Føroya Rættur

Endurgjaldsnevndin og skrivaraembætið hjá nevndini taka sær av viðgerðini av endurgjaldsumsóknum sambært lóg um endurgjald frá statinum til offur.

Endurgjaldsnevndin er sett av danska løgmálaráðharranum og er samansett av einum formanni, ið skal vera dómari, og tveimum øðrum limum, har tann eini verður útnevndur eftir tilmæli frá Føroya Landsstýri og hin eftir tilmæli frá Advokatráðnum. Limirnir verða útnevndir fyri 4 ár í senn.

Limir í Endurgjaldsnevndini

Endurgjaldsnevndin er í løtuni mannað av:

- Henrik Møller, fyrisitandi sorinskrivara
- Marjun Magnussen, deildarstjóra (eftir tilmæli frá Føroya Landsstýri)
- Inga Højgaard, advokati (eftir tilmæli frá Advokatráðnum)

Hvør kann fáa endurgjald?

Vanliga er tað bert tann, ið er beinleiðis skaddur av brotsgerðini, sum kann fáa endurgjald.

Vitni, avvarðandi hjá skadda og onnur kunnu ikki fáa endurgjald.
Er skaddi deyður, kunnu hjúnafelagi og børnini hjá skadda tó hava rætt til endurgjald.

 

Nær ber ikki til at fáa endurgjald?

Vanliga fæst ikki endurgjald, um:

  • eingin persónskaði er hendur í sambandi við revsilógarbroti
  • revsilógarbrotið er framt uttanlands, uttan so er, at skaðin er hendur í sambandi við arbeiði, har ein er í fyribils útisetu
  • ein hevur verið hjástaddur sum vitni, tá revsilógarbrotið varð framt
  • ein er avvarðandi hjá persóni, ið hevur verið fyri einum revsilógarbroti, uttan so er, at persónurin er deyður av revsilógarbrotinum.
  • tann persónurin, ið ein hevur peikað út sum brotsfólk, er fríkendur fyri at hava framt brot á revsilógina í sambandi við skaðatilburðin.

 

Hvat fæst endurgjald fyri?

Endurgjaldið verður ásett eftir reglunum í “offererstatningsloven” og “erstatningsansvarsloven” (lóg um endurgjaldsábyrgd). Samsvarandi hesum reglum verður goldið endurgjald ella samsýning fyri heilsuútreiðslur, mista arbeiðsinntøku, skaða á lutir, sviða og pínu (sjúkradagar), varandi mein, tort, endurgjald við deyða og útreiðslur til advokat.

Endurgjald fyri skaða á lutir verður bert latið í serligum førum. T.d. kann endurgjald latast fyri klæðir og aðrar vanligar persónligar ognir og lítlar peningaupphæddir, sum skaddi hevði uppi á sær, tá ið persónskaðin hendi.

Viðmerkjast skal, at tað er ikki neyðugt at hava advokat fyri at fáa mál sítt viðgjørt í Endurgjaldsnevndini. Endurgjaldsnevndin er ein partur av almennu fyrisitingini, og tí skal Endurgjaldsnevndin, við hjálp frá umsøkjaranum, sjálv fáa til vega neyðugu upplýsingarnar.

Um umsøkjarin hevur fingið sær advokat, kann nevndin avgera, at umsøkjarin heilt ella lutvíst skal hava endurgjald fyri advokatútreiðslurnar.

 

 

Hvussu søki eg um endurgjald ?

Lættast er at søkja um endurgjald við at nýta umsóknarblaðið hjá Endurgjaldsnevndini.

Løgreglan útflýggjar umsóknarblaðið í sambandi við málsviðgerð teirra. Løgreglan hevur skyldu til at vegleiða um rættin til at fáa endurgjald.

Umsóknarblaðið skal ikki sendast til Endurgjaldsnevndina, men latast løgregluni.

Tá ið løgreglan er liðug at viðgera revsimálið, og møguligur dómur er feldur, sendir løgreglan umsóknarblaðið saman við málsskjølunum í revsimálinum til Endurgjaldsnevndina.

Upplýsingar, sum Endurgjaldsnevndini tørvar

Í sambandi við sakarmálsviðgerðina hevur Endurgjaldsnevndin tørv á upplýsingum um revsilógarbrotið og teir skaðar, ið brotsgerðin hevur elvt ti.

Endurgjaldsnevndin fær vanliga neyðugu upplýsingarnar frá løgregluni, aloftast í líki av løgreglufrágreiðingum, dómum og læknaváttanum.

Verður søkt um endurgjald fyri miss av persónligum ognarlutu, fyri mista arbeiðsinntøku o.l., skal umsøkjarin sjálvur leggja kvittanir, lønarseðlar o.l. við, sum skjalprógv fyri kravinum.

Seinast dagførd: 28. mai 2020