Føroya Rættur

Um tú sum borgari ella virki ert partur í einari trætu, kanst tú reisa eitt vanligt rættarmál ímóti hinum partinum fyri at fáa hjálp frá rættinum til at gera av ósemjuna. Mál um krøv, sum hava eitt fíggjarligt virði upp á meira enn 50.000 kr., skulu verða reist sum vanlig rættarmál.

Tann partur, sum reisir rættarmál ímóti einum øðrum parti, verður nevndur hin stevnandi. Hin parturin verður nevndur hin stevndi.

Mong vanlig rættarmál snúgva seg um endurgjaldskrøv, brot á eina avtalu ella forboð.  Tað kann eisini vera ein myndugleikaavgerð, ið verður roynd við dómstólarnar.

Familjurættarlig mál (t.d. mál um sundurlesing/skilnað, foreldramyndugleika og faðirskap) verða eisini viðgjørd sum borgaralig rættarmál.

Mál, har ein annar skyldar tær pening, og tú roknar við, at viðkomandi fer ikki at muta ímóti tínum kravi, skal í Føroyum eisini verða lagt fyri rættin sum eitt vanligt rættarmál, men tað verða ikki sett somu krøv til innihaldið í stevningini sum í øðrum borgaraligum málum. Reglurnar um gjaldsákrav, sum galda í Danmark, galda ikki í Føroyum.

Hvussu reisi eg eitt vanligt borgaraligt rættarmál ?

Borgaralig rættarmál reisir tú við at lata Føroya Rætti eina stevning.

Í einari stevning skal m.a. standa:

  • navnið á tær og mótparti tínum og bústaðurin hjá báðum, herundir ein postáskrift hjá tær
  • krøv tíni
  • ein lýsing av, hvat ið málið snýr seg um, herundir tær ítøkiligu og rættarligu umstøðurnar
  • ein listi yvir tey skjøl og onnur prógv, sum tú vilt bera fram undir rættarmálinum
  • uppskot tíni til rættarviðgerð, herundir uppskot um evni til tann fyrireikandi fundin.

Mál, har ein annar skyldar tær pening, og tú væntar, at viðkomandi ikki fer at mótmæla kravi tínum, skulu í Føroyum eisini verða reist sum eitt vanligt borgaraligt rættarmál, men somu krøv til innihaldið verða ikki sett til innihaldið í stevningini sum í øðrum borgaraligum málum. Í stevningini skalt tú tá gera vart við, at tú væntar, at viðkomandi ikki fer at mótmæla kravium.

Tá ið tú letur rættinum eina stevning, skalt tú vanliga gjalda rættargjald.

Dómstólanna talgildi málsportalur minretssag.dk, ið verður nýttur í Danmark, kann ikki verða nýttur í Føroyum fyribils.

Hvussu gongur eitt vanligt borgaraligt rættarmál?

Stevning
Tá ið tú sum stevnandi hevur latið Føroya Rætti eina stevning, boðar rætturin borgaranum, fyritøkuni ella almenna myndugleikanum, sum tú hevur lagt málið ímóti, frá stevningini.
Um tú velur at lata ein advokat umboða teg, handfer advokaturin málið.


Svarskriv
Mótpartur tín (stevndi) fær eina 14 daga freist til at lata inn svar til stevningina og møguliga mótmæla kravi tínum. Svarið frá mótpartinum verður nevnt svarskriv. Mótparturin kann, áðrenn freistin er farin, biðja rættin um, at freistin fyri svarskriv verður longd.

Fær rætturin ikki eitt svarskriv, áðrenn 14 daga freistin er farin, fer rætturin at viðgera málið sum eitt fráverumál. Tað merkir, at vanliga sigur rætturin dóm eftir tínum málskravi.

Fyrireikandi fundur
Fær rætturin svarskriv, áðrenn 14 daga freistin er farin, fer rætturin at stevna tær og mótparinum á ein fyrireikandi fund, uttan so at rætturin heldur, at tað er óneyðugt ella eigur at bíða til ein annan dag. Í fundarstevningini stendur, hvørjir spurningar skulu verða viðgjørdir á fundinum. Fundurin kann verða hildin sum telefonfundur. Í vanligum borgaraligum rættarmálum er fundurin ofta millum teir advokatar, ið umboða ávikavist teg og mótpartin, og dómaran. Rætturin kann stevna tær og mótpartinum á fleiri fyrireikandi fundir. Rætturin kann gera av, at tú og mótparturin umframt stevning og svarskriv skulu lata inn fleiri skrivlig skjøl (rættargangsskjøl) (???). Rætturin kann eisini taka avgerð um, at tú og mótparturin skulu lata inn eitt sokallað málskravsskjal, sum skal hava eina lýsing av tí úrsliti, sum hvør av pørtunum vil røkka, eina grundgeving fyri tað ynskta úrslitið og upplýsingar um, hvørji prógv hvør av pørtunum vil hava løgd fram undir høvuðssamráðingini.


Høvuðssamráðing
Høvuðssamráðingin er tann endaligi rættarfundurin og fer fram í rættinum.

Høvuðssamráðingin byrjar við, at partarnir seta krøv síni fram. Tað merkir, at partarnir upplýsa rættin og mótpartin um, hvørji krøv teirra í málinum eru. Vanliga fer rætturin hereftir at biðja stevnandi um at leggja málið fram munnliga. Tað merkir, at stevnandi í stuttum skal greiða frá faktum og greiðsluevninum í málinum, herundir greiða frá, á hvørjum økjum partarnir eru ósamdir. Eftir tað kemur próvførslan, har partarnir og møgulig vitni gera frágreiðing. Tá ið próvførslan er endað, hava partarnir høvi at greiða frá sínari áskoðan á málið í endaligu dómsviðgerðini.

Eftir dómsviðgerðina kann rætturin royna at fáa semju millum partarnar ella koma við einari fráboðan, sum er áheitanin frá rættinum til, at partarnir gera semju við støði í rættarins fatan av málinum.
Um partarnir ikki røkka einari semju, verður málið tikið upp til dóms. Tað merkir, at rætturin tekur avgerð í málinum skjótast gjørligt eftir tað, at høvuðssamráðingarnar eru endaðar. Partarnir fáa boð um dómssøgnina.

Hvat, um eg ikki komi ella ikki haldi freistir?

Tað er umráðandi at halda tær freistir fyri at lata inn rættargangsskjøl, sum rætturin ásetur. Tað er eisini umráðandi at koma á teir fundir, sum rætturin stevnir til. Verður tað ikki gjørt, kann tað fáa fráveruvirknað. Tað merkir, at rætturin kann vísa málinum frá sær, um stevnandi heldur seg burtur frá fundum uttan haldgóða grund ella ikki letur eitt rættargangsrit inn, áðrenn ein freist er farin. Heldur stevndi seg burtur frá fundum uttan haldgóða grund ella ikki letur inn eitt rættargangsrit, áðrenn ein freist er farin, kann rætturin siga dóm eftir kravinum hjá stevnandi.

Hvørji kunnu vera partar í einum vanligum borgaraligum rættarmáli?

Borgarar, fyritøkur og almennir myndugleikar kunnu vera partar í einum vanligum borgaraligum rættarmáli. Er ein persónur deyður, kann deyðsbúgvið vera partur í rættarmálinum. Er ein persónur ella ein fyritøka tikin til fíggjartrotaviðgerð, kann trotabúgvið vera partur. Er ein persónur ikki komin til lógaraldur ella settur undir verjumál, er tað verjin, ið flytur málið.

Eitt borgaraligt rættarmál kann hava meir enn tveir partar. Um ein stevnandi til dømis heldur seg hava krøv ímóti trimum øðrum, kann stevnandi hava upp rættarmál ímóti øllum trimum monnunum við áheitan til rættin um eina viðgerð av krøvunum í heild. Ávísar treytir skulu vera loknar, fyri at rætturin loyvir serviðgerð av krøvunum.

Fleiri persónar við einsháttaðum krøvum móti einum mótparti kunnu hava upp rættarmál móti mótpartinum, um so er at ávísar treytir eru loknar. Í slíkum føri er talan um hóplógsókn.

Læs om gruppesøgsmål (hóplógsókn??)

Læs om gruppesøgsmål

 

Hvat kostar tað at reisa eitt vanligt borgaraligt rættarmál?

Tá ið tú reisir eitt borgaraligt rættarmál, skalt tú aloftast rinda eitt rættargjald. Hvussu stórt gjaldið er, veldst um, hvat borgaraligt rættarmál talan er um. Rættargjaldslógin ásetur støddina á rættargjøldunum.

Sí rættargjaldslógina her

Kunnu mótpartur mín og eg fáa hjálp til at loysa okkara ósemju?

Rætturin kann bjóða rættarliga sáttarroynd í borgaraligum rættarmálum. Rættarlig sáttarroynd er ein valkostur í staðin fyri at fremja eitt rættarmál.

Les om retsmægling

Kann eg søkja um frían rættargang í vanligum borgaraligum rættarmálum?

Fríur rættargangur merkir, at ríkiskassin rindar útreiðslur tínar í sambandi við rættarmálið. Tað er millum annað ómaksgjaldið til advokatin og neyðugar útreiðslur í sambandi við málsviðgerð og upplýsing. Um tú tapir rættarmálið, rindar ríkiskassin eisini sakarmálskostnaðin til mótpartin. Tú skalt lúka ávísar treytir fyri at fáa frían rættargang.

Umsókn tín um frían rættargang skal latast inn til Ríkisumboðið ella til Føroya Rætt.

Tú kanst ikki fáa frían rættargang, um tú hevur eina rættarhjálpartrygging ella eina aðra trygging, sum fevnir um útreiðslurnar av málinum. Les meira um frían rættargang undir øllum evnum, "fríur rættargangur".

Kann eg fáa hjálp til rættarmálið?

Advokatvaktin (uppskot frá føroyska advokatfelagnum, men er ikki skipað enn)

Hjá Advokatvaktini kunnu allir borgarar – uttan mun til inntøkuviðurskifti – fáa heilt grundleggjandi munnliga ráðgeving. Henda ráðgeving er ókeypis. 

Almenn rættarhjálp hjá advokati

Um tú sum borgari vilt hava ráðgeving umframt heilt grundleggjandi munnliga ráðgeving og ráðgeving í sambandi við semingssamráðingar, skalt tú lúka nakrar fíggjarligar treytir, sum verða dagførdar á hvørjum ári tann 1. januar.

Ríkið rindar ein part av ómaksgjaldinum til advokatin. Advokaturin skal siga, hvad tað fer at kosta tær, áðrenn hann veitir rættarhjálpina. Styrkurin frá ríkinum fevnir bara um samsýning, ið ikki er fevnd av einari rættarhjálpartrygging ella aðrari trygging. Ríkið rindar alla samsýningina fyri rættarhjálp í sambandi við eina umsókn um frían rættargang.

Føroya Rættur ger uppskot og dagførir áhaldandi ein lista við teimum advokatum, sum veita rættarhjálp í rættardøminum.

Advokat Advokatskrivstova telefon teldupostur
Anfinn V. Hansen Hansen & Vinther 239590 annfinn@advokat.fo
Bjørn á Heygum Heygum & Petersen 251805 heygum@adv.fo
Fríða Patursson Advokatskrivstovan 224669 frp@jura.fo
Jógvan Páll Lassen  Egna skrivstovu 513996 jplassen@outlook.com
Óla Jákup Kristoffersen Advokatskrivstovan 211817 ojk@juran.fo
Peter Even Djurhuus Advokatfelagið 519339 ped@lawfirm.fo
Turið Debes Hentze Hentze advokatar 519700 tdh@hentze.fo

 

Sjálvboðin rættarhjálp

Tað ber til at fáa ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving hjá sjálvbodnu rættarhjálpini. Sjálvbodna rættarhjálpin bjóðar ráðgeving innan fyri málsøki og kann hjálpa tær við at handfara rættarmál títt.

 Gå til Rættarhjálp Føroya

Rættarhjálpartrygging

Ein rættarhjálpartrygging fevnir um útreiðslurnar í sambandi við ávís rættarmál.
Rættarhjálpartrygging kann vera knýtt at tínari innbústrygging, húsatrygging og kaskotrygging á einum bili ella tílíkum. Hjá tryggingarfelagnum fært tú nærri upplýsingar um rættarhjálpartryggingina, herundir hvat hon fevnir um, støddina á sjálvsábyrgd, og hvussu nógv hon í mesta lagi fevnir um, herundir fáa sendar tryggingartreytirnar. Tað er títt tryggingarfelag, sum tekur støðu til, um tryggingin fevnir um tað ítøkiliga málið.

Um ítøkiliga málið er fevnt av rættarhjálpartrygging, og tú samtíðis lýkur hinar treytirnar fyri fríum rættargangi, fer sjálvsábyrgdin og undir ávísum treytum tann upphædd, sum liggur út yvir tað, sum hon í mesta lagi fevnir um, at vera fevnd undir fría rættarganginum.

Kann rætturin áleggja mær, at eg skal vera umboðaður av einum advokati?

Ja, rætturin kann gera av, at ein partur skal lata seg umboða av einum advokati undir rættarmálinum. Hetta verður nevnt eini advokatboð (??). Rætturin gevur eini sovorðin boð, um rætturin heldur, at ein partur ikki er førur fyri at flyta rættarmálið á hóskiligan hátt uttan hjálp frá einum advokati.

 

 

Seinast dagførd: 05. mai 2021