Føroya Rættur

Her kanst tú lesa ein stuttan samandrátt av søguni, sum knýtir seg at Føroya Rætti. Somuleiðis sæst ein listi yvir sorinskrivarar síðani 1583.

Føroyar eru bygdar av norskum landnámsmonnum, og teir fyrstu teirra eru helst komnir higar í fyrru helvt av 800-talinum. Í fyrstuni høvdu oyggjarnar eina rættiliga sjálvstøðuga støðu við egnum altingi, men okkurt um 1035 gjørdist Føroyar norskt skattland, og norsk lóggáva trokaði seg meira og meira fram. 

Eftir kongssfelagsskapin millum Danmark og Noreg, vórðu Føroyar framvegis roknaðar sum norskt land, og tað var framvegis norsk lóggáva, sum var galdandi her. Føroyar vóru og eru býttar sundur í 6 sýslur, og hvør sýsla varð roknað sum eitt sjálvstøðugt rættardømi. 

Dómararnir á sýslutingunum, ella vártingunum, sum sýslutingini eisini vórðu nevnd, kundu skjótast inn fyri løgtingið, sum var samansett av løgmanni og upprunaliga 36, seinni 48 løgrættumonnum – 8 fyri hvørja sýslu, har tó bert ein partur dømdi í teimum einstøku málunum. Í revsimálum var fútin ákæri, á vártingum tó viðhvørt í hansara stað viðkomandi sýslumaður. 

Sorinskrivari hevur verið knýttur at løgtinginum heilt síðan umleið 1571, men hansara uppgáva var upprunaliga bert at vegleiða løgrættumenninar og at føra tingbókina. Seinni fekk sorinskrivarin myndugleika at døma á vártingunum. Í 1816 varð løgtingið avtikið og dómsvaldið í næstan øllum málum latið upp í hendurnar á sorinskrivaranum. 

Eftir at Danmark hevði fingið sína egnu rættargangslóg, varð serlig rættargangslóg gjørd fyri Føroyar. Føroyska rættargangslógin líkist frá teirri donsku m.a. við tað, at Føroyar Rættur hevur dómsmyndugleika í øllum rættarmálum, og Føroyar eru eitt serligt nevningarættardømi við sorinskrivaranum sum rættarformanni. Til at skjóta rættarmál fyri Hægstarætt krevst ikki serligt loyvi.

Yvirlit yvir sorinskrivarar síðani 1583

Her er eitt yvirlit yvir sorinskrivarar, sum hava starvast í Føroya Rætti.

Henrik Møller varð 1. september 2004 útnevndur sum fyrisitingarligur leiðandi sorinskrivari í Føroyum.
1. oktober 2015 varð Peter Flügge útnevndur sum sorinskrivari í Føroya Rætti.

Sorinskrivarar síðani 1583:

1583 – 1584 Søren Christensen Flue
1584 - 1588 Gabriel Mitens
1588 - 1588 Mouritz Lauritsen
1588 - 1592 Mads Balzersen
1592 - 1604 Søren Nielsen Islænder
1604 - 1619 Gabriel Mitens
1621 – 1628 Hans Pedersen Morsing
1629 – 1641 Jacob Pedersen Morsing
1642 – 1645 Jacob Wilumsen
1646 - 1646 Hans Madsen
1646 – 1669 Niels Jacobsen Glibre
1669 – 1694 Peter Sørensen Broberg
1694 – 1705 Morten Mortensen Høyvig
1705 – 1751 Frederik Schougaard
1751 – 1753 Frederik Jonassen
1753 – 1760 Joen Jacobsen Færøe
1760 – 1775 Peder Samuelsen Weyhe
1775 – 1782 Peder Pedersen Weyhe
1783 – 1789 Rubek Lund
1790 – 1810 Lauritz Olsen
1810 – 1812 Jacob Nolsøe
1812 – 1819 Søren Marius Sewel
1819 – 1832 Johan Peter Gorm
1832 – 1841 Niels Hunderup
1841 – 1849 Georg Flemming Tillisch
1849 – 1857 Gerhard Rehling
1858 – 1866 Emil Kock
1866 – 1871 Nicolai Reimer Rump
1871 – 1878 Harald Emil Høst
1878 – 1885 Lorens Høyer Buchwaldt
1885 - 1885 Hjalmar Hammershaimb
1885 – 1890 Albert Thrane
1890 – 1896 Niels Andersen
1896 – 1902 Tyge Bang
1902 – 1912 Chr. Helms
1912 – 1918 Hans Chr. Tygesen
1918 – 1924 Frederik Heise
1924 – 1926 Otto Andreas Delbanco
1926 – 1933 Ejnar Filip Hansen
1933 – 1938 Hans Filip Hay-Schmidt
1938 – 1945 Carl Emil Bonnevie
1946 – 1952 Rasmus Johs. Dyreborg
1953 – 1958 Erik Rendal
1958 – 1965 Jens Koch
1965 – 1972 Erik Arne Bjørk
1972 – 1977 E.B.R Oppermann
1977 – 2001 Joen Henry Andreassen
1995 - 1998 Jens Schultz Hansen
1999 - 2000 Majken Johansen
2001 - 2004 Jørgen B. Pedersen
2005 - 2008 Niels T. Vandborg
2008 - 2015 Jóannes Madsen

Stutt søgugongd

Her ein stuttur samandráttur av søguni, sum knýtir seg at Føroya Rætti. Samandrátturin er at finna í bóklinginum "Dommeren - i det 20. århundrede", har Jógvan H. Andreassen, fyrrv. sorinskrivari, hevur skrivað partin um Føroyar.

Føroyar eru bygdar av norskum landnámsmonnum, og teir fyrstu teirra eru helst komnir higar í fyrru helvt av 800-talinum. Í fyrstuni høvdu oyggjarnar eina rættiliga sjálvstøðuga støðu við egnum altingi, men okkurt um 1035 gjørdist Føroyar norskt skattland, og norsk lóggáva trokaði seg meira og meira fram. 

Eftir kongssfelagsskapin millum Danmark og Noreg, vórðu Føroyar framvegis roknaðar sum norskt land, og tað var framvegis norsk lóggáva, sum var galdandi her. Føroyar vóru, og eru býttar sundur í 6 sýslur, og hvør sýsla varð roknað sum eitt sjálvstøðugt rættardømi. 

Dómararnir á sýslutingunum, ella vártingunum, sum sýslutingini eisini vórðu nevnd, kundu skjótast inn fyri løgtingið, sum var samansett av løgmanni og upprunaliga 36, seinni 48 løgrættumonnum – 8 fyri hvørja sýslu, har tó bert ein partur dømdi í teimum einstøku málunum. Í revsimálum var fútin ákæri, á vártingum tó viðhvørt í hansara stað viðkomandi sýslumaður. 

Sorinskrivari hevur verið knýttur at løgtinginum heilt síðani umleið 1571, men hansara uppgáva var upprunaliga bert at vegleiða løgrættumonnunum og at føra tingbókina. Seinni fekk sorinskrivarin myndugleika at døma á vártingunum. Í 1816 varð løgtingi avtikið og dómsvaldið í næstan øllum málum latið upp í hendurnar á sorinskrivaranum. 

Eftir at Danmark hevði fingið sína egnu rættargangslóg, varð serlig rættargangslóg gjørd fyri Føroyar. Føroyska rættargangslógin líkist frá teirri donsku m.a. við tað, at Føroya Rættur hevur dómsmyndugleika í øllum rættarmálum, og Føroyar eru eitt serligt nevningarættardømi við sorinskrivaranum sum rættarformanni. Til at skjóta rættarmál fyri Hægstarætt krevst ikki serligt loyvi

Seinast dagførd: 09. januar 2021