Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Um tú ert partur í einari ósemju um eina minni upphædd, kanst tú fáa hjálp frá rættinum til at fáa gjørt av ósemjuna skjótt og bíliga.

Mál um krøv, sum hava eitt fíggjarligt virði upp á í mesta lagi 50.000 kr. uttan rentur og útreiðslur, kunnu ofta verða loyst bæði lætt og bíliga við at verða reist sum eitt smámál. Eitt smámál kann eisini vera eitt mál, sum ikki hevur eitt fíggjarligt virði, men har kravið t.d. er, at hin parturin skal verða dømdur til at fremja eina ávísa atgerð.

Hvussu er smámálarættargangurin einfaldaður?

Smámálanna rættargangur ígjøgnum rættarskipanina er einfaldaður og hóskar tí til tær trætur, sum snúgva seg um eina lutfalsliga lítla upphædd, ella sum løgfrøðiliga ikki eru so torgreiddar.

Endamálið við reglunum um smámál er millum annað, at partarnir skulu kunna fremja minni borgaralig rættarmál uttan stórar útreiðslur. Í flestum førum tørvar pørtunum ikki advokat, tí rætturin hjálpir pørtunum at fyrireika málið og skera tað til.

Smámálarættargangsins einfaldan av teimum vanligu rættargangsreglunum ber í sær:

• at rætturin hjálpir at fyrireika málið,
• strangari krøv um, at próvførsla skal vera viðkomandi fyri avgerðina av máli,
• einfaldaðar reglur um serkøna upplýsing av máli, og
• ein einfaldari rættargang fyri høvuðsviðgerðina.

Hjálpin frá rættinum til at fyrireika málið merkir, at partarnir vanliga ikki hava tørv á egnari advokathjálp.

Rætturin kann tó gera av, at ein partur skal lata seg umboða av einum advokati. Hetta verður nevnt ein advokatfyriskipan. Rætturin gevur eina sovorðna fyriskipan, um rætturin heldur, at ein partur ikki er førur fyri at flyta málið á hóskiligan hátt uttan hjálp frá advokati.

Hvussu reisi eg eitt smámál?

Vilt tú reisa eitt smámál, skalt tú lata rættinum eina stevning. Ein stevning skal m.a. hava:

  • navnið á tær og navnið á mótparti tínum og bústaðir tykkara, herundir eina postadressu hjá tær
  • krøv tíni
  • eina frágreiðing um, hvat málið snýr seg um
  • ein lista yvir tey skjøl og onnur prógv, tú vilt bera fram undir rættarmálinum

Tá ið tú sendir rættinum eina stevning, skalt tú vanliga rinda eitt rættargjald.

Hvørji mál kunnu ikki verða reist sum smámál?

Serligar reglur eru fyri rættarmál um bólkalógsókn, bráðfeingis avgerðir um forboð og boð í borgaraligum málum, familjurættarligum málum, málum um faðirskap, málum um verjumál, at royna fyrisitingarliga frælsistøku, at royna avgerð um ættleiðing uttan samtykki, mál um ógilding/ognardóm og egin revsimál.

Hesi mál kunnu ikki verða reist sum smámál.

Hvørji kunnu vera partar í einum smámáli?

Borgarar, virki og almennir myndugleikar kunnu vera partar í einum smámáli. Er ein persónur deyður, kann deyðsbúgvið vera partur í einum smámáli. Er ein persónur ella eitt virki tikið til fíggjartrotaviðgerð, kann trotabúgvið vera partur. Er ein persónur ikki komin til lógaraldur ella settur undir verjumál, er tað verjin, ið førir smámálið.

Tann parturin, ið reisir rættarmálið, verður nevndur hin stevnandi. Hin parturin verður nevndur hin stevndi.

Hvussu gongur eitt smámál?

Stevning

Tá ið tú sum stevnandi hevur latið inn stevning, kunnger rætturin stevningina fyri tí borgara, virki ella almenna myndugleika, sum er stevndur.

Svarskriv

Tá ið mótparturin (hin stevndi) hevur fingið stevningina, fær mótparturin 14 dagar til at lata inn eitt svar til stevningina. Svarið frá mótpartinum verður nevnt eitt svarskriv. Mótparturin kann, áðrenn freistin er úti, biðja rættin um, at freistin fyri svarskriv verður longd.

Hevur rætturin ikki fingið eitt svarskriv, áðrenn 14 daga freistin er úti, fer rætturin at viðgera málið sum fráverumál. Hetta ber í sær, at rætturin sum oftast fellir dóm eftir tínum málskravi.

Fær rætturin eitt svarskriv, áðrenn 14 daga freistin er farin, fer rætturin hereftir at taka avgerð um, hvat ið síðan skal henda í málinum.

At fyrireika eitt mál

Í smámálunum er tað luturin hjá rættinum at hjálpa pørtunum við at fyrireika málið. Rætturin fer í tí sambandi at seta seg í samband við teg og mótpartin fyri heilt neyvt at fáa greiðu á, hvat ið tit eru samdir um og ósamdir um. Rætturin fer eisini at tala við teg og mótpartin um, hvørji prógv eru í málinum, og um ein serkøn váttan møguliga skal verða útvegað. Er tørvur á at útvega eina serkøna váttan, hjálpir rætturin við at orða spurningarnar til tann serkøna.


Um rættinum tykir tað neyðugt, heldur rætturin ein fund við teg og mótpartin.

Ógvuliga ofta finna partarnir – vegleiddir av rættinum – eina loysn á ósemjuni longu á fyrireikandi fundinum.

Um rætturin ikki kann fáa teg og mótpartin at finna eina felags loysn á málinum, ger rætturin eitt skrivligt yvirlit yvir málskrøvini hjá tær og hjá mótpartinum og grundgevingar fyri málskrøvunum. Yvirlitið verður sent tær og mótpartinum. Rætturin fer síðan at enda málsfyrireikingina og boða til eina høvuðsviðgerð.

Høvuðsviðgerð

Høvuðsviðgerðin er tann endaligi rættarfundurin og fer fram í rættinum.

Høvuðsviðgerðin byrjar við, at partarnir seta fram málskrøv síni. Tað merkir, at partarnir upplýsa rættin og mótpartin um, hvørji krøv teirra í málinum eru. Eftir tað kemur próvførslan, har partarnir og møgulig vitni koma við frágreiðing. Tá ið próvførslan er endað, hava partarnir høvi at greiða frá áskoðan sínari á málið í endaligu dómsviðgerðini.

Eftir ta endaligu dómsviðgerðina kann rætturin fáa í lag sátt ímillum partarnar ella koma við einari frágreiðing, sum er rættarins áheitan til, at partarnir gera sátt við støði í teirri fatan, sum rætturin hevur av málinum.

Røkka partarnir ikki einari semju, verður málið tikið til dóms. Tað merkir, at rætturin tekur avgerð í málinum skjótast gjørligt og í seinasta lagi 2 vikur eftir tað, at høvuðsviðgerðin er endað. Partarnir fara at fáa boð um dómssøgnina.

Velur tú at verða umboðaður av einum advokati, viðger advokaturin málið.

Hvat um eg ikki komi ella ikki haldi freistir?

Tað er umráðandi at halda tær freistir fyri at lata inn rættargangsrit, sum rætturin ásetur. Tað er eisini umráðandi at koma á teir fundir, sum rætturin boðar til. Annars kann tað fáa burturveruvirknað. Tað merkir, at rætturin kann vísa málið frá sær, um stevnandi ikki kemur á fundir uttan haldgóða grund ella ikki letur inn eitt rættargangsrit, áðrenn ein freist er farin. Um hin stevndi ikki kemur á fundir uttan haldgóða grund ella ikki letur inn eitt  rættargangsrit, áðrenn ein freist er farin, kann rætturin fella dóm eftir kravi frá tí stevnandi.

Hví enda tey flestu smámál við einari sátt

Nógv tey flestu smámál verða loyst við einari sátt millum partarnar. Ein av orsøkunum er, at dómarin so tíðliga sum gjørligt umrøður krøv og próvgrundir við partarnar. Tað gevur dómaranum høvi at meta um ósemjuna løgfrøðiliga og sum framhald av tí skjóta eina sáttarliga loysn upp fyri pørtunum. Mangar sáttir verða eisini gjørdar í sambandi við høvuðsviðgerðina.

Hvat kostar tað at reisa eitt smámál?

Tá ið tú reisir eitt smámál, er útgangsstøðið, at tú rindar eitt rættargjald. Støddin á gjaldinum stendur í rættargjaldslógini. Far til: rættargjaldslógin 

Hvat er ein serkøn váttan?

Í smámálum kann rætturin gera av, at ein serkøn váttan skal verða fingin til vega, sum verður ein partur av prógvunum í málinum. Hetta verður gjørt, við at rætturin skrivliga orðar nakrar spurningar til ein serkønan persón ella felag, sum rætturin velur.

Hin serkøni kemur síðan við einum prísuppskoti fyri svarið, sum rætturin skal góðkenna.

Sum partur í málinum fært tú høvi at síggja spurningarnar og tær væntaðu útreiðslurnar fyri ta serkønu váttanina, áðrenn hon verður evnað til.

Rættirnir nýta einamest teir serkønu, sum Domstolsstyrelsen hevur tilnevnt.



Kann eg søkja um frían rættargang í einum smámáli?

Fríur rættargangur merkir, at ríkiskassin rindar útreiðslur tínar í sambandi við rættarmálið. Tað er millum annað ómakslønina til advokat tín og neyðugar útreiðslur í sambandi við málsviðgerðina ella upplýsing. Tapir tú málið, rindar ríkiskassin eisini mótpartinum málskostnaðin. Tú skalt lúka ávísar treytir fyri at fáa frían rættargang.

Umsókn tín um frían rættargang skal verða latin Ríkisumboðsmanninum ella rættinum. Eitt serligt oyðublað verður nýtt, sum tú finnur undir oyðubløð.

Tú fært ikki frían rættargang, um tú hevur eina rættarhjálpartrygging ella aðra trygging, sum rindar útreiðslurnar fyri málið. 

Les meira um frían rættargang undir øllum evnum, "fri proces".

 

Kann eg fáa hjálp til málið?

Tørv á einum advokati?

Í smámálunum er tað luturin hjá rættinum at hjálpa pørtunum við at fyrireika málið. Vegleiðingarskyldan hjá rættinum merkir, at  vanliga er ikki tørvur á málførsluhjálp frá advokati. Rætturin vegleiðir báðar partar á einum stigi, sum ger, at partarnir í flestum førum kunnu føra alt málið sjálvir.

Kortini ber tað á, at annar parturin velur at lata ein advokat umboða seg. Oftast hendir tað ikki, fyrr enn partarnir verða boðaðir til høvuðsviðgerðina. Her kann tí ein støða taka seg upp, har annar parturin í málinum kann vera sjálvkomumaður (við ongum advokati), og hin parturin kann hava ein advokat til at umboða seg.

Verður tú boðsendur til høvuðsviðgerð, kann tað tí vera tær til fyrimunar at seta teg í samband við ein advokat.

Føst ómakslønargjøld til advokatar 

Til tess at tryggja, at tað er so ódýrt sum gjørligt hjá tær at føra eitt smámál, eru føst gjøld fyri ómakslønina hjá advokatinum. Gjøldini eru grundað á talið av tímum, sum høvuðsviðgerðin varir.

Se de aktuelle salærtakster for hovedforhandlende

Advokatvaktin (føroyska advokatfelagið stendur fyri henni, og hon er ikki stovnað enn)

Hjá advokatvaktini kunnu allir borgarar – uttan mun til inntøkuviðurskifti – fáa heilt grundleggjandi munnliga ráðgeving. Henda ráðgeving er ókeypis.

Almenn rættarhjálp við advokati

Um tú sum borgari vilt hava ráðgeving umframt heilt grundleggjandi munnliga ráðgeving og ráðgeving í sambandi við sáttarsamráðingar, skalt tú lúka nakrar fíggjarligar treytir, sum verða lagaðar til á hvørjum ári hin 1. januar.

Ríkiskassin rindar ein part av ómakslønini hjá advokatinum. Advokaturin skal siga, hvat tað fer at kosta tær, áðrenn advokaturin veitir rættarhjálpina. Viðbótin frá ríkiskassanum fevnir bara um viðurgjald, sum ikki er goldið av einari rættarhjálpartrygging ella øðrum slagi av trygging. Ríkiskassin rindar alt viðurgjaldið fyri rættarhjálp í sambandi við eina umsókn um frían rættargang.

Føroya rættur evnar javnan til og dagførir eitt yvirlit yvir teir advokatar, sum veita rættarhjálp í rættardøminum.

Sjálvboðin rættarhjálp

Tað er gjørligt at fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving hjá sjálvbodnu rættarhjálpini. Sjálvbodna rættarhjálpin bjóðar ráðgeving á flestum málsøkjum og kann hjálpa tær við at handfara rættarmál títt. Far til Rættarhjálp Føroya 

Rættarhjálpartrygging

Ein rættarhjálpartrygging rindar útreiðslurnar í sambandi við ávís rættarmál.
Rættarhjálpartrygging kann vera knýtt at innbústrygging tínari, húsatrygging og skrokktrygging tínari fyri ein bil ella tílíkt. Hjá tryggingarfelag tínum fært tú nærri upplýsingar um rættarhjálpartryggingina, herundir skiftisstig, støddina á sjálvsábyrgdini og skiftismaksimum, herundir fáa sendar tryggingartreytirnar. Tað er tryggingarfelag títt, sum tekur støðu til, um tryggingin fevnir um tað ítøkiliga málið.

Um ein rættartrygging hevur goldið fyri ítøkiliga málið, og tú samstundis lýkur hinar treytirnar fyri fríúm rættargangi, er sjálvsábyrgdin og undir ávísum treytum tann upphædd, sum liggur umframt maksimumhjálpina, goldin undir fría rættarganginum.

Seinast dagførd: 05. mai 2021