Varðhaldsfongsling
Løgreglan kann afturhalda einum handtiknum persóni upp í 24 tímar. Vil løgreglan halda tí handtikna aftur longur enn tað, skal ein dómari taka støðu til, um treytirnar fyri varðhaldsfongsling eru loknar.
Dómarin tekur støðu til varðhaldsfongsling í einari grundlógarhoyring. Hin skuldsetti hevur rætt til at tosa við ein verjuadvokat einsamallur framman undan grundlógarhoyringini. Hevur skuldsetti ikki sjálvur valt ein advokat, tilnevnir dómarin ein verja fyri tann skuldsetta og boðar verjanum at koma til grundlógarhoyringina.
Undir grundlógarhoyringini hevur hin skuldsetti rætt til at vera til staðar og til at taka til máls um rættarmálið. Hin skuldsetti hevur tó ikki skyldu at taka til máls, um hann ella hon ikki vil tað.
Treytir fyri varðhaldsfongsling
Undir grundlógarhoyringini metir dómarin, um grundarlag er fyri at varðhaldsfongsla hin skuldsetta. Tað kann bara verða gjørt, um grundaður illgruni er um, at hin skuldsetti hevur gjørt okkurt revsivert, sum hevur ein revsikarm, ið er í minsta lagi eitt ár og seks mánaða fongsul, og ákæruvaldið krevur yvir 30 daga fongsul. Harumframt skal dómarin meta, um vandi er fyri:
- at hin skuldsetti flýggjar undan at verða rættarsøktur
- at hin skuldsetti fer at fremja nýggj lógarbrot
- at hin skuldsetti vil hindra, at málið verður loyst, við at rudda spor burtur ella ávirka vitni ella samsekar brotsmenn
Undir varðhaldsfongsling heldur løgreglan fram við at kanna málið við tí í huga at kunna lata ákærumálinum tað, sum so kann reisa ákæru.
Einsærisfongsul undir varðhaldsfongslingini
Dómarin kann eftir kravi frá ákæruvaldinum gera av, at ein fongslaður skal vera einsærur undir varðhaldsfongslingini. Tað merkir millum annað, at hin fongslaði heilt ella fyri ein part verður útilokaður frá at vera saman við hinum innsettu.
Hvussu leingi kann ein vera varðhaldsfongslaður?
Dómarin skal seta eina freist fyri longdina á varðhaldsfongslingini. Henda freist skal vera so stutt sum gjørligt og má ikki vera longur enn fýra vikur.
Kann ein taka ímóti brøvum og vitjandi undir varðhaldsfongsling?
Hin varðhaldsfongslaði kann taka ímóti vitjandi í tann mun, sum rættlag og trygd í varðhaldsfongslinum loyvir tí. Løgreglan kann tó seta seg ímóti, at hin varðhaldsfongsaði fær vitjan, ella krevja, at vitjan fer fram undir umsjón.
Ein varðhaldsfongslaður hevur rætt til at fáa og senda brøv, men løgreglan kann lesa brøvini, áðrenn tey koma ella verða send. Løgreglan skal skjótast gjørligt bera ella senda brøvini, uttan so at innihaldið kann vera til ampa fyri kanningararbeiðið ella tað at halda rættlag og trygd í varðhaldsfongslinum.
Kann varðhaldsfongslingin verða longd?
Rætturin kann leingja eina varðhaldsfongsling. Leingjan skal fara fram á einum rættarfundi og kann í mesta lagi vara fýra vikur í senn. Rættarfundurin kann fara fram umvegis sjónband. Hin fongslaði hevur somu rættindi sum á fyrsta rættarfundi. Ein leingjan kann eisini fara fram við skrivligum samtykki frá hinum fongslaða. Leingjan av varðhaldsfongslingini verður eisini nevnd freistarleingjan.
Kann ein verða latin leysur undir varðhaldsfongslingini?
Rætturin kann gera av at lata hin fongslaða leysan, um rætturin metir, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling ikki longur eru til staðar. Løgreglan kann altíð lata ein persón leysan, sum er varðhaldsfongslaður – eisini áðrenn freistin er úti.
Verður varðhaldsfongslingin drigin frá í revsingini
Tann tíð, ein skuldsettur hevur verið varðhaldsfongslaður í Føroyum og í Danmark, verður drigin frá við revsiavsitingina av einari fongsulsrevsing. Rætturin kann gera av, at varðhaldsfongslingar í øðrum londum eisini skulu dragast frá.
Ein skuldsettur kann ikki vera varðhaldsfongslaður í longri tíð enn tann fongsulsrevsing, ein kann vænta, hin skuldsetti fer at verða dømdur, um ákæra verður reist í málinum.
Hvat eru treytirnar fyri fongsli í einsæri?
- At vandi er fyri, at hin skuldsetti fer at gera kanningarnar hjá løgregluni torførar, t.d. við at rudda spor burtur ella ávirka vitni í málinum.
- At hetta bara kann verða hindrað, við at hin skuldsetti undir varðhaldsfongsling sínari ikki hevur møguleika fyri at fáa samband við umheimin ella aðrar fangar
Kann einsærisfongslingin verða longd?
Dómarin kann fyrstu ferð bara taka avgerð um fongsul í einsæri í tvær vikur í senn og síðan leingja við fýra vikum í senn. Dómarin skal vísa fyrilit fyri, at fongsul í einsæri kann vera sera tyngjandi, serliga hjá ungum og persónum við likamligum ella sálarligum trupulleikum. Um ákæruvaldið eftir fongsul í tvær vikur framvegis vil varðveita fongsul í einsæri, skal dómarin taka støðu til, um treytirnar framvegis eru loknar.
Alt tíðarskeiðið, sum ein persónur í mesta lagi kann vera fongslaður í einsæri, veldst um revsikarmin fyri lógarbrotið, sum hin varðhaldsfongslaði er skuldsettur/ákærdur fyri.
Kann ein klaga?
Avgerðir dómarans (úrskurðir) um varðhaldsfongsling og fongsul í einsæri kunnu kærast til landsrættin.
Kann ein søkja um endurgjald?
Verður ein ákærdur frídømdur eftir at hava verið varðhaldsfongslaður, kann viðkomandi søkja um endurgjald. Sama er galdandi, um ákærumyndigleikin sleppur skuldsetingini. Advokaturin hjá ákærda kann upplýsa og vegleiða um møguleikarnar.
Umsókn um endurgjald verður latin ákærumyndigleikanum, áðrenn tveir mánaðir eru gingnir, eftir at málið er endað.
Seinast dagførd: 15. november 2021