Føroya Rættur

Reglurnar um ógilding snúgva seg um møguleikan fyri at lýsa t.d. burturmist skjøl deyð og kraftaleys fyri at verja rættindi ánarans.

Eitt skjal, t.d. eitt veðbræv, er rættindahavans einasta prógv um rætt sín. Um skjalið er burturmist, kann tann, sum skyldar pening, ítøkiliga lata vera at gjalda.

Ógilding fær lógmæti rættindahavans aftur á beint, sum tað var, tá ið hann hevði skjalið í varðveitslu sínari.

Ógilding kann verða gjørd uttan dóm og við dómi. Dómstólarnir viðgera bara mál um ógilding við dómi.

Vilt tú hava eitt skjal ógildað, skalt tú skrivliga biðja rættin um tað.

Hvørji skjøl kunnu ógildastt?

Umfaraskuldabrøv ella -pappír kunnu verða ógildað. Tey flestu veðbrøv eru fevnd av hesum slagnum. Ógilding kann eisini fara fram av veðbrøvum, partabrøvum og øðrum lutabrøvum, ið ikki eru umfarapappír, treytað av at tað er ákravt, at skjalið verður ógildað.

Tað størsta økið fyri ógilding við dómi eru veðbrøv í fastogn.

Hvussu leggi eg eitt ógildingarmál fyri rættin?

Eitt ógildingarmál skal sum útgangsstøði leggjast fyri býarrættin á tí staði, har skjalið er skrivað út. Kann útskrivingarstaðið ikki verða upplýst ella er í útlondum, verður málið lagt fyri heimating útskrivarans ella undanfarna heimating. Tað er í tí rættardømi, har útskrivarin hoyrir heima.

Ógildingarmál um veðbrøv í fastogn verða tó løgd fyri fulnaðarvarnartingið hjá ognini (har sum ognin liggur). Møguligar fulnaðarvarnartingsavtalur, ið eru endurgivnar í veðbrævinum, eru bindandi.

Mál verður lagt fyri Føroya rætt við at lata inn skrivliga áheitan.

Hvørjar upplýsingar skulu vera í áheitanini?

Í áheitanini um ógilding skal upplýsing vera um:

  • í hvørjum eginleika tú søkir um ógilding, hvar og nær veðbrævið er burturmist
  • leggur tú fram áheitanina sum tann, ið eigur ognina, skal tað síggjast, hvussu pantikravið er hildið uppat
  • kravánari/skuldari til veðbrævið
  • um fleiri og aðrir persónar enn skuldari eiga ognina, skulu upplýsingar vera tøkar um samleika teirra og upplýsinger um, hvussu til ber at fáa samband við teir
  • eitt nevni á tí skjali, sum skal ógildast
  • atvoldin til og endamálð við ógilding, herundir upplýsing um veðbrævið er goldið ella burturmist

Tað skal eisini síggjast á áheitanini, um eitt endurgjaldsveðbræv skal verða givið út.

Hvørji skjøl skulu leggjast saman við áheitanini?

Saman við áheitanini skal vera viðlagt:

  • Avrit av veðbrævinum/veðbrøvunum, ið biðið verður um at ógilda.

  • Veðbrævið kann vera tøkt sum eitt váttað avrit frá Tinglýsingini. Er talan um eina úrskrift av partabrævinum, skal hon vera váttað av tí advokati, sum hevur sent hana inn, eins og tað skal vera viðmerkt, hvønn dagstevndan dag úttøkan av skjalinum er hend.

  • Ber tað ikki til at senda eitt avrit av veðbrævinum, skal ein váttan vera tøk frá Tinglýsingini fyri, at skjalið er burturmist, eins og send skal verða ein lýsing av skjalinum við upplýsing um veðbrævaslag, høvuðsstól, rentutreytir og aðrar treytir. Harumframt skal verða upplýst, hvørjari fastogn ella hvørjum fastognum veð er í.

  • Ein tingbókarváttan fyri ognina. Váttanin má í mesta lagi vera 30 dagar gomul.

  • Ein váttan frá fastognaránaranum um, at viðkomandi er kunnaður um ógildingarmálið, at viðkomandi ikki hevur veðbrævið, og møguliga at viðkomandi ikki hevur rættindi yvir ella sambært skjalinum (er skuldarin eitt felag, skal ein tekningarúrskrift sendast við, ið ikki má vera meira enn 1 mánað gomul).

  • Ein tilsvarandi váttan frá rættindahavum, herundir nevniliga bankum, ið hava tinglýst undirveð í veðbrævinum ella hava havt tað í varðveitslu. Tað er umráðandi, at ein møgulig avhendingarváttan (flutningur) millum bankarnar verður send við, og at váttanin er undirritað av starvsfólkum úr bankanum, sum eru nevnd við starvsheiti. Har skal vera váttan frá øllum, sum hava ella hava havt veðbrævið í sínari varðveitslu. Tað sæst onkuntíð á einum ognarveðbrævi, hvør ið hevur havt tað í sínari varðveitslu, og frá teimum skal burturmist-váttan verða fingin.
  • Um skuldari/kravánari er deyður, eigur eitt avrit av skiftirættarváttanini fyri tey avvarðandi og møguligar skiftirættarfulltrúir at vera við. Útvegaðar skulu m.a. verða fulltrúir til at leggja ógildingarmál frá arvingunum sambært skiftirættarváttanini.

  • Um ógildingin skal verða framd við styttari freist, sum merkir, at tað kann verða gjørt longu eftir 3 mánaðir, skal eitt frumskjal av bankatrygd á høvuðsstólinum við ískoyti av eitt árs rentu verða latið inn. Bankatrygdin skal vera ein sokallað heimtingartrygd, ið er tíðaróavmarkað.

Hvussu gongur eitt ógildingarmál?

Um treytirnar fyri at fara undir eitt mál um ógilding eru til staðar, ger rætturin ein úrskurð um almenna boðan um at koma á ein rættarfund eitt  ásett tíðarbil.

Tá ið rætturin byrjar eitt ógildingarmál, sendir rætturin fráboðan um ógildingina til Tinglýsingina, sum skrivar fráboðanina á blaðið hjá ognini í tingbókini. Harumframt skal verða ein almenn boðan í dagblaðnum og/ella Statstidende, sum tú skalt gjalda.

Boðan

Í almennu boðanini verður heitt á øll, ið halda seg hava rætt til veðbrævið ella rætt til gjald fyri hetta, um at koma á ásetta rættarfundin, har málið fer at verða viðgjørt. Vanliga gongur í minsta lagi eitt ár frá boðanini, til skjalið kann verða ógildað við dómi. Henda tíð kann í ávísum førum verða stytt móti einari trygdarveiting (3 mánaðir). Ein stytting krevur tó, at veitt verður til dømis ein bankatrygd í málinum, og kann bara verða brúkt, um so verður, at veðbrævið verður avlýst, og um tú ert tann, sum eigur tað veðsetta.

Rætturin fellir ógildingardóm

Tá ið rættarfundurin hevur verið, og rætturin hevur kunnað staðfest, at eingir rættindahavar eru, sum hava betri rætt enn tú, verður ein ógildingardómur feldur, sum verður sendur tær. Tá ið 4 vikur eru farnar, kanst tú biðja rættin um at seta aftur at dóminum eina kæruátekning (átekning um, at dómurin nú er endaligur og ikki er kærdur til landsrættin).

Treytir fyri ógilding við dómi

Ógilding kann bara fara fram, um skjalið má ætlast at vera fyribeint ella burturmist.

Um veðbrævið er til, men veðkravánari ikki vil kvitta veðbrævið ella lata tað frá sær, er ikki talan um eitt ógildingarmál, men eitt fútamál.

Er talan um veðbrøv, partabrøv ella onnur lutabrøv, ið ikki eru umfarapappír, er tað harafturat ein treyt, at ógilding má metast sum neyðug. Soleiðis er ikki, um rokkin kann verða ognardómur ella skjalið kann verða týnt eftir tinglýsingarlógini.

Týning eftir tinglýsingarlógini kann t.d. verða nýtt til at avlýsa veðbrøv, har tað eru yvir o.u. 20 ár síðan, at síðsti avdráttur er goldin. Hon kann eisini verða nýtt til at avlýsa ítøk, sum opinberliga eru uppathildin eftir sínum egna innhaldi – t.d. tí at ein arvborin er deyður. Greiningin kann sum útgangsstøði ikki verða nýtt, um talan er um eitt ognarveðbræv.

Hvat kostar tað at reisa eitt ógildingarmál í rættinum?

Tú skalt rinda eitt rættargjald, ið er 130 kr. Tað er eisini galdandi, um tú vilt hava fleiri veðbrøv ógildað samstundis, og tey hava veð í somu fastogn.

Um tey hava veð í ymsum fastognum, er rættargjaldið 130 kr. fyri hvørt veðbræv.

Seinast dagførd: 05. mai 2021