Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Her kanst tú kunna teg um leys størv í Føroya Rætti. Í høgra bredda er leinkja til øll leys størv í dómsvaldinum

Skrivstovufólk fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi

Talan er um skrivstovustarv, 37 tímar um vikuna.

Høvuðsuppgávur:

  • Málsviðgerð og skráseting
  • Telefonavgreiðsla
  • Kundatænasta

 

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi
  • Góð evnir at samskifta á føroyskum og donskum, munnliga og skrivliga
  • Telduførleiki á brúkarastøði
  • Góð samstarvsevnir

 

Setanar – og lønarviðurskifti

Setanar–og lønarviðurskifti eru sambært felags sáttmála millum Offentligt Ansattes Organisationer – Det Statslige Område (OAO-S fællesoverenskomsten), samt organisationsaftale mellem Finansministeriet og HK/Stat om kontorfunktionærer, laboranter og it-medarbejdere i staten (HK)

Setanarøkið fevnir um skiftirættin.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Áka Andreasen, skrivstovuleiðara ella Marin Augustinussen, deildarleiðara á telefon 31 10 03 ella umvegis teldupostin: post@sorinskrivarin.fo

Umsókn

Umsókn við prógvum, møguligum viðmælum og viðkomandi skjølum, skal sendast til:

Føroya Rættur

Postrúm 28

FO–110 Tórshavn

Ella umvegis teldupost: post@sorinskrivarin.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 16. oktober 2023.

Seinast dagførd: 25. september 2023