Føroya Rættur

Revsimál viðvíkja málum um lógarbrot, sum kunnu hava við sær revsing sum bøtur ella fongsul. Tað kunnu t.d. vera mál um harðskap og dráp. Her á síðunum finnur tú kunning um eftirkanningar hjá løgregluni, grundlógarhoyring, varðhaldsfongsling og høvuðsviðgerð í rættinum.

Høvuðsviðgerð

Løgreglan eftirkannar revsimál. Tá ið eftirkanningin er liðug, reisir ákæruvaldið ákæru í málinum og sendir rættinum málið, har høvuðsviðgerðin kann byrja.

Tá ið ákæruvaldið hevur reist ákæru í málinum (ført eitt ákærurit) og síðan sent rættinum málið, verður tann skuldsetti boðaður at koma á ein rættarfund og fær útflýggjað ákæruritið. Hin skuldsetti verður hereftir nevndur ákærdi. Ákæruritið inniheldur millum annað eina stutta lýsing av, hvat málið snýr seg um, og eina ávísing til tær reglur í revsilóggávuni, sum ákæruvaldið metir hin ákærda at hava brotið.

Um høvuðsviðgerðina

Tá ið ákæra er reist, verða partarnir í málinum boðaðir at koma á rættarfund.. Rættarfundurin verður nevndur høvuðsviðgerðin og er tann rættargangur, har ákæri og verji avhoyra bæði hin ákærda og vitni í málinum og leggja fram prógv. At enda greiða ákæri og verji frá, hvussu teir halda, at málið eigur at verða avgjørt, og hvat revsingin eigur at vera. Tað verður nevnt dómsviðgerðin ella endaligar viðmerkingar. Hereftir, og fyri dómssøgnina, fær hin ákærdi altíð orðið. Dómari/dómarar rættarins siga hereftir dóm í málinum og gera av, um tann ákærdi er sekur ella skal fríkennast. Verður tann ákærdi kendur sekur, ásetur dómarin/dómararnir eisini, hvat revsingin skal vera.

Hvat hendir í høvuðsviðgerðini?

Í býarrættinum byrjar rættarfundurin við, at ákærin lesur upp ákæruritið. Aftaná upplýsir ákærdi, um hann ella hon ásannar seg sekan í revsiverda tilburðinum, sum ákæruritið lýsir. Síðan verður ákærdi avhoyrdur – fyrst av ákæranum og síðan av verjanum. Ákærdi hevur ikki skyldu at taka til máls ella svara spurningum.

Hevur ein skyldu at koma á fund?

Ert tú ákærdur í málinum ella boðaður sum vitni, hevur tú skyldu at koma. Fært tú ikki komið á fundin, skalt tú alt fyri eitt seta teg í samband við rættin ella advokat tín. Tað er rætturin, sum ger av, um grund tín til ikki at koma á fund er haldgóð. Er talan um sjúku, skalt tú vera fyrireikaður til at útvega eina læknaváttan, sum tú sjálvur skalt rinda fyri.

Hvør er við í rættarmálinum í einum revsimáli?

Í einum revsimáli eru ákærdi og verjuadvokatur hansara til staðar í rættarsalinum. Tað sama er ákærin og møguliga hin órættaði/ofrið umframt onnur vitni alt eftir slagi av lógarbroti. 

Í Føroya rætti verður tað í flestum málum ein einstakur løgfrøðiligur dómari, sum avger málið. Í dómsmansmálum verða tað ein løgfrøðiligur dómari og tveir dómsmenn, sum í felag avgera málið, men í nevningamálum verða tað tríggir løgfrøðiligir dómarar og eitt nevningating við seks nevningum, sum avgera málið.

Í landsrættinum eru tað í dómsmansmálum tríggir løgfrøðiligir dómarar og tríggir dómsmenn, sum avgera málið, men í nevningamálum í landsrættinum eru tað tríggir løgfrøðiligir dómarar og eitt nevningating við níggju nevningum, sum avgera málið.

Í rættarsalinum kunnu harumframt vera áhoyrarar, hjálparadvokatur, tulkur, vaktarvørðir og fundarskrivari til staðar.

Hvat er ein tilnevndur verji?

Ein tilnevndur verji er ein verjuadvokatur, sum tað almenna letur tí skuldsetta (ákærda) at vera tøkan í einum revsimáli. At advokaturin er tilnevndur ber millum annað í sær, at ómakslønin til advokatin verður í fyrsta umfari goldin av tí almenna. Um ákærdi verður kendur sekur og dømdur, fer tað almenna seinni at krevja advokatútreiðslurnar frá ákærda (nú dømda).

Hin skuldsetti kann vanliga sjálvur velja, hvønn hann ella hon vil hava sum verjuadvokat. Hjá ungum undir 18 ár er tað tann/tey, sum hevur/hava foreldramyndugleikan, sum ræður/ráða. 

Løgreglan hevur skyldu at vegleiða ein skuldsettan um møguleikan fyri at fáa ein verja tilnevndan. 

Vanliga skal ein verji verða tilnevndur í øllum revsimálum, uttan so at talan er um eitt minni álvarsligt mál, har hin skuldsetti t.d. bara kann verða dømdur bót og ikki fongsulsrevsing

Endurgjaldskrav

Teir órættaðu í brotsgerðum hava vanliga møguleika fyri at fáa rættin, tað merkir her løgfrøðiliga dómaran, at taka støðu til endurgjaldskrav teirra í sambandi við viðgerðina av revsimálinum. Í ávísum førum kunnu teir fáa tilnevndan ein advokat til at hjálpa við at gera kravið upp.

Leinki til Erstatningsnævnet

Dómsmansmál

Føroya rættur viðger revsimál sum dómsmansmál, um hin ákærdi noktar seg sekan, og um ákærin krevur fongsulsrevsing í minst 6 mánaðir, ella um málið er av serliga víðfevndum týdningi.

Í einum dómsmansmáli eru ein løgfrøðiligur dómari og tveir dómsmenn, ið virka sum dómarar í málinum. Teir tríggir dómararnir døma á jøvnum føti. Dómsmenn verða eisini nevndir leikdómarar, ið er eitt savningarheiti fyri dómsmenn og nevningar.

Um hin dømdi ella ákæruvaldið hevur hug at skjóta avgerðina hjá Føroya rætti fyri landsrættin, verður málið í landsrættinum vanliga viðgjørt sum dómsmansmál. Í landsrættinum viðgera tríggir løgfrøðiligir dómarar og tríggir dómsmenn eitt dómsmansmál.

Reglur í dómsmansmálum

Dómsmenn hava skyldu at upplýsa, um teir kenna nakrar av persónunum (pørtunum) í tí máli, sum teir skulu døma í. Dómsmenn skulu eisini undirrita eina váttan, har teir lova við eftirsketni at fylgja málinum, teir døma í, umframt at teir fara at døma málið við støði í tí, teir halda vera prógvað, og annars fara at fylgja lógini.

Soleiðis byrjar málið

Dómsmenn sleppa ikki at síggja ákæruritið í málinum, fyrr enn teir møta í rættinum. Við málum í landsrættinum er longu sagdur dómur í býarrættinum, og her fáa dómsmenninir útflýggjað eitt makaskjal av dóminum hjá býarrættinum í málinum. Í dóminum er ákæran eisini við. 

Rættarfundurin byrjar við, at ákæruritið ella dómurin, sum er vorðin kærdur, verður lisin upp. Eftir tað kann ákærin møguliga geva fleiri upplýsingar um málið, men vanliga verður beinan vegin farið undir at hyggja at prógvunum í málinum.

Prógvini eru kjarnin í einum og hvørjum revsimáli. Fyrst verður hin ákærdi avhoyrdur, og síðan verða vitnini avhoyrd. Skjøl, sum hava týdning fyri málið, verða gjøgnum rættarfundin viðgjørd og víst bæði dómsmonnum og løgfrøðiligu dómarunum. 

Eftir próvførsluna

Tá ið rætturin hevur hoyrt og sæð øll prógv, greiðir fyrst ákærin og síðan verjin frá, hvussu teir meta málið. Tað verður nevnt dómsviðgerðin. Áðrenn dómararnir geva seg burturfrá at gera av í málinum, fær hin ákærdi høvi at koma við einari endaligari útsøgn.

Dómsmenninir í málinum luttaka í málsmetingini og málsavgerðini á jøvnum føti við løgfrøðiligu dómararnar. Dómsmenninir eru ikki bara við í sjálvari málsavgerðini, men eisini í nøkrum av teimum avgerðum, t.e. úrskurðum, ið møguliga skulu verða tiknir á rættarfundinum.

Dómsmenninir skulu taka støðu til, um ákærdi er sekur í tí, hann ella hon eru ákærd fyri. Dómsmenn kunnu eisini koma at taka støðu til, um ein gerð er framd við tilætlan, t.e. við vilja, ella um talan er um revsivert ósketni. 

Ákæruvaldsins lutur er at prógva, at ákærdi er sekur. Er rímiliga grundaður ivi um, at ákærdi er sekur, skal hann ella hon fríkennast. Dómsmenn mega bara leggja dent á tað, sum sagt verður í rættinum, tá ið teir døma í máli. 

Soleiðis verður skuldarspurningurin avgjørdur

Eftir dómsviðgerðirnar hava dómsmenn og løgfrøðiligu dómararnir seg burturfrá inn í eitt annað høli, har teir atkvøða. Allir dómarar hava tagnarskyldu um, hvat ið sagt verður og umrøtt undir atkvøðuni. 

Dómararnir skulu undir atkvøðuni fyrst taka støðu til, um hin ákærdi er sekur ella ósekur. Tað fer fram við, at rættarformaðurin stutt fer ígjøgnum málið og tey prógv, ið hava verið løgd fram. Rættarformaðurin er leiðandi løgfrøðiligi dómarin í málinum. Síðan tosa dómararnir óformliga um málið, har allir kunnu koma við sjónarmiðum sínum. Eru dómararnir allir á einum máli, verður eingin formlig atkvøða. Um dómararnir ikki eru á einum máli, atkvøða teir formliga.

Rættarformaðurin atkvøður síðstur, og yngsti dómsmaður atkvøður fyrstur. Atkvøðan er munnlig, og úrslitið verður skrivað niður og undirritað av bæði løgfrøðiligu dómarunum og dómsmonnunum.

Har skal vera atkvøðumeiriluti fyri at røkka einari avgerð. Í landsrættinum kann vandi vera fyri, at atkvøðurnar standa á jøvnum, av tí at har eru tríggir dómsmenn og tríggir løgfrøðiligir dómarar. Í slíkum føri geldur tað úrslit, sum er best fyri hin ákærda, bæði viðvíkjandi spurninginum um skyld og revsiáseting. 

Um revsing og revsiáseting

Dómsmenn eru eisini við til at gera av, hvørja revsing hin ákærdi skal hava, um hann/hon verða kend sek. Dómsmenn eru eisini við til at gera av, um revsingin skal vera treytað ella treytaleys, og um aðrar serligar fylgistreytir skulu galda. Tað er rættarformaðurin, sum stendur fyri bæði orðaskiftinum og einari møguligari atkvøðu. Rættarformaðurin er leiðandi løgfrøðiligi dómarin í málinum.

Tað eru løgfrøðiligu dómararnir einsamallir, ið gera av, um ákærdi skal rinda endurgjald, og um ákærdi skal varðhaldsfongslast eftir dómin. 

Ber til at kæra avgerðina hjá landsrættinum?

Tá ið bæði Føroya rættur og landsrætturin hava viðgjørt eitt mál, kann málið vanliga ikki verða viðgjørt aftur. Tí er dómurin í landsrættinum tann endaligi.

Hægstirættur viðger bara revsimál, um Procesbevillingsnævnet eftir áheitan frá tí dømda ella ákæranum hevur givið loyvi til, at dómurin í landsrættinum kann verða skotin inn fyri Hægstarætt.

Hægstirættur kann ikki taka støðu til, um hin ákærdi er sekur ella ikki, men bara til revsingarslag og -longd. Í Hægstarætti eru leikdómarar ikki við, t.e. dómsmenn ella nevningar.

Nevningamál

Nevningamál eru mál, har ákærin krevur fongsulsrevsing í fýra ár ella longur, ella har hin ákærdi kann verða dømdur til trygdarvarðhald ella annað varðhald.

Tað eru vanliga álvarsom revsimál, ið verða gjørd av sum nevningamál. Tað kunnu vera mál, har ákæra er reist fyri t.d. dráp, serliga grov føri av eldáseting, neyðtøku ella rán. Nevningamál byrja í Føroya rætti og kunnu kærast til landsrættin. Hin ákærdi hevur sjálvur møguleika at velja, at málið skal førast sum eitt dómsmansmál og ikki sum eitt nevningamál.

Í Føroya rætti verður eitt nevningamál viðgjørt av trimum løgfrøðiligum dómarum og seks nevningum á einum nevningatingi. Í landsrættinum verður eitt nevningamál viðgjørt av trimum løgfrøðiligum dómarum og níggju nevningum á einum nevningatingi. Hvør dómari og hvør nevningur hevur eina atkvøðu. Nevningarnir greiða altíð sína atkvøðu fyrstir. Rættarformaðurin biður hvønn einstakan nevning um hansara ella hennara atkvøðu í teirri raðfylgju, nevningarnir eru vorðnir úttiknir. Síðan atkvøða dómararnir soleiðis, at rættarformaðurin atkvøður síðstur. Rættarformaðurin er leiðandi dómari í rættarmálinum.

Reglur í nevningamálum

Nevningarnir og løgfrøðiligu dómararnir í málinum sita hvør sær sundurskildir í rættarhølinum. Nevningarnir sita í teirri raðfylgju, teir eru vorðnir úttiknir. Tá ið nevningarnir koma inn í rættarhølið, fáa teir útflýggjað ákæruritið og hini skjølini í málinum. Nevningarnir mugu ikki taka skjølini í málinum við sær út úr rættarhølinum, fyrr enn teir skulu atkvøða. Nevningar mugu ikki útflýggja øðrum skjøl ella taka skjølini í málinum við sær til hús. Nevningar mugu ikki tosa við onnur um málið uttan fyri rættarhølið, fyrr enn dómurin er feldur. Í rættarhølinum mugu nevningar bara hava samband við løgfrøðiligu dómararnar í málinum. 

Soleiðis byrjar málið

Í Føroya rætti byrjar rættarfundurin í einum nevningamáli við, at ákæruritið verður lisið upp. Í landsrættinum byrjar málið við, at frammanundan feldi dómurin í málinum í býarrættinum verður lisin upp.

Soleiðis verður skuldarspurningurin avgjørdur

Tá ið prógvini eru løgd fram, greiða ákærin og honum næstur verjuadvokaturin hjá tí ákærda frá, hvussu teir meta skuldarspurningin. Síðan fær hin ákærdi høvi at fáa orðið.

Í nevningamálum verður spurningurin um sekur ella ikki sekur avgjørdur av nevningunum og dómarunum í felag. Tað fer fram í einum høli uttan fyri rættarsalin.

Hvør dómari og hvør nevningur hevur eina atkvøðu. Nevningarnir greiða sína atkvøðu fyrstir. Rættarformaðurin biður hvønn einstakan nevning um hansara ella hennara atkvøðu í teirri raðfylgju, nevningarnir eru vorðnir úttiknir. Síðan atkvøða dómararnir. Rættarformaðurin er leiðandi dómarin í rættarmálinum, og hann atkvøður síðstur.

Avgerðin um skuldarspurningin verður nevnd skuldarúrskurður. Úrskurðurin skal vísa, hvussu mangir av dómarunum og nevningunum hava atkvøtt fyri ávikavist fríkenning og dómssøgn.

Fyri at ein ákærdur kann verða dømdur í býarrættinum, skulu í minsta lagi fýra nevningar og tveir løgfrøðiligir dómarar atkvøða fyri, at ákærdi er sekur. Í landsrættinum skulu í minsta lagi seks nevningar og tveir løgfrøðiligir dómarar atkvøða fyri.

Úrskurðurin skal innihalda grundina til, at komið er til hetta úrslitið, og er ikki semja, skulu sjónarmiðini hjá minnilutanum eisini verða nevnd. Um nevningar og dómarar koma til tað úrslit, at ákærdi ikki er sekur, fríkennir rætturin straks hin ákærda.

Um revsing og revsiáseting

Um hin ákærdi verður kendur sekur, heldur rættarmálið fram í rættarsalinum, við at ákærin og verjin taka til máls um, hvørja revsing ella annað revsitiltak ákærdi skal hava. Partarnir kunnu her taka við onnur viðurskifti, ið grund ikki áður hevur verið til at taka við upp í rættarmálið, t.d. áður ásettar revsingar. Báðir partar hava høvi at føra prógv í tí sambandi, men teir mugu ikki skapa iva um, at hin ákærdi er sekur ella ikki. Síðan fær hin ákærdi orðið.

Hereftir koma nevningarnir og dómararnir saman aftur í einum høli uttan fyri rættarsalin. Her skulu teir gera av, hvørja revsing hin ákærdi skal verða dømdur. Tað gera nevningarnir og dómararnir av í felag. Tað er rættarformaðurin, sum stýrir fundinum. Rættarformaðurin er leiðandi dómari í málinum.

Tá ið atkvøðast skal um revsing og revsitiltøk, hava løgfrøðiligu dómararnir tilsamans líka mangar atkvøður sum nevningarnir.

Atkvøðan í Føroya rætti fer fram á tann hátt, at tveir nevningar atkvøða fyrstir, síðan ein dómari o.s.fr. 

Í landsrættinum atkvøða tríggir nevningar og ein dómari til skiftis.

Tá ið tað snýr seg um revsiásetingina, og atkvøðutalið stendur á jøvnum, geldur tað úrslit, sum er best fyri hin ákærda.

Um kæru úr Føroya rætti til Eystara Landsrætt

Ein dómur í Føroya rætti kann kærast til Eystara Landsrætt. Um kæran eisini fevnir um spurningin, hvørt ákærdi er sekur ella ósekur, eru nevningar við í viðgerðini av málinum í landsrættinum.

Um kæran einans snýr seg um longdina á revsingini ella skeivleikar í sjálvum rættarmálinum, verður kæran framhaldandi viðgjørd í landsrættinum við trimum dómsmonnum og sostatt ikki við nevningum.

Kanst tú kæra avgerðina hjá landsrættinum?

Tá ið bæði Føroya rættur og landsrætturin hava viðgjørt eitt mál, kann málið vanliga ikki verða viðgjørt aftur. Tí er dómurin í landsrættinum tann endaligi.

Hægstirættur viðger bara revsimál, um Procesbevillingsnævnet eftir áheitan frá tí dømda ella ákæranum hevur givið loyvi til, at dómurin í landsrættinum kann verða lagdur fyri Hægstarætt.

Hægstirættur kann ikki taka støðu til, um hin skuldsetti er sekur ella ikki, men bara til slagið av revsing og longd. Leikdómarar, t.e. dómsmenn ella nevningar, eru ikki við í viðgerðini í Hægstarætti.

Seinast dagførd: 05. mai 2021