Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

17 mai 2020

Føroya Rættur

Nýggj heimasíða

Vælkomin til nýggju heimasíðuna, sum lættir um atgongd til kunning og annað, ið er knýtt at Føroya Rætti.

Í dag verður nýggj heimasíða tikin í nýtslu. Domstolsstyrelsen hevur samskipað og staðið fyri arbeiðinum við, at allir rættir fáa nýggja og tíðarhóskandi heimasíðu.

Arbeiðið við nýggju heimasíðuni er gjørt í samráði við ymisku rættirnar, og hjá Føroya Rætti hevur tillagingin eisini kravt, at arbeiðsorka var sett av til at fáa allar dagføringar við.

Endamálið er at gera heimasíðuna lættari at brúka og nútímansgera hana:

  • Tekstir og innihald er gjøgnumgingið og lagt um í ein ávísan mun
  • Heimasíðan er nýtsluvinarlig og løtt og greið at reika á 
  • Sniðið er nútímansgjørt og tillagað til brúk á fartelefon og teldlum

Greiða málið við heimasíðuni er at geva brúkarum eina einfaldari atgongd til ta kunning, sum tørvur er á, umframt at geva atgongd til dómar og avgerðir, sum eru viðkomandi fyri samfelagið.