Føroya Rættur

Eitt rættarmál merkir altíð, at kostnaður verður goldin. Rættaravgjald verður altíð goldið rættinum, og ofta verða útreiðslur goldnar einum advokati. Ofta er harumframt kostnaður til skoðan og meting og kostnaður til vitnir.

Tann, ið vinnur eitt rættarmál, fær sínar útreiðslur goldnar heilt ella fyri ein part.

Um tú til dømis tapir eitt vanligt borgaraligt rættarmál, smámál ella bólkarættarmál, er støðið tað, at tapandi parturin skal rinda rættarmálskostnaðin til tann vinnandi partin. Aðrar útreiðslur enn útreiðslur til advokathjálp – t.d. rættaravgjøld og útreiðslur, ið eru neyðugar fyri at føra málið á álítandi hátt – verða endurrindaðar til fulnar, men útreiðslur til advokathjálp fyri mótpartin verður endurrindað við fastari upphædd, ið ikki beinleiðis er heft at ítøkiligu útreiðsluni. Harumframt skalt tú eisini rinda fyri advokathjálpina til tín sjálvs.

Í familjurættarligum málum, málum um faðirskap, mál um verjumál og royndir av fyrisitingarligari frælsisfrátøku og royndir av avgerðum um ættleiðing við ongum samtykki er støðið tað, at hvørgin parturin rindar hinum sakarmálskostnað.

Rættaravgjald

Hvat er rættaravgjald ?

Rættaravgjald er avgjald, sum dómstólarnr krevja inn fyri statin. Her fært tú eina stutta gjøgnumgongd av aðalreglunum.

Høvuðsreglan er, at rættaravgjald verður goldið í øllum borgaraligum málum. Tað eru tó ávís mál, sum sleppa undan rættaravgjaldi. Tað geldur t.d. mál um hjúnalag, foreldramyndugleika og faðirskap.

Hvussu stórt rættaravgjaldið er, sum tú skal gjalda, er ofta treytað av tí fíggjarliga virðinum, sum er í  rættarmáli, um mótparturin er almennur myndugleiki, og annars hvat slag av máli, talan er um.

Lógargrundarlagið er Rættaravgjaldslógin.

Soleiðis verður rættaravgjaldið roknað í máli, ið kann verða gjørt upp í pengum

Fyri rættarmál, ið hava fíggjarlig virði, sum merkir, har tú beinleiðis ella óbeinleiðis heldur upp á gjald av peningaupphædd ella broyting av fíggjarligum virði í eini ogn, skal rættaravgjaldið verða roknað eftir virðinum í málinum.

Um tað, tú krevur goldið, er ein afturvendandi árlig upphædd, skal virðið verða uppgjørt til ta árligu upphæddina faldað við 10.

Snýr málið seg um uppsøgn av leigumáli, verður virðið á málinum gjørt upp til árliga leigu.
Avgerðir frá ávísum øðrum kærunevndum kunnu eisini vera avgjaldsfríar.

Skal eg gjalda rættaravgjald, um mítt endurgjaldskrav verður viðgjørt undir einum revsimáli?

Hevur tú endurgjaldskrav, ið verður viðgjørt undir einum revsimáli ímóti einum ákærdum, skal tú ikki gjalda rættaravgjald. Í ávísum førum ger dómarin av, at kravið ikki kann verða viðgjørt undir revsimálinum. Um tú vilt fara víðari við endurgjaldskravinum, skalt tú sjálvur leggja málið fyri rættin, og goldið verður rættaravgjald, sum verður sett eftir støddini á endurgjaldskravinum.

Útreiðslur til advokatar


Í flestu dómum skal tapandi parturin gjalda fyri tær advokatútreiðslur, sum vinnandi parturin hevur havt í sambandi við málið.

Dómararin ásetur í dóminum, hvussu nógv tann tapandi parturin skal gjalda tí vinnandi.

Upphæddin verður ásett við støði í takstinum hjá rættinum fyri advokatómaksløn. Tað merkir, at tann, ið vinnur málið, ikki altíð fær útreiðslurnar til advokatin goldnar.

Her á síðuni finnur tú vegleiðandi ómaksløn og gjøld hjá rættinum fyri tey ymsu málini.   

Kann eg fáa hjálp til at gjalda ómaksløn til ein advokat í einum rættarmál?

Tú hevur rætt til at fáa ókeypis heilt grundleggjandi munnliga ráðgeving frá einum advokati hjá Advokatvaktini. Tú kanst eisini fáa aðra almenna rættarhjálp, um tú lýkur ávísar fíggjarligar treytir.

Kann eg kæra um ómakslønina hjá advokatinum?

Rættargangslógin hevur forboð fyri, at advokatar krevja hægri ómaksløn, enn rímiligt er. Lógin hevur kortini ongar ítøkiligar takstir.

Eftir nevndar- og dómssiðvenju skulu advokatarnir serliga hava fyrilit fyri:

  • hvat slag og hvussu stórt arbeiðið er
  • tí ábyrgd sum er knýtt at málinum
  • hvussu stórt málevnið er
  • tí týdningi, málið hevur fyri klientin
  • tíðini, advokaturin hevur brúkt, og
  • tí úrsliti, advokaturin hevur fingið burturúr.

Ert tú misnøgdur við ta ómaksløn, advokaturin krevur, kanst tú kæra til advokatnevndina. Tað kanst tú lesa meira um á heimasíðuni hjá Advokatsamfundet.

Far til Advokatsamfundets hjemmeside

Seinast dagførd: 05. mai 2021