Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Allir rættarfundir eru almennir, um dómarin ikki hevur avgjørt annað. Almenningurin kann fylgja við í einum rættarmáli og vera til staðar í rættarhølinum, um áhoyrarapláss eru tøk.

Allir rættarfundir eru almennir, um dómarin ikki hevur avgjørt annað. 

Rættargangslógin fyri Føroyar ásetur, at persónur skal vera 18 ár fyri at fylgja einum rættarmáli. 

Hvussu finni eg klokkutíman fyri rættarfundin?

Allar neyðugar upplýsingar eru í rættarlistanum.
Rættarlistin er eitt yvirlit yvir, hvørji rættarmál eru á skrá komandi dagarnar. 
Rættarlistin er á kunningarskerminum í bíðirúminum, umframt á heimasíðuni hjá rættinm. 

Rætturin átekur sær ikki at kunna um avlýst ella útsett rættarmál.

Gå til retslister

Gå til kontaktoplysninger

 

Er neyðugt at ringja frammanundan at avtala eina vitjan?

Føroya Rættur hevur tvey rættarhøli, har ávikavist 9 og 18 áhoyrarapláss eru tøk.

Av praktiskum ávum er tað tískil ein fyrimunur frammanundan at avtala við rættin, nær ein vitjan er møgulig, og undir hesum nágreina hvørji málssløg, ið kunnu hava serligan áhuga fyri tey vitjandi, t.d. næmingar.

Hetta gevur eisini rættinum møguleika at áseta mál at verða framd í stóra rættarsalinum, ið rúmar flest áhoyrarum, eins og tað møguliga kann ásetast tíð til, at dómarin, antin fyri ella eftir rættarfundin, stutt kunnar um rættarverkið og svarar møguligum spurningum frá næmingum og lærarum

Er tað nakað serstakt eg skal vita frammanundan skúlavitjan?

Í rættargangslógini er ásett at møguleiki er hjá flokkum í fólkaskúlanum, miðnám og øðrum útbúgvingarstovnum og feløgum, sum partur í undirvísingini, at vera áskoðarar í einum rættarmáli. Øll mál vera viðgjørd munnliga, sum gevur góðar møguleikar at fylgja við í hvat partar gera í einum rættarmáli.

Tann sum fyrireikar eina vitjan í rættinum, eigur at hava í huga um tað eru næmingar ella luttakandi í vitjanini, sum eru í ætt, ella kanna nakran av pørtunum í rættarmálinum.

Ynskiligt er at lærarin ella tann sum samskipar vitanina í rættinum áðrenn vitjanina kunnar flokkin ella bólkin um at tað ikki er loyvi at órógva rættarfundin, við samrøðum ella øðrum. Somuleiðis er tað ikki loyvi at eta og drekka í rættarhølinum.
Fyri at órógva minst gjørligt eiga vitjandi at avmarka óneyðuga gongd inn og út úr rættarhølinum til støðgir eru.

Er loyvi at taka mynd og ljóð upp í rættinum?

Tað er ikki loyvt at taka myndir í rættinum. Tað heldur ikki loyvi at taka ljóðupptøkur í rættinum. 

Fartelefonir skulu vera sløktar, meðan rættarfundurin er. 

 

Eru rættarfundir, ið ikki loyva hjáveru?

Ja, ávísir rættarfundir verða viðgjørdir handan afturlatnar dyr, t.d. faðirskapsmál og hjúnabandsmál.

Rætturin kann eisini í øðrum førum velja at steingja dyrnar ella nokta áhoyrarum atgongd til rættarhølið vegna plásstrot ella av øðrum orsøkum.

Stóra rættarhæøið rúmar 18 áhoyrarum, og í lítla rættarhølið hevur pláss fyri 7 áhoyrarum. Roknast kann ikki við, at øll pláss eru tøk til allar rættarfundir. 

Rættarlistin, ið inniheldur yvirlit yvir rættarfundir, kan síggjast á heimasíðuni og á kunningarskerminum í móttøkuni. 

Persónar undir 18 ár hava ikki atgond til rættarfundirnar, uttan so at dómarin gevur serstakt loyvi til tess.

Seinast dagførd: 15. juli 2022