Føroya Rættur

Sterilisatiónsnevndin viðgerð umsóknir um sterilisatión eftir lóg nr. 234 frá 3. juni 1967 um sterilisatión.

Eftir § 2 í lógini krevst loyvi til sterilisatión, uttan so er, at serlig læknalig atlit gera tað neyðugt at fremja inntrivið. Í slíkum føri kann inntrivið góðkennast av viðkomandi yvirlækna á Landssjúkrahúsinum uttan loyvi frá Sterilisatiónsnevndini.

§ 4 í lógini ásetur, nær Sterilisatiónsnevndin kann loyva sterilisatión.

Sorinskrivarin og landslæknin eru føddir limir (útnevndir við lóg). Harumframt er nevndin sett saman av 3 valdum limum, ið danska Sundhedsstyrelsen tilnevnir.

Limir í Sterilisatiónsnevndini

Teir valdu limirnir eru í løtuni:

  • Ann Danielsen, yvirlækni
  • Tórmóður Stórá, yvirlækni, serlækni í sálarsjúkum
  • Jona Højgaard, jarðamóðir

Hvussu søki eg?

Umsókn um sterilisatión skal latast skrivliga til Sterilisatiónsnevndina. Umsóknin skal innihalda upplýsingar um:

1)      hjúnalagsstøðu,

2)      aldur hjá umsøkjaranum og møguligum hjúnafelagi,

3)      tal av børnum og aldur teirra,

4)      grundgeving fyri umsóknini, 

5)      bústað hjá umsøkjaranum.

 

Eftir lógini skal fylgjandi leggjast við umsóknini:

a) ein váttan frá kommunulæknanum hjá umsøkjaranum um, at læknin hevur vegleitt umsøkjaran um avleiðingarnar av og vandan við skurðviðgerðini.

b) eina váttan frá møguligum hjúnafelaga hjá umsøkjaranum, hvørt hann/hon er samd í inntrivinum ella ikki.

Um umsóknin ikki inniheldur kravdu upplýsingarnar ella mangla váttanir, kann nevndin ikki viðgera umsóknina, sum tískil verður send umsøkjaranum aftur. Nýggj umsókn kann latast inn.

Hvussu verður ein avgerð tikin?

Sterilisatiónsnevndin hevur vanliga fund annanhvønn mánaða, har allar umsóknir, ið er móttiknar síðani síðsta fund, verða viðgjørdar. Vanliga verður avgerð tikin beinanvegin á fundinum, og avgerðin hjá nevndini verður fráboðað umsøkjaranum og kommunulæknanum hjá hesum við brævi beint eftir fundin.

Eitt givið loyvi hevur gildið í 6 mánaðir.

Samband

Sterilisatiónsnevndin
c/o Sorinskrivarin í Føroyum
C. Pløyensgøta 1
Postrúm 28,

FO-110 Tórshavn


Tlf.: +298 31 10 03

Skrivstovutíð kl. 9 - 15

Seinast dagførd: 07. mai 2020