ein roknskaparkønur – í felag evna eitt yvirlit til við støðuyvirliti yvir ognir skuldarans og skuldir umframt eina frágreiðing um tær týdningarmestu atvoldirnar til, at skuldarin søkir um neyðskuldsemju. Tá ið smá virki ella lønmóttakarar søkja um neyðskuldsemja, er tað vanliga nóg mikið, at ein álitismaður er við.

Tá ið ein áheitan um at lata upp neyðskuldsemjusamráðingar verður latin inn, skal eisini vera hjálagt:

  • skuldsemjuuppskotið
  • undirtøkuváttanir frá í minsta lagi 40% av kravánarunum (bæði eftir tali og stødd á krøvunum)
  • álitismannanna støðuyvirlit, frágreiðing og váttan
  • váttan við trú og heiður frá skuldara
  • váttan um slept krav um útreiðslur

Rættargjaldið er 1.000 kr., sum verður goldið, tá ið neyðskuldsemja verður latin upp.
Eftirlit kann – men skal ikki – verða tilnevnt undir skuldsemjumálinum. Eitt eftirlit er oftast ein advokatur. Tað galda somu reglur fyri eftirlit undir skuldsemju sum fyri eftirlit undir gjaldsteðgi.

Fundir í skiftirættinum

Tað er skiftirætturin, sum ger av, um neyðskuldsemjusamráðing kann verða tikin upp. Umframt at áheitanin skal lúka lógarinnar krøv, metir skiftirætturin, um rímilig útlit eru fyri, at skuldsemjan verður samtykt av kravánarunum, og um skuldari kann lúka skuldsemjuna. Fundur kann – men skal ikki – verða hildin í skiftirættinum, tá ið skiftirætturin skal taka støðu til at taka upp neyðskuldsemjusamráðing.

Eftir at skuldsemjan er latin upp, verða allir kravánarar boðaðir at koma á fund í skiftirættinum, har skuldsemjuuppskotið verður umrøtt, og har kravánararnir atkvøða um uppskotið. Skuldarin, álitismenninir og eftirlitið skulu vera til staðar á fundinum at svara spurningum.

Skiftirætturin skal eisini staðfesta skuldsemjuna – og metir í tí sambandi um, hvørt kravánararnir eru viðgjørdir javnt, og um rímilig útlit eru fyri, at skuldari kann lúka skuldsemjuna. Neyðskuldsemjan verður síðan lýst í Statstidende og í Dimmalætting.

Tvingsilsupploysn

Skráseting Føroya kann biðja skiftirættin um at tvingsilsupploysa parta- og smápartafeløg. Hetta verður gjørt, um felagið ikki hevur eina lógliga leiðslu, felagnum vantar grannskoðara, ella felagið ikki hevur sent inn góðkenda ársfrágreiðing.

Eftir tað at málið er viðgjørt í skiftirættinum, kann úrslitið vera, at felagið fær loyvi frá Skráseting Føroya til at endurstovna felagið, at felagið verður tvingsilsupployst, at felagið verður tikið undir avtøku, ella at felagið verður tikið til fíggjartrotaviðgerð.

Hvussu?

Skiftirætturin fær áheitan um tvingsilsupploysn frá einum parta- ella smápartafelag frá Skráseting Føroya. Í flestum málum boðar skiftirætturin stjóranum í felagnum til fundar í skiftirættinum.

Á hesum fundi skal stjórin geva frágreiðing:

  • um felagsins stovnan
  • um felagsins eigaraviðurskifti
  • um felagið er virkið
  • hvar felagið hevur (ella hevði) virksemi
  • um felagsins ognir og skuldir
  • um vilji er til, at felagið heldur fram

Ber ikki til at boðsenda stjóranum, verður ein nevndarlimur ella grannskoðari felagsins boðaður til fundar. Tað kann eisini henda, at upploysn fer fram uttan áseting av einum rættarfundi, sum ein ella fleiri av omanfyri nevndu persónum hava verið boðaðir á.

Skiftirætturin ger á fundinum av, hvat ið síðan skal henda við felagnum. Tað eru hesir fýra møguleikarnir: frest við endurstovnan í huga, avtøka, húsagangur ella upploysn uttan veruliga búviðgerð.

Endurstovnan

Hóast málið er sent skiftirættinum, er tað Skráseting Føroya, sum ger av, um eitt felag lýkur treytirnar fyri endurstovnan. Um felagið skal endurstovnast, skal Skráseting Føroya hava fingið fráboðanina innan fyri tríggjar mánaðir frá avgerð Skráseting Føroya um upploysn.

Á fundinum í skiftirættinum má felagið tí kunna ávísa, at krøvini hjá Skráseting Føroya til at endurreisa felagið annaðhvørt eru lokin ella kunnu vera lokin sum skjótast. Um Skráseting Føroya eftir viðgerð sína av einari endurupptøkuáheitan ger av, at felagið kann verða endurreist, tekur Skráseting Føroya tvingsilsupploysnaráheitanina frá skiftirættinum aftur.

Avtøka

Um vilji ikki er til, at felagið verður endurstovnað – ella treytirnar fyri frest við endurstovnan í huga ikki eru loknar – fer skiftirætturin ofta at tilnevna ein avtøkustjóra. Avtøkustjórin kemur inn í staðin fyri leiðslu felagsins og trínur í øllum lutum fram felagsins vegna. Avtøkustjórin hevur sum setning at selja ognir felagsins og rinda kravánarunum. Yvirskotið fellur partaeigarunum/smápartaeigarunum í lut. Avtøkustjórin evnar roknskap til, sum verður góðkendur á einum aðalfundi. Útreiðslurnar til búviðgerðina rindar felagið.

Húsagangur

Er felagið ógjaldført, tekur skiftirætturin avgerð um húsagang. Vísir tað seg undir einari avtøku, at ikki verður full trygd til kravánararnar, skal avtøkustjórin lata inn húsagangsáheitan móti felagnum.

Upploysn

Er eitt felag heilt sørt fyri pening, kann skiftirætturin longu á fyrsta fundi loysa felagið upp uttan eina veruliga búviðgerð. Um hetta kann verða gjørt, metir skiftirætturin um við støði í fundarfólksins frágreiðing í skiftirættinum og teimum upplýsingum, ið annars eru í málinum.

Seinast dagførd: 22. september 2021